Putlarbeiðið ella dagdvølja

30. desember 2015


Dagarnir millum jóla og nýttár, hava vit ikki nógv annað arbeiðið fyri, enn vanligu gongdina í fjósið. Sostatt er ein gyltur møguleiki, at takast við okkurt, ið brýtur frá tí dagliga.



Ikki nøkrum at siga, so hevur jólaveðrið veri skiftandi. Tær góðu løturnar hava vit m.a. vant ungar hundar. Hetta meta vit at vera, sera týdningarmikið arbeiðið.

Løturnar, tá ilsligt var uttandura, hava vit fingist við at útstappað veðrahøvd. Hetta arbeiðið krevur nógva tíð. Her verður sjálvur skølturin settur saman og tá er gott við fleiri fermun hondum.

Vilt tú vita meira um at útstappað veðrahøvd, so er eitt lítið videoklipp um gongdina her



Deil á Facebook
Deil á Twitter
Send sum teldupost
Ella printa út