Um Stóru Dímun

 

Búsitandi:

4 vaksin og 3 børn

Stødd:

2.65 Km2

Hædd:

395 m (Høgoyggj)

Áseyðatal:

450

Markatal:

13

Húsdjór:

Neyt, gæs, dunnur, føroysk ross og seyðahundar.

Høvuðsvinna:

Seyðahald.

Hjávinna:

Fuglaveiða, slaktineyt, partvís ferðavinna og víðari framleiðsla av skinnum.

Ferðasamband:

Mikudag, fríggjadag og sunnudag. (Tyrlan)





Inntøkan á garðinum er tað sum seyðurin kastar av sær; kjøt, avroð, tálg og skinn.
Av hesum er tað kjøt, ið hevur mest virði.

Seyðurin á Dímun er, eins og aðrastaðni í gongum. Í størstu gonguni eru 120 ær og minsta telur 60 ær. Samanlagt eru fýra gongir, ella fylgir; Heyggurin, Kletturin, Gongan og Hvalbiarærnar.

Seyðurin á Dímun er ikki av størstu seyðum, men sera kjøt ríkur. Oyggin er væl valla og gevur gott bit til seyðin. Av hesum hevur seyðurin tað gott í haganum alt árið.