Hentleikar í Sornhúsinum

Fult útgjørdur køkur
Baðirúm við brúsu
Internet, sjónvarp og radio

Gisting í Sornhúsinum

Við nýggju Sornhúsunum, eru møguleikarnir hjá ferðafólki betri at vitja út til Dímunar.
Sornhúsini, ið eru karmur um skúla og virka sum bústaður til lærara, verða útleigað í summarfrítíðini.
Húsini eru uml. 60 fermetrar og hava umframt skúlastovu, eitt sovikamar v/dupultsong, køk/stovu, loft við tveimum skemmum og sovisofu.
Sovipláss eru 6-8.

Í køkinum eru allir vanligir køkshentleikar.
Sum útgangsstøði mugu fólk sjálvi hava mat við, men avtalur kunnu eisini gerðast, um veiting av mati frá okkum.

Regluliga ferðasambandi er við tyrluni, ið flýgur 3 ferðir um vikuna. Ferðaætlanin sæst við at vitja atlantic.fo

Kostnaður er kr 1000,- pr nátt, umframt kr 200 fyri vaksin/nátt og kr 50,- barn/nátt.
Tá er uppreiðing íroknað.

Møguleiki er eisini at fáa ferðaleiðing frá okkum til túrar runt oynna.

Eru ynski fyri at leiga húsini eru fólk vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Eva úr Dímun Tlf. 270011
Teldupost dimun@olivant.fo






Útferðamøguleikar

Um summarið verða útferðir gjørdar til oynna. Norðlýsið siglir av Havnini og skipar, saman við okkum, fyri dagsútferðum.
Eisini er møguleiki fyri at bíleggja túrar av Sandi, við bátinum Hvíthamri, út til Dímunar.

 

 

Norðlysið

P/F Utferð
100 Tórshavn
Tlf.: +298 218 520
Teldupostur: info@nordlysid.com

   

Hvíthamri

Kunningarstovan í Sandoy
210 Sandur
Tef +298 36 18 36
Teldupostur: sandinfo@post.olivant.fo

   

Thorshavn

Kunningarstovan á Tvøroyri
FO-800 Tvøroyri
Tel. +298 61 10 80
Teldupostur: info@tvoroyri.fo