Putlarbeiðið ella dagdvølja
mikudagur, 30. desember 2015
Dagarnir millum jóla og nýttár, hava vit ikki nógv annað arbeiðið fyri, enn vanligu gongdina í fjósið. Sostatt er ein gyltur møguleiki, at takast við okkurt, ið brýtur frá tí dagliga.
Jólakvøða úr Dímun
hósdagur, 24. desember 2015
Øllum kring oyggjarnar, verður ynskt eini góð og huganlig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.
Flokksfelagir úr Skúlanum á Fløtum vitja Dímunar Skúla
fríggjadagur, 30. oktober 2015
Í Dímun eru vit sera fegin um samstarvið við Skúlan á Fløtum. Hetta samstarv innber at børnini í Dímun, eru partur av flokkum í Skúlanum á Fløtum.
So komu fyrstu lombini til jørðina
hósdagur, 2. apríl 2015
Í góðveðrinum í morgun róku vit tvær gongur, -Heyggin og Klettin. Tá hesar nú hava fingið heiluvágin fyri orm, eru tær klárar til lembingina.
Næmingur av Giljanesi
týsdagur, 24. februar 2015
Lóa Andorsdóttir, ið er av Skúlanum á Giljanesi, hevur veri í starvlæru herúti í tvær vikur. Lóa fekk roynt eitt sindur av hvørjum.
Starvsnæmingur í Dímunar skúla
sunnudagur, 8. februar 2015
Seinsu tvær vikurnar hevur Karstin í Húsinum veri í Dímun í starvslæru. Hann gongur í 9. flokki í Kollafjarðar skúla.
Headhunted
mánadagur, 8. desember 2014
Hvør skuldi trúð tí, at eitt útstappað veðrahøvd úr Stóru Dímun, bleiv partur av einum listaverkið hjá Edward Fuglø.
Jónvør í starvslæru á Dímunargarði.
hósdagur, 27. november 2014
Jónvør Olsen er í løtuni í starvslæru hjá okkum á Dímunargarði. Hon býr á Viðareiði og gongur í 10. flokki í skúlanum í Ziskatrøð í klaksvík.
Nýggj sending um Føroyar í Týskum sjónvarpið
fríggjadagur, 17. oktober 2014
Hesa ferð ert tað eitt sjónvarpslið frá ARD 1, ið er og vitjar okkum her á Stóra Dímun. Í Sendingin eru tey eisini til steypafinaluna á Tórsvølli, og so verður eisini prát við Gretu Svabo Bech, Lars Múller og onnur.
Barnadópur í Dímun
leygardagur, 13. september 2014
Hin 16. august varð yngsti íbúgvin í Dímun doyptur. Dópurin bleiv hildin í bóndans stovu. Gentan fekk navnið Andrea eftir ommuni í Vestmanna.
Sending um Føroyar í Týskum sjónvarpið
sunnudagur, 6. juli 2014
Fyri einum ári síðan var eitt týskt sjónvarpslið úti á Stóru Dímun og gjørdi upptøkur í sambandi við eina sending til SWR um Føroyar.
Nýggjan Køst
sunnudagur, 6. juli 2014
Farnu vikurnar hava vit fingist við at gera køstin av nýggjum.
A Journey to the Edge of Europe
týsdagur, 15. apríl 2014
Seinasta summar, -á Ólavssøku, høvdu vit vitjan av Magnusi Nilsson. Hann er víðagitin innan matstovuheimin, við Fåviken, staði hann hevur ment og rekur.
Júst eitt ár til Sólarmyrking
hósdagur, 20. mars 2014
Nú mugu vit vóna, at veðrið verður líka gott um eitt ár, sum tað var í morgun.
Rossaflutningur
leygardagur, 22. februar 2014
Í morgun fleyg tyrlan hjá Atlantsflog ein hest til Dímunar og eina ryssu av oynni til Sands.
Floortje Dessing - To the end of the World
leygardagur, 1. februar 2014
Sending um Stóra Dímun í Hollenskum sjónvarpi
Starvsvenjing
fríggjadagur, 22. november 2013
Vit hava júst havt tvær fittar og raskar gentir í starvsvenjing á garðinum. Tær eita Elsa og Elspa, og koma úr 10. Flokki frá Skúlanum við Løkin.
Seyðarhøvdini sviðin
mánadagur, 28. oktober 2013
Seinasta vikuskiftið fór m.a. við at svíða seyðarhøvdini, ið hava ligið fryst síðani slaktið endaði fyri áleið trimum vikum síðani. Okkum dámar best, at hava høvdini fesk.
Útstappað veðrahøvd
leygardagur, 26. oktober 2013
Vit á Stóru Dímun hava havt nógvar spennandi vitjanir av Jens-Kjeld Jensen. Hann hevur oftast gongd á fleiri verkætlanum og nakrar av teimum nerta eisini við hesa oynna.
Rennidagur kring landið
leygardagur, 12. oktober 2013
Eisini í Dímun hava skúlabørn runnið í góðveðrinum. Í Dímun eru tveir næmingar, ein í fjórða og ein í øðrum flokkið.
Góður og spennandi túrur í Grønuskorð
hósdagur, 3. oktober 2013
So er raksturin og slaktið komið væl áleiðis úti í Dímun.
Væl veksur í kálinum
fríggjadagur, 26. juli 2013
Fyrstu røturnar eru upptiknar. Líkindini til røtur, hava veri framúr góð hetta summarið. Røturnar eru væl vaksnar og vit vænta at tær fara at eydanst heilt væl í ár.
Týskt sjónvarpslið í Dímun
fríggjadagur, 26. juli 2013
Dagarnar undan Ólavssøkuni, høvdu vit vitjan av týskum sjónvarpsliði.
Summartónar 2013 í Dímun
sunnudagur, 21. juli 2013
Sunudagin 07.06 vóru Summartónar í Dímun. Hetta er fyrsta konsertin hjá Summartónum herúti. Niðanfyri er, umframt myndir, ein styttri upptøka frá konsertini.
Áhugaverdur málningur komin til Dímunar
sunnudagur, 23. juni 2013
Fríggjadagin kom, uml. 90 ára gamli, málningurin av Guðruni, Blindabónda og dóttrini Helenu, út til Dímunar.
Sjóvegis vitjanir
týsdagur, 11. juni 2013
Seinastu dagarnir hava fleiri gestir leita út til Dímunar, sjóvegis.
Røturnar sáddar
mikudagur, 5. juni 2013
So er lýkkan komin og røtirnar eru sáddar. 24 maj sáddu vit kálið. Vit hava í ár valt at sáða gular majrøtir og kolirabi. Vit hava sum eina roynd fýra ymisk rótasløg.
Frískúlin í Havn á seturskúla í Dímun
mánadagur, 3. juni 2013
Í farnu viku vóru næmingar og lærarir av frískúlanum í Havn á seturskúla í Dímun.
Grein um Stóra Dímun í The Independent
sunnudagur, 26. mai 2013
Í fjør summar høvdu vit vitjan av tveimum journalistum frá The Independent, og nú er so ein grein skriva um hendan túrin.
Grein í Politikken.dk um Føroyarferð við Solea
fríggjadagur, 24. mai 2013
Tann 13 apríl vóru fleiri viðurkend fjølmiðlafólk og michelin kokkar úr øllum Evropa her á Stóru Dímun fyri at royna føroyskan ræstan mat.
Frá alikar til ein heitan pott
leygardagur, 30. mars 2013
Tað byrjaði sum eitt gamalt brúkt alikar, og við góðum hugflogi og arbeiði, hava vit nú ein heitan pott.
Beinta og Maria í starvslæru
hósdagur, 15. november 2012
Vit hava seinastu tvær vikurnar, havt vitjan av tveimum fittum og røskum gentum úr 10. flokki frá Skúlanum við Løkin. Tær hava roynt alt arbeiðið, sum hendan árstíðin hevur við sær á garðinum. Hendan dagin vaska og pakka tær svidnu seyðarhøvdini.
Seyðarhøvd
hósdagur, 15. november 2012
Ein løta er at rigga av eftir slaktið. Men nú høvdini eru sviðin og góður helmingur av kjøtinum er komið av oynni, byrjar at líkjast og vit kunnu fara at tilrættisleggja og byrja vetrararbeiðið, -garvingina.
Børn úr Kommunuskúlanum á vitjan
týsdagur, 16. oktober 2012
Systkini Anna Maria og Ludvík, sum ganga í flokki við Døgg í 3. b í Kommunuskúlanum í Havn, hava gingið í skúla herúti í eina viku. Tey hava eisini fingið tónleikaundirvísing umvegis skype, á sama hátt sum Døgg og Sproti verða undirvíst.
Komin væl áleiðis við flettingini
týsdagur, 25. september 2012
Vit eru nú komin væl áleiðis við flettingini. Tá komandi vika fer at halla, vænta vit, at tað allarmesta er flett.
Útstappað veðrahøvd
týsdagur, 28. august 2012
So eru fyrstu verðrahøvdini liðug. Veðrahøvdini eru av seyði, sum hevur gingið í Grønuskorð seinasta summar.
Nýggjur dímuningur
týsdagur, 10. juli 2012
Janus og Erla fingu 07.06.12 ein son. Tey eru nú komin aftur til Dímunar.
Fyrsti skúladagur í Sornhúsinum
mánadagur, 21. mai 2012
Í morgun var undirvísing fyri fyrstu ferð í nýggja skúlanum-Sornhúsinum.
Brúdleyp
leygardagur, 19. mai 2012
Leygardagin 19.05 giftust Eva og Jógvan Jón úti í Dímun. Vígslan var í kirkjugrundini og veistlan stóð í framleiðsluhúsinum.
Sornhúsið klárt at taka í nýstlu
fríggjadagur, 18. mai 2012
Húsið, sum vit hava bygt á gomlu sornhúsgrundina, er nú klárt at taka í nýstlu.
Garvingin gongur væl
sunnudagur, 29. apríl 2012
Eva og Birita hava verið á garðinum, í starvslæru seinastu tvær vikurnar. Umframt at ambæta seyðum og neytum, hava tær eisini veri við í garvingini.
Útstappað veðrahøvd
sunnudagur, 1. apríl 2012
Vit hava havt vitjan av Jens-kjeld í nakrar dagar. Hann hevur lært okkum, hvussu hann garvar og útstappar seyðarhøvd.
Ein vakur dagur
hósdagur, 29. mars 2012
Seinasti sunnudagur var ein serstakliga vakur dagur. Vit nýttu ein part av degnum í haganum. Aftanfyri Rebekku, Turið, Døgg og Sprota, liggja Hvalbiærnar.
Hundahvølpar
sunnudagur, 12. juni 2011
Nú hevur tíkin Leika hvølpar. Hundurin, Napp hjá Eyðstein Jensen er nýttur til hesa paring. Hesaferð eru teir sjey í talið.
Hjallurin reistur
sunnudagur, 22. mai 2011
Skuldu vit fáa eina hjall sum kundi løggildast framyvir, mettu vit at best var at byggja nýggjan hjall.
Rótakál
sunnudagur, 22. mai 2011
Nú vit hava skorið flag til Sornhúsið, lá væl fyri at seta eitt sindur av eplum niður og gera rótakál í sama viðfangi.
Sornhúsið reist og innilokað
sunnudagur, 1. mai 2011
Vit hava í longri tíð havt ætlanir um at byggja eina smáttu, soleiðis at vit kunnu útvega hóskilig høli til skúla og búðstað til lærara. Avgerð bleiv tikin um at byggja smáttuna í gomlu Sornhúsgrundina.
Bóndir av Sandi vitja
fríggjadagur, 25. mars 2011
Seinastu dagarnar hava vit havt vitjan av bóndunum, Jógvani Joensen og Ottari Hentze. Teir høvdu hvør sín hund við.
Nógvir Hundar
sunnudagur, 20. mars 2011
Herfyri vóru Eyðstein og Hjørleif á vitjan. Teir høvdu nakrar hundar við, so vit fingu vant eitt sindur.
Næmingar úr Nám X
leygardagur, 5. mars 2011
Í tvær vikur hava Rannvá Arnadóttir og Kristvør Andreasen verið í starvslæru í Stóru Dímun. Tær ganga í Nám X, í Eysturskúlanum.
Fleiri næmingar í skúlanum
mánadagur, 28. februar 2011
Rebekka og Rannvá Lovisa hava vitjað okkum í vikuskiftinum. Tær høvdu hug at leingja túrin nakrar dagar og royna, hvussu dagarnir í Dímunar Skúla ganga fyri seg.
Góðar umstøður at garva skinn
leygardagur, 29. januar 2011
Hesa árstíð hava vit nógv um at vera. Hetta er tíðin, tá vit garva seyðaskinn.
Skreitt og runnið á træskoytum.
mikudagur, 1. desember 2010
Ung, sum eldri hava tikið sær onkrar fríløtur hesar góðveðursdagar. Vit hava m.a. skreitt og runnið á træskoytum.
Fletting
mánadagur, 20. september 2010
Fyrsta fylgið varð flett 20.sep. Vit fletta í nýggja sláturhúsinum og tað riggar heilt væl. Her síggjast eftirlitsfólkini av starvsstovuni.
Teitur í starvslæru
mikudagur, 15. september 2010
Ein næmingur úr Eysturskúlanum, er í starvslæru hesar dagar. Tað er Teitur í Sjúrðargarði.
Sláturhúsið fingið løggilding
mikudagur, 8. september 2010
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í dag verið í Dímun og eftirhugt sláturhúsið og umstøðurnar annars til slátur. Starvsstovan hevur góðtikið umstøðurnar herúti og harvið játtað løggildan av sláturhúsinum.
Fyrsti skúladagur
mánadagur, 16. august 2010
Dagurin í dag,er ein merkisdagur hjá nógvum børnum, sum skulu í skúla fyri fyrstu ferð. Í Dímun hevði Døgg sín fyrsta skúladag í dag.
Tilflyting á Dímun
týsdagur, 1. juni 2010
Fyrst í maj mánaði fluttu Janus úr Dímun og Erla Olsen út til Dímunar. Tey koma, saman við okkum, at arbeiða á garðinum. Janus er uppvaksin herúti, meðan Erla er uppvaksin í Vestmanna.
Veðranir komnir í Grønuskorð
týsdagur, 1. juni 2010
Í gjár fóru veðrarnir inn í Grønuskorð. Vit lótu tjúgu veðrar fara inn í ár. Hetta hevur víst seg at verað hóskiligt tal.
Rulla páskaregg
hósdagur, 1. apríl 2010
Nú veðurvánirnar ikki vóru so góðar fyri 2. páskadag, avgjørdu vit at rulla egg 1.dag.
Sláturvirkið
týsdagur, 23. mars 2010
Í gjár og í dag hava vit fingist við at fáa sjálva sláturlinjuna upp at hanga. Tað er Nomatek, sum hevur staðið fyri hesum arbeiði. Matvørulógin kemur fyri á tingi fyrsta dagin og spennandi verður, hvussu hon verður móttikin.
Frá Argjabáti til Hoyvíking
sunnudagur, 21. mars 2010
Nýmannaði Hoyvíkingur hevur veri herúti í vikuskiftinum. Ein stórur partur av hesi manning, er gomul manning á Argjabátinum. Teir hava, sum so mangan, verið til stóra hjálp.
Venjing gevur úrslit
mikudagur, 10. mars 2010
Hesa árstíð hava vit sera góðar umstøður at venja hundar . Haraftrat er gott at vera klárur til várraksturin, ið liggur stutt fyri framman.
Hundahvølpar
mikudagur, 10. mars 2010
Í dag legði tíkin Leika hvølpar –heilar 9 í tali. Pápin at hvølpunum er Ben hjá Eyðstein Jensen. Leika er tann elsti, mest og best royndi hundurin, vit hava í Dímun.
Næmingar í starvslæru
sunnudagur, 28. februar 2010
Vit á Dímun hava verið so heppin, at havt vitjan av tveimum vágagentum, farnu tvær vikurnar. Tað eru nevniliga Tórunn og Durita frá Miðvágs- Sandavágsskúla, sum hava veri í starvslæru her á garðinum.
Tunnusláttur
leygardagur, 13. februar 2010
Nú, vit vóru so væl mannað, var sjálvsagt skipað fyri tunnusláttri. Sólin skein oman og niðan allan dagin, so tunnan bleiv málað úti í garði.
Ein góður hagatúrur
hósdagur, 11. februar 2010
Ein vakran dag í síðstu viku vóru Døgg, Sproti og Eva ein túr á oynni. Fyrst og fremst var ætlanin at finna rossini, sum ikki høvdu veri at sæð í einar tvær vikur.
Kavaveður
fríggjadagur, 29. januar 2010
Í longri tíð hava vit havt vakurt kavaveður. Líkt er til at kavin ikki fer at liggja so leingi aftrat, tí fóru vit øll í gjárskvøldi,-ung sum gomul, úti at spæla okkum úti í kavanum.
Vindmyllan
fríggjadagur, 29. januar 2010
Í góðverðrinum í dag, kom okkara nýggja 3 kw vindmylla upp at standa. Hetta bleiv gjørt við hjálp frá tyrluni hjá Atlantsflog.
Gleðilig Jól
hósdagur, 24. desember 2009
Vit á Dímun, vilja her nýta møguleikan at ynskja øllum, eini góð og hugnalig jól. Vit eru aftur í ár so heppin, at hava fleiri jólagestir. At vera fleiri herúti hesa høgtíð, setur sjálvsagt ein serliga hugnaligan dám -bæði hjá ungum, sum eldri.
Húsið tikið í nýstlu
mikudagur, 2. desember 2009
Eins og undan farin ár, nýta vit ein stóran part av vetrartíðini, at garva seyðaskinn. Nakað nýtt er, at vit so smátt hava tikið nýggja bygningin í nýstlu. Ein part av loftinum, hava vit innrættað til at turka skinnini.
Slakt
týsdagur, 20. oktober 2009
Týsdagin 20.10 flettu vit seinastu seyðirnar fyri í ár. Samanumtikið má sigast at árið royndist væl. Skurðurin var heilt góður. Vektin var javnt góð, samstundis sum at vit høvdu eitt stórt lambatal.
Seinastu seyðirnir til hús
mánadagur, 19. oktober 2009
Mánadagin fingu vit seinastu seyðirnir til húsa. Hesir 32 seyðirnir hava gingið norðast í bakkanum.
Væl áleiðis við vinnubygninginum
leygardagur, 29. august 2009
Nú summarið er farið at halla, eru vit komin væl áleiðis við vinnubygninginum. Uttan er bygningurin liðugur, og innan hevur hann fingið týðuligt skap.
Nú eru vit flutt inn aftur
leygardagur, 29. august 2009
Nú standa húsini liðug so at siga. Onkrir snøklar eru eftir og verða gjørdir, tá ið tíð er til tað.
Umfatandi ábøtur
fríggjadagur, 29. mai 2009
Seinastu vikurnar eru umfatandi ábøtur gjørdar á tað eina av okkara sethúsum. Húsini eru nú bjálvaði, nýggj vindeygu og nýggjur klædningur er komin á húsini.
Eitt gott strævið vikuskifti
sunnudagur, 19. apríl 2009
Hetta vikuskiftið hava vit havt vitjan av Lindu, Jóhan Petur og børnunum.
Fýra pisur og eitt heimalamb
sunnudagur, 19. apríl 2009
So er fyrsta heimalambi komið í hús. Nú ein góður helmingur av ónum hevur lembt, hildu vit at tíð var komin til at finnað heimalamb.
Gleðiligar páskir
sunnudagur, 12. apríl 2009
Henda vakra páskamorgun komu teir fyrstu gásarungarnir til sjóndar. Sum undanfarin ár, eru børnini, Døgg og Sproti ógvuliga hugtikin av nýklaktu ungunum.
Øll fylgini rikin og nøkur lomb komin
mikudagur, 8. apríl 2009
Vit hava rikið øll fylgini og halda at seyðurin er væl fyri. Tað gekk væl við rakstri og hesa tíðina er seyður tungur á sær.
Góð manning
sunnudagur, 15. mars 2009
Hetta vikuskiftið høvdu vit vitjan av manningini á Argjabátinum og Teiti, sum gjørdu eitt megnararbeiði.
Vinnubygningurin er reistur
leygardagur, 14. februar 2009
Eftir eina strævna viku er stálið loksins komið upp at standa. Vit hava brúkt talju og gott hugflog og sjálvandi eitt sindur av tíð.
Starvslæra og hundalæra
hósdagur, 29. januar 2009
Hjørleif hevur verið í starvslæru seinastu tvær vikurnar. Hjørleif gongur í 9. flokki í Kommunuskúlanum í Tórshavn.
Neytahúðir
leygardagur, 10. januar 2009
Enduliga er tað eydnast at garva neytahúðir, við góðum úrsliti. Vit hava roynt at garva neytahúðir fleiri ferðir seinastu árini, men ikki fyrr enn nú hava vit fingið úrslit, sum vit eru nøgd við.
Seyðaskinn
mánadagur, 1. desember 2008
Væl hevur gingist at garva seyðaskinnini á oynni og fleiri senda skinn út til okkara at garva.
Nú er jóladøgurin klárur
týsdagur, 4. november 2008
Leygardagin 4/11 var ein stórur gásadagur á Dímun. Allir gásarungarnir blivu grýtuklárir og slaktið var av tí besta.
Hundahvølparnir klárir at lata
mikudagur, 29. oktober 2008
Hesir átta hundahvølparnir eru nú klárir at lata fyrsta dagin. Stórur áhugi hevur veri fyri teimum.
Gøtugentur í starvsvenjing
mikudagur, 1. oktober 2008
Seinastu tvær vikurnar hava vit havt fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing. Hesuferð vóru tað gøtugenturnar, Heidi og Angelika. Tær ganga í 9. flokki í Fuglafjarða skúla.
Næmingar í starvsvenjing
mánadagur, 29. september 2008
Altíð gott við hugaðum fólkið til hjálpar. Durita og Herdis hava luttikið í slaktinum í ár. Tær ganga í 9. flokki í Miðvágs- Sandavágsskúla.
Eitt gott slakt
mánadagur, 29. september 2008
Hetta slakti er komið at enda. Okkum væntar bert at taka seyðin norðast í bakkanum. Skurðurin í ár hevur veri framúr góður, bæði í mun til lambatal og vekt.
Liðugt at stoypa
leygardagur, 30. august 2008
Í dag varð liðugt at stoypa. Vit høvdu sett okkum fyri at fáa betongarbeiðið liðugt áðrenn sláturin, -og so bleiv.
Seyðahundahvølpar
fríggjadagur, 29. august 2008
29.08 legði seyðahundurin Leika átta vælskaptar hvølpar.
Vinnubygningur fingið skap
týsdagur, 29. juli 2008
Væl hevur gingist við at planera, sjálvt um arbeiðstólini eru smá. Hvør fríløta er farin til at steinseta og stoypa.
So vóru tey aftur...
sunnudagur, 29. juni 2008
Eitt gott langt vikuskifti við gomlum kenningum. Jóhan Petur, Linda og børnini, hava veri á vitjan. Sjálvsagt frøddust vit øll, um at vera samlaði aftur.
Veðrar í Grønuskor og verið eftir havhestaeggum
týsdagur, 20. mai 2008
Aftur í ár hava vit sloppið 20 veðrum inn í Grønuskor. Seinasta ár royndis væl og vit kundu ikki bara okkum við at sleppa aftur.
Tilfar til vinnubygning og sólpanel
mánadagur, 5. mai 2008
Nú er tað fyrsta tilfarið til vinnubygningin komið. T.v.s. at vit fara at stoypa soylurnar til stálføturnar og planera tær komandi vikurnar.
Manningin á Argjabátinum á Dímun.
sunnudagur, 4. mai 2008
Magnus og manning fingu seg royndar við línu niðri á Kleivini. Teinurin niður er 50 metrar, so onkrir summarfuglar hava helst gjørt um seg.
Her hongur ein í berginum
leygardagur, 3. mai 2008
Hesin nýggi háttur at síga, kallast rapelling. Línan verður sett føst og síðani blaka oman av eggini. Eingin at draga ella lora.
Starvsvenjing á Dímun
fríggjadagur, 2. mai 2008
Í løtuni hava vit á Dímun vitjan av Maritu og Hallu, ið eru í starvsvenjing. Tær ganga á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og skulu verða her í tvær vikur.
Gestabøkur
hósdagur, 1. mai 2008
Nú eru vit farin at gera gestabøkur. Bøkurnar eru bjálvaðar við seyðaskinni. Fólk hava víst áhuga fyri hesum bókum. Nógv kenna helst hesar bøkur, sum Vilma áður framleiddi.
Eitt lamb, eitt lamb...
týsdagur, 29. apríl 2008
So kom tað fyrsta lambið eitt sindur óvæntað, men børnini hildu tað vera óført. Ì dag fingu børnini so møguleikan at nerta og kela lambið og myndin talar helst fyri seg.
Skjótt gekk árið
leygardagur, 1. mars 2008
Nú eru Jóhan Petur, Linda, Rebekka og Rannvá Louvisa aftur búsitandi í Havn. Tey skuldu vera herúti í eitt ár, og 1. mars var hetta tíðarskeiðið avrunnið.
Bjargingarvenjing
týsdagur, 19. februar 2008
Týsdagin 19. februar var bjargingarvenjing fyri Skúoyar kommunu við tyrlu. Vit blivu loraðir niður á Rituna og løtu seinni tiknir uppaftur. Ritan var áleiðis Dalsskorð og var hetta ein sonn upplivan.
Kavaveður á Dímun
leygardagur, 29. desember 2007
Tað er ikki oftani, at stórvegis av kava legst á oynna. Men hendan dagin bar til at gera veruligar kavasmáttur inn í fannir ymsastaðni í brattanum.
Børnini ambæta eisini
hósdagur, 29. november 2007
Sjálvsagt eru børnini við, tá djórini skulu hava neyðugu røktina. Her eru tað Døgg og Sproti, ið rista grasið upp fyri seyðinum.
Garvaði seyðaskinn
mánadagur, 29. oktober 2007
Seinastu mánaðarnar hava vit havt úr at gjørt, við at garva seyðaskinn. Vit byrjaðu beint sum slaktið í heyst var liðugt, og nú eru vit so komin rættuliga væl áleiðis.
Eitt miðal gott slakt
leygardagur, 29. september 2007
Í ár hevur gingið væl við slakti og rakstri. Vektin hevur verið á miðal og eitt kvint uppeftir. Eisini hevur verið væl lamba, so nøgdsemi er av tí besta.
Útgrivið fyri slátur- og vinnuhúsinum
sunnudagur, 29. juli 2007
Tað hevur tikið okkum nógva tíð við útgrevstrinum. Men nú er liðugt at grava út og tá ið várið kemur, verður farið undir at steinseta.
Stórt ferðalag úr Vestmanna
fríggjadagur, 29. juni 2007
Fríggjadagin 29/06-07 fingu vit vitjan av 74 Vestmenningum. Veðrið var ikki av tí besta tíðliga á morgni, men tá ið Silja Star við Vestmonnum kom nærri at oynni, bleiv gott veður.
Forvitnislig vitjan á Dímun
mikudagur, 20. juni 2007
Mikukvøldið 20 juni, umleið klokkan 20.00, fingu vit óvæntað vitjan. Quentin og konan Juliet, sum er ættað úr Fraklandi høvdu lagt leiðina úr Stórabretlandi via Skotland og beinleiðis til Stóru Dímun.
Skeiðvirksemið á Dímun
mikudagur, 23. mai 2007
Í døgunum frá 23 til 25 mai, vóru 7 fólk frá ymiskum tænastudeildum á Landssjúkrahúsinum og hildu skeiðvirksemið á Dímun. Tað vil siga, 6 frá Landssjúkrahúsinum og ein uttanveltaður skeiðleiðari.
Nýggjur veirur í kleivini
hósdagur, 29. mars 2007
Nýggjur veirur er spentur í Kleivini. Hetta bleiv gjørt fyri at hava trygdina í hásæti. Nógv fólk koma sjóvegis um summari og sjálvi nýta vit hesa farleið, tá mjørkin darvar tyrluni at koma.
Kálvarnir avhornaðir
hósdagur, 29. mars 2007
Nú hava kálvarnir fingið brent hornini. Fyrst verða teir doyvdir væl og virðiliga. Síðani brennur djóralæknin við gløðandi heitum jarni niður á hornini. So veksa tey ikki meir. Hetta verður gjørt fyri trygdina.
Seyður aftur í Grønuskor
hósdagur, 29. mars 2007
Hósdagin 3. maj, krossmessudag, sluppu vit 20 seyðum inn í Grønuskor.
Reint vatn
hósdagur, 29. mars 2007
Nú hava vit fingið reint vatn á Dímun. Hetta tólið strálar vatni so vit hava heilsufrøðiliga góðkent vatn.
Havhestaegg
hósdagur, 29. mars 2007
Aftur í ár hava vit verið eftir havhestaeggum. Vit taka eggini norðast á oynni í teimum ovastu homrunum.
Framleiðsluhús á Dímun
hósdagur, 29. mars 2007
Fyrsta heilt ítøkiliga stigið til at gera framleiðsluhúsið á Dímun til veruleika, var tikið leygardagin 2. juni.
Nógvir kálvar á Stóru Dímun
hósdagur, 29. mars 2007
Vit hava fingið nógvar kálvar. Sjálvi hava vit 2 kýr, ið hava fingið hvør sín kálv og 5 hava vit fingið frá Petur Karl á Rana. Í ár hava vit 5 slaktineyt, Hendan myndin talar fyri seg.