Søgan

Tað elsta menn vita um Dímun er tað, ið er skrivað í “Føroyingasøgu”. Hetta er íslendsk bók, skrivað umleið 1200, sum í nýggjari tíð er umsett til føroyskt. Har verður skrivað um Brestir og Beinir, og um drápi á teir, ið fór fram niðri á Rakhellu, ið er hellan undir Kleivini, sum er uppgongin upp til Dímunar

Eisini verður skrivað um viðurskiftini aftaná, tá ið Øssur Leivsson stýrdi oynni, og tá ið hann bleiv myrdur av Sigmundi Brestissyni, av hevndarorsøkum. Hetta kenna vit aftur í Brestirskvæði og Sigmundskvæði eldra.

Tíðin aftaná hesar hendingar og upp til 16. øld er ikki væl kend. Tó kann ein finna upplýsingar í teim ymsu vártings- og løgtingsbókum, jarðarbókum og kirkjubókum v.m. Men hetta er at kalla einans stubbar úr tí søgu, sum tíðanverri er okkum ókend.

Av áhugaverdum kann nevnast søgan um Anniku í Dímun, sum gav manni sínum, bóndanum, gift í matin, fyri síðan at halda saman við einum av húskøllunum her úti. Tó endaði henda søga við sorgleiki, tá ið Sjúrður sveik hana og hon bleiv handtikin, førd til Havnar, dømd og síðan søkt á Havnarvág. Um hetta er skrivað bók.

Harra Klæmint, prestur, átti eisini Dímun. Hann var tiltikin at taka jørð til sín, kosta hvat tað kosta vildi. Nógvar eru søgurnar um, hvussu hann førdi seg fram millum manna, við sviki og ráagerðum, tá fall tann jørð til prest, sum fólk høvdu spælt sær av við og var hetta kalla kirkjujørð. Hevði t.d. ein maður etið kjøt í føstuni, kundi hann verða stevndur og missa alla jørð til prestagarðin, tí hetta var guðsspottan.

Í 1807 komu tveir brøður úr Sumba til Dímunar. Teir itu Janus og Sørin Olesen og vóru úr Ólhúsi, í Hørg. Ætlanin var at báðir skuldu festa oynna, men Janus sveik Sørin og skrivaði oynna einans í sínum navni. Sørin mátti flyta til Sandoy og eru hansara eftirkomarar at finna í Húsavík.

Janus helt fram á Dímun og hesin er tann fyrsti dímuningurin í okkara familju. Vit, systkini eru áttanda ætt eftir Janus Olesen.