Ein gerðandisdagur í Dímun
Ofta verða vit spurd, hvussu okkara gerðandisdagur sær út. Ofta hava vit svarað aftur, at grundleggjandi hava vit helst ein gerðandisdag, ið likist gerðandisdøgun hjá flest øðrum.
Vit byrja dagin ávíst tíðspunkt eins og flest onnur. Hava gerðandisligar uppgávur, t.v.s. at børnini skulu koma í skúla, máltíðir skulu fyrireikast, húsini skulu haldast o.s.fr.
Árstíðin og ikki minst veðri, avgerða í stóran mun, hvat vit ítøkiliga takast við. Tó snúgva uppgávurnar seg fyrst og fremst um røkt av kríatúrunum -seyðinum og neytunum.
Vit siga ofta, at okkara ár byrjar um várið við lembingini. Fyrstu tíðina er avbjóðingin at fylgja væl við, hvussu seyðurin hevur tað.
Seinni á summrinum er avgerðandi at venja seyðin væl, soleiðis at hann er lættur at samla og reka til húsar.
Nakað av ferðafólki vitjar út í oynna á sumri. Hetta eru serliga dagstúrar við báti. Vit fylgja fólki upp og niður í Kleivini, og bjóða kaffi til gestirnar.
Lombini skulu markast og hava heilivág, umframt at ærnar skulu roytast.
Gras skal fáast til høldar seinast á summri.
Í Septembur byrja vit við neyta slátri. Vit slátra árliga einar seks til átta ungtarvar.
Hálvan septembur byrja vit seyðaslátri. Tað tekur okkum einar fimm til seks vikur at fletta seyðin, eini 400-450 seyðir. Hetta er helst tann strævnasta tíðin á garðinum, men samstundis eisni sera spennandi, tí her sæst endaliga úrskurðurin av øllum árinum. Nógv fólk vitja út til okkara hesa árstíð, fyri at luttaka og hjálpa okkum við arbeiðnum.
Um veturin fer nógv av okkara tíð til, umframt viðlíkahald av bygningum, til at garva seyðaskinn. Við garva eini 400 – 500 skinn árliga.
Áðrenn lembing verður seyðurin rikin til húsar og fær neyðugan heiluvág, soleiðis at hann er klárur til lembing.