Gøtugentur í starvsvenjing

mikudagur, 1. oktober 2008


Seinastu tvær vikurnar hava vit havt fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing. Hesuferð vóru tað gøtugenturnar, Heidi og Angelika. Tær ganga í 9. flokki í Fuglafjarða skúla.

Tær fingu roynt eitt sindur av hvørjum. Sjálvssagt var tað árstíðin -heystið, ið setti dagsskránna. Tær vóru við til rakstur,at fletta, at ambata o.s.fr.

Her sita tær og virka til skinn, sum skulu leggjast um gestabøkur. Hesa avbjóðing tóku tær í álvara og við líka góðum huga, sum allar aðrar uppgávur sum teimum vóru latnar upp í hendur.

Leggjast kann aftrat at tær, eins og undanfarnu starvsnæmingar, lógu veðurfastir nakrar dagar, áðrenn tær sluppu til hús aftur.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út