Hundahvølparnir klárir at lata
mikudagur, 29. oktober 2008
Hesir átta hundahvølparnir eru nú klárir at lata fyrsta dagin. Stórur áhugi hevur veri fyri teimum.
Sjálvi skulu vit hava ein eftir. Neyðugt er at seta nýggjar hundar við, so hvørt sum teir eldru koma upp í árini. Við nýggja hundinum -Brá, hava vit fýra seyðahundar.
Hundar okkara eru ein fortreyt fyri at raksturin skal gangast væl.
Her síggjast nakrir av hvølpunum saman við børnunum Sprota, Døgg, Rebekku og Rannvá Louvisu. Væl trívast børnini inni í hundabólinum, nú um dagarnar.
« Aftur