Seyðaskinn
mánadagur, 1. desember 2008
Væl hevur gingist at garva seyðaskinnini á oynni og fleiri senda skinn út til okkara at garva.
Av tí at fólk hava víst stóran áhuga fyri at fáa skinn av egnum seyði, ella ávís skinn garvað, fara vit nú at bjóða okkum til, at garva fyri fólk.
Tá er treytin bert tann at skinnini eru væl saltaði og handfarin, skal úrsliti gerast gott.
« Aftur