Starvslæra og hundalæra

hósdagur, 29. januar 2009


Hjørleif hevur verið í starvslæru seinastu tvær vikurnar. Hjørleif gongur í 9. flokki í Kommunuskúlanum í Tórshavn.

Hann hevur fingist við alt tað, ið hoyrir hesi árstíð til á Dímun. Hann hevur fingist við at garva skinn, mjólka, ambæta seyð, arbeitt við nýggja vinnubygningin og annað.

Sera væl hevur ligið fyri hjá Hjørleifi, ið millun annað hevur mjólkað kúnni á gamlan hátt, við hond, hvønn morgun. So nú hava vit ein avloysara, um tørvur verður á tí.

Við sær hevði hann, nýggja hundin hjá sær, Holly. Tá ein fríløta var, var Hjørleif skjótur oman í bøin, við Holly at venja. Vit hava gjørt okkum rættuliga góðar umstøður til at venja hundarnar og gera sjálvi nógv burturúr at venja okkara hundar hesa árs tíð.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út