Fýra pisur og eitt heimalamb
sunnudagur, 19. apríl 2009
So er fyrsta heimalambi komið í hús. Nú ein góður helmingur av ónum hevur lembt, hildu vit at tíð var komin til at finnað heimalamb.
Í morgun gekk eitt nýlembt lamb og jarmaði uppi í líðini. Tað vísti seg at vera ein tvílemba, sum var farin frá lambinum. Tað hendir seg, at ær taka sterkara lambi við sær og minna liggur eftir. Hesi klára seg ikki leingi einsamøll.
Vorði sum fongur hjá børnunum á Dímun.
« Aftur