Slakt
týsdagur, 20. oktober 2009
Týsdagin 20.10 flettu vit seinastu seyðirnar fyri í ár. Samanumtikið má sigast at árið royndist væl. Skurðurin var heilt góður. Vektin var javnt góð, samstundis sum at vit høvdu eitt stórt lambatal.
Børnini hava nú aldur til at taka lut í slaktinum, og ikki sørt at tey hjálptu og gingu til handa.
Aftur í ár fingu vit góða hjálp frá fólki av fastlandinum, sum ár um ár leita út til hetta arbeiði. Strævnari og minni stuttligt hevði verið, um vit vóru hesu góðu fólk fyriuttan.
« Aftur