Seinastu seyðirnir til hús

mánadagur, 19. oktober 2009


Mánadagin fingu vit seinastu seyðirnir til húsa. Hesir 32 seyðirnir hava gingið norðast í bakkanum.

Av tí at tað er bæði langt og óhøgligt at reka seyðin leiðina heim, hava vit seinastu árini, fingið tyrluna at flutt seyðin heim. Hetta arbeiði gekk bæði skjótt og væl í bestu líkindum.

Tá vit hava rigga av og fingið eitt sindur av hvíld, fara vit at byrja uppá garvingina.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út