Gleðilig Jól

hósdagur, 24. desember 2009


Vit á Dímun, vilja her nýta møguleikan at ynskja øllum, eini góð og hugnalig jól. Vit eru aftur í ár so heppin, at hava fleiri jólagestir. At vera fleiri herúti hesa høgtíð, setur sjálvsagt ein serliga hugnaligan dám -bæði hjá ungum, sum eldri.

Eisini vilja vit ynskja øllum eitt eydnuberandi nýggjár og takka øllum sum á ymsan hátt hava hjálpt og glett okkum, í hesum hendingaríka árið. Hetta árið hevur veri ómetaliga nógv at gjørt herúti. Vit høvdu sett okkum høg mál, fyri hvat skuldi náast. Nú tá, ið árið tekur at hallað, kunnu vit líta aftur um og verða serstakliga væl nøgd.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út