Húsið tikið í nýstlu

mikudagur, 2. desember 2009


Eins og undan farin ár, nýta vit ein stóran part av vetrartíðini, at garva seyðaskinn. Nakað nýtt er, at vit so smátt hava tikið nýggja bygningin í nýstlu. Ein part av loftinum, hava vit innrættað til at turka skinnini.

Meiningin er seinni í ár, at fáa samla øll garvitólini í nýggja vinnubygninginum.

Hin helmingurin av bygninginum skal, sum flestum kunnugt, nýtast til slátur. Vit miða ímóti at hava tann partin av bygningum góðkendan av heilsufrøðiligu starvsstovuni til heystar.

Nú vit aftur hava stóra skinngoymslu, hava vit eisini lagt eitt breitt úrval av skinnum á søluteigin á heimasíðuni.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út