Næmingar í starvslæru
sunnudagur, 28. februar 2010
Vit á Dímun hava verið so heppin, at havt vitjan av tveimum vágagentum, farnu tvær vikurnar. Tað eru nevniliga Tórunn og Durita frá Miðvágs- Sandavágsskúla, sum hava veri í starvslæru her á garðinum.
Tær hava verið við í øllum arbeiðið, sum hoyrir hesu árstíð til á Dímun.
Millum annað hava tær tikið sær at seyði og neytum í fjósinum og hjálprt til við at garva seyðaskinn.
Vit øll her úti –ikki minst børnini, hava havt stóra gleði av teirra vitjan og fara at sakna tær, nú tær fara heim í morgin
« Aftur