Venjing gevur úrslit
mikudagur, 10. mars 2010
Hesa árstíð hava vit sera góðar umstøður at venja hundar . Haraftrat er gott at vera klárur til várraksturin, ið liggur stutt fyri framman.
Vit venja inni á bønum, har vit hava nakrar gimbrar, sum hóska væl til endamálið. Týðandi er at taka sær stundir til at venja og halda hundunum til, bæði teimum yngru, sum eldru.
Sjálvi hava vit fýra vandar tíkar. Hundarnir hjá okkum eru heilt avgerandi í rakstrinum. At vit hava góðar og væl vandar hundar ger, at vit fáment klára raksturin uttan stórvegis baks.
« Aftur