Sláturvirkið

týsdagur, 23. mars 2010


Í gjár og í dag hava vit fingist við at fáa sjálva sláturlinjuna upp at hanga. Tað er Nomatek, sum hevur staðið fyri hesum arbeiði. Matvørulógin kemur fyri á tingi fyrsta dagin og spennandi verður, hvussu hon verður móttikin.

Matvørulógin gevur møguleika fyri at nýggja sláturhúsið verður løggildað. Hetta meta vit verða eitt stórt og virðiligt frambrot í kjøtframleiðsluni á Dímun.

Nú á døgum verða stór krøv sett til vøru, sum verður handla. Hetta er serliga kent innanfyri fiskavørur, vistfrøðiligar vørur og útlendskar vørur. At føroysk kjøtframleiðsla eisini líkur heilsufrøðilig og siðfrøðilig krøv halda vit er eitt minsta krav, skulu vit hava eina virðuliga kjøtframleiðslu í Føroyum.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út