Tilflyting á Dímun
týsdagur, 1. juni 2010
Fyrst í maj mánaði fluttu Janus úr Dímun og Erla Olsen út til Dímunar. Tey koma, saman við okkum, at arbeiða á garðinum. Janus er uppvaksin herúti, meðan Erla er uppvaksin í Vestmanna.
Janus og Erla hava vitja nógv herúti seinastu tíðina og hava fylgt arbeiðinum á oynni. Stuttligt er at fólk við góðum hugi leitar hendanvegin.
« Aftur