Sláturhúsið fingið løggilding

mikudagur, 8. september 2010


Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur í dag verið í Dímun og eftirhugt sláturhúsið og umstøðurnar annars til slátur. Starvsstovan hevur góðtikið umstøðurnar herúti og harvið játtað løggildan av sláturhúsinum.

Í løtuni eru vit einasta virkið, ið er løggildað til slátur.

Tað er ein stórur dagur, at hava fingið hesa løggilding staðfestað. Vit hava arbeitt miðvíst og nýtt hvørja fríløtu, at fyrireikað og byggja henda bygning. Útgrevsturin byrjaði 2. juni 2007, so tað er nógv tíð farin við hesum arbeiði og nógv góð fólk hava veitt hjálpandi hond.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út