Fletting

mánadagur, 20. september 2010


Fyrsta fylgið varð flett 20.sep. Vit fletta í nýggja sláturhúsinum og tað riggar heilt væl. Her síggjast eftirlitsfólkini av starvsstovuni.

Vit eru so heppin at hava fólk, ið taka sær tíð at vitja út og hjálpa til á hvørjum árið. At hava gott og væl roynt fólk til hjálpar, er avgerðandi fyri at arbeiði skal ganga væl.

Í dag vóru vit inni í Grønuskorð eftur veðrum. Raksturin gekk væl, veðranir eru flettir og hanga nú í hjallinum. Vektin á teimum nítjan veðrunum var javnt heilt góð.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út