Góðar umstøður at garva skinn

leygardagur, 29. januar 2011


Hesa árstíð hava vit nógv um at vera. Hetta er tíðin, tá vit garva seyðaskinn.

Í ár vænta vit at garva eini 450 skinn. Størsti parturin av skinnunum er frá okkara egna seyði, haraftrat hava vit keypt ein part frá meginøkinum. Hetta gera vit fyri at vaksa um framleiðsluna og fyri at fáa meiri av spennandi litum, ið eru serliga eftirspurdir. Hetta eru burturav morreyð og grá skinn. Eisini eru tað fleiri sum senda eitt ella nøkur skinn út higar at garva.

Í ár gongur alt garviarbeiðið fyri seg eysturi í nýggja framleiðsluhúsinum. Áður hevur tað verið eitt sindur tvørligt, tá ymsu maskinurnar hava staðið undir taki runt allan garðin. At alt arbeiðið er samla undir einum taki ger, at arbeiðið er bæði hugaligari og væl effektivari.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út