Næmingar úr Nám X

leygardagur, 5. mars 2011


Í tvær vikur hava Rannvá Arnadóttir og Kristvør Andreasen verið í starvslæru í Stóru Dímun. Tær ganga í Nám X, í Eysturskúlanum.

Tær hava luttikið í øllum arbeiði, sum hoyrir til á garðinum hesa árstíð. Tær hava m.a. ambatað í fjósinum, fingist við skinnarbeiði, og í morgun skipaðu tær fyri ítróttartíma í skúlanum. Tær hava eisini roynt at liggja veðurfastar. Tær sluppu ikki heim í vikuskiftinum fyri veður, og í dag var heldur ikki veður hjá tyrluni, at koma eftir teimum. Hetta tóku tær ikki so tungt, tær funnu sær skjótt okkurt fyrifallandi arbeiði, heldur enn at sita hendur í favn.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út