Sornhúsið reist og innilokað

sunnudagur, 1. mai 2011


Vit hava í longri tíð havt ætlanir um at byggja eina smáttu, soleiðis at vit kunnu útvega hóskilig høli til skúla og búðstað til lærara. Avgerð bleiv tikin um at byggja smáttuna í gomlu Sornhúsgrundina.

Hósdagin 28 apríl, vóru elementini til Sornhúsið flogin út. Tað er fyritøkan SperrCon, ið hevur smíðað elementini og teir vóru somuleiðis herúti og reistu og innilokaðu húsini.

Arbeiði at flúgva tilfari út gekk av tí besta og beinanvegin varð farið undir at samla elementini.

Arbeiðið hjá Sperrcon var væl fyriskipað og sunndagin, tá teir fóru heimaftur, var Sornhúsið innilokað.

Um húsið ikki stendur liðugt innrættað til skúlabyrjan í august, so vóna vit at fáa tey liðug tá heystið líður.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út