Útstappað veðrahøvd

sunnudagur, 1. apríl 2012


Vit hava havt vitjan av Jens-kjeld í nakrar dagar. Hann hevur lært okkum, hvussu hann garvar og útstappar seyðarhøvd.

At garva veðrahøvd er ikki nakað, sum verður gjørt eftir fáum døgum. Men nú hann hevur verið her nakrar dagar, er fyrsti partur av arbeiðinum liðugt.

Áhugavert er at fáa innlit í hetta serliga handverk. Tveir næmingar úr 10. flokki frá Felagsskúlanum á Oyrabakka, tóku eisini lut í hesu uppgávu. Tær eru Rebekka Kallsoy og Turið Sigtórsdóttir, sum hava veri herúti seinastu tvær vikurnar í starvslæru.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út