Flokksfelagir úr Skúlanum á Fløtum vitja Dímunar Skúla

fríggjadagur, 30. oktober 2015


Í Dímun eru vit sera fegin um samstarvið við Skúlan á Fløtum. Hetta samstarv innber at børnini í Dímun, eru partur av flokkum í Skúlanum á Fløtum.

Børnini úr Dímunar Skúla eru nakrar vikur um árið í Havn í skúla, men børnini úr Havn vitja eisini hendanvegin. Millum annað hava vit vinarbólkaskipan, soleiðis at børnini í smærri bólkum vitja hendan vegin.

Týsdagin komu Ólavur, Jóhannis, Karin Elisabet og Maiken úr 6. e at vitja Døgg. Ætlanin var at gista eina nátt, men veðrið vildi tað soleiðis at tey gistu tvær nætur. Sostatt fingu vit stundir til eitt sindur av hvørjum. Vit gingu túrar, hjálptu til í fjósinum og vóru ein dag í skúla í Dímun.








« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út