So komu fyrstu lombini til jørðina

2. apríl 2015


Í góðveðrinum í morgun róku vit tvær gongur, -Heyggin og Klettin. Tá hesar nú hava fingið heiluvágin fyri orm, eru tær klárar til lembingina.

Fyrsta ærin gekk longu við sínum tveimum lombum. Bæði lomb og ær vóru í góðum standi, so vit vóna, at tað gjøgnumgangandi verður eins gott. Seyðurin, vit høvdu á hondum í dag, tyktist at vera í heilt góðum standi.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út