Starvsnæmingur í Dímunar skúla

8. februar 2015


Seinsu tvær vikurnar hevur Karstin í Húsinum veri í Dímun í starvslæru. Hann gongur í 9. flokki í Kollafjarðar skúla.

Fyrru vikuna royndi hann seg sum lærara í skúlanum. Tað er helst nakað ørðvísi undirvísing, enn hann sjálvur er vanur við. Í Dímun eru, bert tveir næmingar. Hann tók virknan lut í undirvísingini, m.a. gekk dansurin listuliga onkran dagin.

Seinnu vikuna royndi hann bóndalívið í Dímun. At fáast við seyð er ikki ókent fyri Karstin og tað sást eisini aftur í arbeiðinum. Her var hann serliga við til at røkja fjósið og at garva skinn.

Stuttligt við so hugaðum ungfólki.
 




« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út