Jónvør í starvslæru á Dímunargarði.

hósdagur, 27. november 2014


Jónvør Olsen er í løtuni í starvslæru hjá okkum á Dímunargarði. Hon býr á Viðareiði og gongur í 10. flokki í skúlanum í Ziskatrøð í klaksvík.

Í morgin er starvslærutíðin umliðin, tá hon hevur verið herúti í tvær vikur.

Hon hevur sjálvsagt luttikið í øllum tí arbeiði, ið hoyrir árstíðini til. Serliga er tað arbeiðið við skinnum og at røkja fjósið, ið tíðin er farin við.

Jónvør hevur stóran áhuga fyri landbúnaði sum heild og umhugsar at fara á landbúnaðarskúla, tá hon er liðug í fólkaskúlanum.

Tað er so sera stuttligt, fyri okkum herúti, at fáa vitjan av so røskum og hugagóðum ungfólki. Tað eru júst hugaði ungfólk, ið skulu tryggja ein føroyskan landbúnað í føroyum framyvir.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út