Garvingin gongur væl

sunnudagur, 29. apríl 2012


Eva og Birita hava verið á garðinum, í starvslæru seinastu tvær vikurnar. Umframt at ambæta seyðum og neytum, hava tær eisini veri við í garvingini.

Hesar vikurnar, er nógv tíð farin til garvingina. Annað arbeiði gjørdi, at vit komu heldur seint í gongd við garvingina í vetur, í mun til undanfarin ár. Tískil mugu vit dríva á, fyri at gerðast liðug til várs, -helst áðrenn lembingina.

Í størsta mun eru tað okkara egnu skinn vit garva. Haraftrat keypa vit nakað av skinnum frá bóndum á meginøkinum. Hetta eru skinn, ið hava mest eftirspurdu litir, so sum morreytt og grátt.

Eisini senda fólk einstøk skinn at garva. Eru fleiri, ið ynskja eitt ávíst skinn garvað í ár, er at fáa tey út sum skjótast.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út