Sornhúsið klárt at taka í nýstlu
fríggjadagur, 18. mai 2012
Húsið, sum vit hava bygt á gomlu sornhúsgrundina, er nú klárt at taka í nýstlu.
Ætlanin við húsinum er í fyrsta lagi, at útvega hóskiliga skúlastovu til undirvísing og egnan bústað til lærara.
Í øðrum lagi ætla vit at leiga húsini út í summarfrítíðini. Hetta er neyðugt fyri at hendan íløgan ikki skal tyngja fíggjarliga raksturin av garðinum ov nógv.
Haraftrat er tað hugaligt at kunna bøta um møguleikarnir hjá fólki at vitja Stóru Dímun.
« Aftur