Rossaflutningur

leygardagur, 22. februar 2014


Í morgun fleyg tyrlan hjá Atlantsflog ein hest til Dímunar og eina ryssu av oynni til Sands.

Hesturin, ið kom út í dag, er Skinnfaksi, ein eldri føroyskur hestur, ið er ætlaður børnunum, at hava gleði av.

Ryssan, ið varð flutt av oynni, er Sedna, ein 4 ára gomul ryssa.

Sostatt eru í løtuni, tvey ross í Dímun. Tey eru bæði av føroyska slagnum.

Umframt at vit halda tað vera hugaligt at hjálpa til í aliarbeiðinum av føroyska rossinum, hava børnini herúti stóra gleði at rossunum.

 
















« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út