Brúdleyp

19. mai 2012


Leygardagin 19.05 giftust Eva og Jógvan Jón úti í Dímun. Vígslan var í kirkjugrundini og veistlan stóð í framleiðsluhúsinum.

Veðrið var av tí besta hendan dagin og sannur hátíðardámur kendist, tá brúdleypsgestir í stórum tali, komu til oynna hendan dagin.

Umframt at hava væl skipaðan føroyskan dans spældu systkini av Kamarinum til dans um náttina.

Samanlagt vóru vit 94 fólk á oynni hendan dagin.

Ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum gjørdu okkum dagin til nakað heilt serligt.












« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út