Veðrar í Grønuskor og verið eftir havhestaeggum

týsdagur, 20. mai 2008


Aftur í ár hava vit sloppið 20 veðrum inn í Grønuskor. Seinasta ár royndis væl og vit kundu ikki bara okkum við at sleppa aftur.

Eftirspurningur av hesum vælsmakkandi kjøti er stórur og sjálvandi kunnu vit heldur ikki halda okkum frá hesi delikatessu.

20. mai vóru vit eftir havhesteggum. Vit fingu 135 egg, og sigast kann, at tað er bert ein triðingur av tí, vit vanliga plaga at fáa, har sum vit vóru. Tað er eingin ivi um, at havhesturin í tí økinum, har vit tóku havhestegg, er minkaður.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út