Manningin á Argjabátinum á Dímun.

sunnudagur, 4. mai 2008


Magnus og manning fingu seg royndar við línu niðri á Kleivini. Teinurin niður er 50 metrar, so onkrir summarfuglar hava helst gjørt um seg.

Vit á Dímun fingu eisini høvi at royna okkum, og ikki kann sigast annað, enn at tað var ein framúrskarðandi uppliving.

Manningin hugnaði sær frálíkt hesar dagar og vóru somuleiðis til stóra hjálp, tá køsturin skuldi spjaðast út um bøin. Urtagarðurin fekk somu lagnu og er tí somuleiðis klárur at sáða.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út