Her hongur ein í berginum
leygardagur, 3. mai 2008
Hesin nýggi háttur at síga, kallast rapelling. Línan verður sett føst og síðani blaka oman av eggini. Eingin at draga ella lora.
Síðani spenna seg fastan við nøkrum spennum og selum. Eftir hetta verður línan stungin upp ígjøgnum eitt so kallað áttatal og bugt uppum. Eftir hetta verður áttatalið sett fast í spennið og mannin. Línan glíður ígjøgnum hetta áttatal og ger, at næstan einki skal til fyri at halda sínari egnu vekt.
Á hinum endanum stendur ein sum trygd. Hálar viðkomandi niður, hongur maðurin fastur í línuni.
So alt í alt. Góð trygd og áhugaverdur rapellutúrur.
« Aftur