Skjótt gekk árið
leygardagur, 1. mars 2008
Nú eru Jóhan Petur, Linda, Rebekka og Rannvá Louvisa aftur búsitandi í Havn. Tey skuldu vera herúti í eitt ár, og 1. mars var hetta tíðarskeiðið avrunnið.
Tey fýra hava luttikið í øllum arbeiði saman við okkum. Tað at vit hava veri so mannsterk í eitt ár, hevur eisini gjørt tað møguligt at fáa meira frá hondini, enn vit annars høvdu megna.
Herúti er saknurin sjálvsagt stórur, men vit vita at várið er í hondum.
« Aftur