Eitt miðal gott slakt

leygardagur, 29. september 2007


Í ár hevur gingið væl við slakti og rakstri. Vektin hevur verið á miðal og eitt kvint uppeftir. Eisini hevur verið væl lamba, so nøgdsemi er av tí besta.

Í ár hava vit eisini roynt at havt seyð í Grønuskor, fyri fyrstu fer seinastu 25 árini. Hesir veðrar hava eisini havt eitt gott ár. Hetta vóru veðurlomb um 20 pund seinasta slakt, ið sluppu at royna eitt ár avtrat. Hesir 7 vigaðu í ár frá 55 til 64 pund.

Nú vantar bert Gongan, ið helst verður rikin komandi viku.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út