Forvitnislig vitjan á Dímun

mikudagur, 20. juni 2007


Mikukvøldið 20 juni, umleið klokkan 20.00, fingu vit óvæntað vitjan. Quentin og konan Juliet, sum er ættað úr Fraklandi høvdu lagt leiðina úr Stórabretlandi via Skotland og beinleiðis til Stóru Dímun.

Ikki kann sigast annað at tey vóru sera vinarlig og líkatil. Tað var sum hann var komin heimaftur, sum hann málbar seg. Tey bæði vóru náttina yvir og hildu síðani leiðina til Íslands hósmorgunin, har tey skuldi leverað tyrluna til ein vinmann sum tey kendu. Quentin sum bretin eitur, arbeiddi sum lærari. Tað vil siga hann lærdi fólk at flúgva tyrlu. So óivað visti hann, hvat hann gjørdi, tá ið hann og konan høvdu avgjørt at flúgva allan hendan langan vegin í einari lítlari tyrlu. Annars kundi Quentin siga frá, at hann hevði stórt sæð verið runt allan knøttin uttan í Australia, men hagar væntaði hann eisini at koma einaferð. Ein rættur ævintýrari.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út