Seyðarhøvdini sviðin

28. oktober 2013


Seinasta vikuskiftið fór m.a. við at svíða seyðarhøvdini, ið hava ligið fryst síðani slaktið endaði fyri áleið trimum vikum síðani. Okkum dámar best, at hava høvdini fesk.

Tí verða tey, við tað sama, fryst ósviðin, tá seyðurin er flettur. Tey verða so tikin upp til at svíða, tá vit hava tíð til at fáast við tað.

Fyrst í vikuni blivu tey tikin upp at tina/todna, síðani klipt nøkulunda, og klárt var at svíða til vikuskiftið. At svíða eina rúgvu av seyðarhøvdum er ikki løtuverk, men við góðari hjálp úr Vestmanna gekk hetta arbeiðið heilt væl, og tá vikuskiftið fór at halla, lógu tey aftur í frystarnum, klár at kóka.






« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út