Havhestaegg

hósdagur, 29. mars 2007


Aftur í ár hava vit verið eftir havhestaeggum. Vit taka eggini norðast á oynni í teimum ovastu homrunum.

Vit eru tvær ferðir í sama staði, fyri at fáa fesk egg. Fyrstu ferð vóru vit 19 maj og vit fingu 20 egg. Hetta er ikki nógv, tí vanliga eru at fáa eini 100 egg hvørja ferðina.

Aðru ferð, tað var 21 maj, fingu vit 84 egg. Tískil kann staðfestast at havhestastovnurin har, bæði er farin at verpa seinni, og er minkaður seinastu árini.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út