Áhugaverdur málningur komin til Dímunar

sunnudagur, 23. juni 2013


Fríggjadagin kom, uml. 90 ára gamli, málningurin av Guðruni, Blindabónda og dóttrini Helenu, út til Dímunar.


Á málninginum síggjast bóndahjúnini Janus Johannesen og Guðrun Johannesen, f. Anthoniussen saman við eini dóttur teirra Helenu.

 

Um tey er hetta at siga:

Janus, Jens Johannesen f. 1862, d. 1918, festi oynna eftir pápa sín Óla Jákup, ”Gamlibóndi” nevndur, í 1887.

Hansara lívssøga bleiv sermerkt; tvær konur og átta børn doyði frá honum, áðrenn hann sjálvur doyði í einari vanlukku í bjørgunum. Eftir hann sat tann triðja kona hansara Guðrun, fimm døtrar og tann sætta á veg.

40 ára gamal fór sjónin at bila, og aftaná nøkur fá ár gjørdist hann heilt blindur. Eftir hetta bleiv hann róptur ”Blindibóndi”

Janus var dugnaligur bóndi og í hansara tíð var nógv fingið av skafti. Sjálvt eftir at sjónin fór at bila helt hann áfram, líka til hann fall í bjørgunum vestanfyri á oynni.

 

Guðrun, Anna Guðrun Jakobina Anthoniussen f. 1880, d. 1954, var úr Tøvuni í Húsavík. Hon giftist við Janus í 1905. Tey fingu 6 børn saman

Aftaná at Janus var farin, giftist Guðrun uppaftur við Hendrik Hendriksen, niðri í Búð, í Skúgvi.

Eftir nøkur fá ár saman á Dímun fluttu tey til Skúvoyar at búgva. Tá hevði Óla Jákup, sonur Janus, yvirtikið garðin. Guðrun og Hendrik fingu tvey børn saman

 

Helena, Helena Letara Jensen f. 1915, d. 1986, var næstyngsta dóttur hjá Janusi og Guðrun. Hon búði niðri tað mesta av lívinum. Hon var ógift.

 

Um málningin er at siga at hann er málaður av Kristin í Geil. Allarhelst er hann málaður eftir at Janus er deyður, møguligani í 20num. Tað tykist sum málarin hevur havt tvær fotomyndir at mála eftir, eina av Guðrun og Helenu og eina av Janusi.

Guðrun hevur havt málningin hjá sær í Skúgvi, og er hann farin í arv eftir hana. Fyrst í 70num hevur Sparikassin keypt hann, men longu í '76 keypir ommusonur Guðrun, Hans Mannbjørn Tórarenni hann aftur, og kemur málningurin tá aftur til Skúvoyar at verða.

Dóttur Hans Mannbjørn, Àsbjørg Skorastein hevur so sett seg í samband við okkum og bjóða okkum málningin, við tí í huga at hann umboðar ein part av søguni her á oynni.

 

Hetta eru vit sera fegin um, tí hetta hevur høgt virði fyri okkum og oynna. Vit takka Ásbjørg og manninum Sigurdur fyri teirra umhugsni.


« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út