Sjóvegis vitjanir
týsdagur, 11. juni 2013
Seinastu dagarnir hava fleiri gestir leita út til Dímunar, sjóvegis.
Seinastu dagarnir hava fleiri skip vitja út við ferðafólki. Hósdagin gjørdi Norðlýsi ársins fyrsta túr til Dímunar. Hetta vóru fuglfirðingar, ið vitjaðu út. Leygardagin var Thorshavn sín fyrsta túr. Ætlanin er at gera fleiri leygardagstúrar út í summar. Thorshavn sigldi úr Hvalba til Dímunar og tá gerst siglingstíðin ikki so drúgv. Leygardagin tók tað Torshavn ein góðan tíma at sigla úr Hvalba til Dímunar.
Mánadagin lá skúlaskipið Georg Stage útfyri oynnað, meðan næmingar sigldu inn við smábátum. Næmingarnir gjørdu ein skjótan túr niðan á oynna. Hendan vitjanin til Dímunar kom í lag, tí Janus sjálvur var næmingur á Skúlaskipinum fyri nøkrum árum síðani.
Tað setur sannan summardám, at fáa slíkar vitjanir til oynna.
« Aftur