Frískúlin í Havn á seturskúla í Dímun
mánadagur, 3. juni 2013
Í farnu viku vóru næmingar og lærarir av frískúlanum í Havn á seturskúla í Dímun.
Hetta vóru børn úr elsta bólki í Frískúlanum, sum vitjaðu. Tey vóru 11 næmingar og 4 lærarar.
Umframt at hyggja seg um og hjálpa til á garðinum, framførdu tey eisini leik fyri okkum.
Tað var leikurin um Anniku í Dímun tey framførdu og tað var sera forkunnugt og spennandi at sýggja hendan leikin framførdan á sjálvum staðnum har søgnin gongur fyri seg.
« Aftur