Útstappað veðrahøvd
Vit hava nøkur útstappað veðrahøvd til sølu. Eisini er møguligt at senda okkum veðrahøvd út, sum vit útstappa.
Seinastu tíðina hava vit fingist eitt sindur við at útstappa veðrahøvd. Jens Kjeld Jensen, ið hevur verið herúti og lagt okkum lag á. Tað er ein drúgv og spennandi avbjóðing at endurskapað eitt seyðarhøvd.
Um onkur vil hava eitt veðrahøvd útstappað, er vert at vita, hvussu høvd og skinn skal hagreiðast.
1. Tak mynd av veðri, áðrenn hann verður slaktaður. Beint inn á høvdi og vangamynd.
Hetta er fyri at vit kunnu endurskapað so væl sum gjørligt. Høvdi broytist, tá tað verður fryst.
2. Fryst høvdi eftir tveimum tímun.
3. Tá skinni er kølnað, salta tað væl. Ikki balla kantar inn.
Ikki skera/snøgga skinni framman. Vaska blóð av, áðrenn salta verður
Aftur
Einans