Source : www.spiskamarid.com

Spískamarið í Stóru Dímun
So er klárt til enn eitt ævintýr við Spískamarinum og í kvøld gongur tað vilt fyri seg, tá Gutti fer til Stóra Dímun at luttaka í tarvaslakti.
Saman við familjuni í Dímun og kenningum lærir Gutti at drepa, fletta, skera sundur og hagreiða seks tarvar. Eisini gongur Gutti ein túr kring oynna fyri at henta bjargahvonn í Grønuskor. Heima aftur á garðinum hentar Gutti alskins urtir og grønmeti millum húsini, meðan hann lærir gerandislívið í Stóra Dímun at kenna. At enda verður bjóðað til eina sanna kjøtveitslu, úti í garðinum fyri familju og kenningum, tá stóru og saftigu kjøtbitarnir enda á grilluni.
Tað er sonn matgleið. Vælkomin til Spískamarið!
« Aftur / Back