Ikonir


Broadcaster / Source

Year

Video

Radio

Gallery

Articles


Shear :

Við Tórði á túri: Stóru Dímun

Bóndafólkini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru felags um allar uppgávurnar á garðinum saman við yngru hjúnunum. Eva greiðir frá arbeiðnum at garva skinn í nýggja framleiðsluhúsinum, og Jógvan Jón ger klárt til raksturin í morgin.


Fyrri Partur


Stóra Dímun er minsta oyggj í Føroyum, har fólk búleikast. Her búgva fýra vaksin og trý børn.

Júst í hesum døgum reka tey allan seyðin heim til hús, so hann kann fáa heilivág, áðrenn lembingin kemur fyri um fáar dagar. Veturin hevur verið óvanliga harður, men kortini halda tey, at seyðurin er hampiliga væl fyri. Lærarin Hilmar Joensen hjálpir til í rættini.



Mynd: Kringvarp Føroya

Yngru hjúnini í Stóru Dímun, Erla og Janus úr Dímun, fluttu út higar at búgva í eitt ár í fyrsta umfari. Nú hava tey verið í fýra ár og tey trívast væl. Síðani hava tey fingið sonin Óla Jákup, sum skjótt verður tvey ár, og í summar kemur eitt barn afturat.

Bóndafólkini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru felags um allar uppgávurnar á garðinum saman við yngru hjúnunum. Eva greiðir frá arbeiðnum at garva skinn í nýggja framleiðsluhúsinum, og Jógvan Jón ger klárt til raksturin í morgin.

Í Dímun hava tey neyt sum mjólka væl, og yngri Janus kirnar smør til húsarhaldið. Nú hevur hann eisini fingið útgerð at gera ost við.

Gamli Janus, ið fyllir 90 ár hesa vikuna, greiðir frá abba sínum Janusi, ið var starblindur og varð róptur blindi bóndi. Hann var kortini við í øllum arbeiði og hann datt oman, tá teir vóru til bjarga. Fyri stuttum kom málningur hjá Kristini í Geil av blinda bónda aftur til Dímunar. Hann hevur verið í Skúvoy í mong ár.

10 ára gamla Døgg greiðir frá smáu hønunum, ið verpa 18. hvønn tíma. Hon og beiggin Sproti eiga fleiri ymisk djór á garðinum.

Hans Jákup Petersen frá SEV er við í tyrluni út í Dímun, og meðan tyrlan er í Suðuroy, ger hann onkra broyting við el-motorin í oynni.


Hoyr fyrra part her »

Myndir frá fyrru sendingini í Stóru Dímunu kunnu síggjast her »

Seinni partur



Mynd: Kringvarp Føroya

Annars byrjar dagurin við at mjólka. Húskini bæði skiftast um at mjólka eina viku í senn, og í morgun er tað Jógvan Jón Petersen, sum mjólkar. Neytini eru av norskum slag, men tey eru nakað tung og mjólka eisini í meira lagi til nýtsluna í oynni. Konan, Eva úr Dímun, festari, sigur, at tey ætla at fáa sær neyt av Jersey-slagnum, ið eru smærri og góð beitidýr. Tey hava gjørt royndir við ísáðing á Sandi.

Fyri kortum eru bæði sethúsini høvuðsumvæld. Janus úr Dímun yngri greiðir frá, at tey leggja dent á, at húsini skulu hava sama snið, sum tey altíð hava havt.
 


Mynd: Kringvarp Føroya

Á fjalli í dag eru Eva, Jógvan Jón og Janus, og aftuat sær hava tey fleiri dugnaligar hundar.

Dímun hevur samstarv við Kommunuskúlan í Havn, ið sendir lærarar út at undirvísa teimum báðum børnunum í oynni, Døgg og Sprota. Hesa vikuna er Hilmar Joensen lærari, og hann er fegin um at sleppa til Dímunar. 10 ára gamla Døgg Jógvansdóttir úr Dímun greiðir frá, hvussu tað er at vera barn í Dímun. Hon væntar, at hon ein dag verður bóndi í Dímun. Vit hoyra eisini Døgg spæla eitt stykki á violin saman við Hilmari, sum spælir harmoniku.

90 ára gamli Janus úr Dímun greiðir frá kirkjuni og kirkjugarðinum. Pápi hansara datt oman og er tann seinasti, ið er grivin her. Hetta hendi tveir mánaðir eftir, at Janus var føddur.

Saman við Janusi úr Dímun yngra eru vit niðri í Kleiv, sum er kend úr Føroyingasøgu, tá Brestir og Beinir flýddu undan Tróndi, og her varð tann navnframa Annika úr Dímun flutt til Havnar at verða dømd.

Hjúnini Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen hava nú rikið garðin í Dímun í 11 ár, og tey halda framvegis, at oyggin er spennandi. Eva sigur, at um Jógvan Jón ikki hevði áhuga fyri garðinum, hevði hon heldur ikki verið her. Tað er áhugin og trivnaðurin, ið telur mest, sigur Eva. Síðani lundin hvarv, hava tey ment fleiri hjávinnur á garðinum. Tey garva skinn, hava neyt og dyrka røtur og annað afturat sjálvum seyðahaldinum, sum framvegis er høvuðsvinnan.


Hoyr seinna part her »

Myndir frá fyrru sendingini í Stóru Dímunu kunnu síggjast her »


« Aftur / Back