Ikonir


Broadcaster / Source

Year

Video

Radio

Gallery

Articles


Author : Óli Jacobsen
Source : Sosialurin
Shear :

Greinarøð um Stóra Dímun í Sosialinum

Óli Jacobsen hevur práta við Janus úr Dímun um lívið á Stóru Dímun fyrr og nú


Oldurabbin, abbin og pápin duttu oman

Í mun til sína stødd mann Stóra Dímun vera ein tann kendasta av okkara oyggjum, ikki bert í Føroyum men eisini úti í heimi. Vit hava tosað við Janus úr Dímun um søguna hjá Dímun og lívið í oynni


Tað hevur verið trupult hjá mongum at hugsa sær til, at tað skal kunna bera til hjá einum einsamøllum húski at búgva á eini oyggj, sum er so illa atkomandi. Eitt er, hvat ið kann gerast í dag, men so at hugsa sær til, at hetta eisini kundi bera til í eini tíð við snøgt sagt ongum hentleikum.
Men hvussu var at búgva í Dímun?. Vit hava hitt tann 86 ára gamla Janus úr Dímun, sum hevur búð nærum alla sína tíð í oynni, og sum hevur upplivað allar broytingar, sum hava verið í Dímun.
Frásøgnin hjá Janusi er beinagrindin í hesi røð. Onkur ískoyti eru til frásøgnina hjá Janusi. Hetta er fyrst og fremt úr bókini hjá Johannes Johannessen á Toft um “Hús og húski í Dali” við ískoyti um “ættarbond og brot úr Dímunar søgu.” Eisini er millum annað tikið úr grein hjá Sverra Patursson við søgubrotum úr Dímun.

Stóra Dímun er 2.65 Km2 til støddar. Hæddin er 395 m á Høgoyggj. Sjálv bygdin liggur í um 100 metra hædd.

Byrjar við Brestir og Beinir
Tað fyrsta vit vita um Dímun er frá Føroyingasøguni. Har verður skrivað um Brestir og Beinir, og um drápið á teir. Tað fór fram niðri á Rakhellu, ið er hellan undir Kleivini, sum er uppgongin upp til Dímunar.
Eisini verður skrivað um viðurskiftini aftaná, tá ið Øssur Leivsson stýrdi oynni, og tá ið hann av hevndarorsøkum bleiv myrdur av Sigmundi Brestissyni. Hetta kenna vit aftur í Brestirskvæði og Sigmundskvæði eldra.
Men øldirnar aftaná er ikki nógv at frætta av oynni.
Men í 1539 teknar svenskarin Olav Magnus eitt kort av Føroyum. Á tí eru níggju oyggjar. Streymoy er minsta oyggin og Stóra Dímun er tann størsta sambært hesum korti.

Annika í Dímun
Tann fyrsti bóndin í Dímun, vit vita navnið á, er Skógangs Jógvan. Hetta hevur verið onkuntíð millum 1570 og 1590. Hann var giftur og átti son og dóttir. Sonurin æt Tróndur. Hann var dugnaligur og sterkur, men latur. Konan doyði, og Jógvan giftist aftur við Anniku, dóttir Tummas Jørundson, sýslumann á Sandi. Hetta var ímóti hennara vilja. Hon var longu trúlovað við Sjúrð, húskalli hjá pápanum.
Men tey fingu ein son sum kallaðist Lýðar, og hann gjørdist av raskastu monnum. Søgan um Anniku er annars væl kend. Hon beindi fyri manninum, sum hon varð noydd at gifta seg við. Annika vardi borg á Dímun saman við Sjúrði men varð at enda svikin av honum og tikin. Hon varð druknað á Havnarvág í 1589.
Tá verður pápi Anniku ovasti myndugleiki á oynni, og Tróndur bleiv uppsitari.
Annika hevur í nútíðini fingið eitt slag av hetjustøðu í Føroyum. Í dag hava vit aftur eina “Anniku í Dímun.” Hon er dóttur Ritleif, hálvbeiggja Janus.

Hargabrøðurnir skoyttu ikki um Dímun
Fyri at hava rikið írskar sjórænarar til rýmingar fingu Hargabrøðurnir í Sumba í 1612 boðið Stóru Dímun. Teir taka ikki av. Eftir at hava róð kring oynna, halda teir ikki eins nógvan fugl vera á Dímun sum í bjørgunum í Sumba.
Eftir hetta komu teir báðir Sørin Díðriksson úr Kollafirði og Rasmus Johannesen úr Klæmintsstovu í Dali til Dímunar. Teir festu ikki, men teir høvdu oynna í ein seks ár.

Fyrsti Janus í Dímun
Janus greiðir frá: Okkara ætt í Dímun byrjaði í 1807 við tí fyrsta Janusi, tipoldurabbi mín. Tá komu beiggjarnir Janus Olesen, f. 1775, og Sørin Olesen f. 1780 higar úr Sumba. Dímun var mannleys tá, og eingin var at seta við. Oyggin hevði tí verið boðin út, og brøðurnir báðir høvdu so søkt.

Meiningin var, at teir skuldu báðir festa oynna. Janus var so farin til Havnar tann 10. august 1807 til at festa fyri báðar. Men hann kom aftur og hevði tá einsamallur fest alla oynna. Tað eru tvær søgur um hetta. Onnur er, at Janus lumpaði Sørin. Hin er, at Janus fekk at vita í Havn, at bert annar kundi festa, og so gjørdist tað hann sjálvur.

Janus bleiv so bóndin, meðan beiggin Sørin flutti av oynni til Dals. Eftirkomarar hansara er fólkið, sum eitur Sørensen millum annað í Húsavík og Trongisvági.

Janus varð eftir at vera komin til Dímunar í 1808 giftur við Gretu Jacobsen, f. 1787, dóttir Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Soleiðis kom hetta fólkið inn í okkara familju.

Greta átti tá eina tvey ára gamla gentu, Elin, fødd í 1805. Hon fylgdi við til Dímunar. Hon giftist seinni við Jóannesi Jacobsen úr Stovuni í Skálavík.

Janus og Gretha vóru ófør fólk, dugnalig í allar mátar. Oyggin var farin í vanrøkt, men Janus var av raskastu monnum og fekk skil á oynna aftur.
Tey bæði fingu 7 børn. Tað elsta var ein genta, Elsupa f. 1809. Næstelstur var Óla Jákup f. 1810, oldurabbi, sum tískil var borin til festið.

Dímunar Jóannes
Eitt annað av teirra børnum skal nevnast her. Tað er Jóannes f. 1812. Hann giftist við Elsu Clementsen av Tanganum á Sandi, fødd í Havn. Tey búsettust í Skopun. Tað er ikki so nógv, sum er vitað um Jóannes, vanliga kallaður Dímunar Jóannes. Men hann og Elsa eru ættarfedrar til fleiri ættir, sum hava sett sær stór spor í Føroya Søgu. Fleiri av teimum eru umrødd í røðini Hendur ið Sleptu og eisini í øðrum av mínum greinum í Sosialinum.
Her skullu verða nevnd teirra børn:
 

  • 1. Anna Elisabeth Johannesen, 1835, giftist við Andrias Andreassen í Havn, kallaður skræddarin í Dali. Millum teirra børn vóru Jens í Dali, Napoleon í Dali, Johanna, sum giftist við Christoffer Ziska. Tey áttu millum onnur Andreas Ziska, Onna Margrethu, sum giftist við Sigmund Arge, Tominu, sum giftist við Andrias Jensen. Ein kendur eftirkomari hennara var listarmaðurin Janus Kamban.
  • 2. Janus f. 1837, giftur við Onnu Elisabeth Joensen úr Skúgvi. Ein sonur teirra, kendur sum Jens Færeyingur, flutti til Íslands. Ein sonur hansara Oskar Jensen gjørdist 102 ára gamal. Hann doyði í fjør.
  • 3. Anna Margretha f. 1840. Giftist við Georg Lindenskov, politist í Havn. Dóttir teirra Beata giftist við Andrass Samuelsen, Føroya fyrsti løgmaður.
  • 4. Frederikka f. 1843. Giftist við Símun Petur Rasmussen úr Koltri. Tey fingu seks børn.
  • 5. Klæmint f. 1847. Giftist við Marionnu Joensdatter. Tey fingu tríggjar synir Klæmint, Johan og Rudolf.
  • 6. Inga f. 1850. Giftist fyrst við Kristian Johan Sivertsen og síðan við Isak Hendriksen av Kirkju. Hon fekk níggju børn. Tey sjey børnini í seinna hjúnarlagi fingu navnið Isaksen, og er hetta er sera kend ætt í Norðoyggjum við skiparum og reiðarum. Her skuldu bert vera nevndir tveir, Jens Klæmint Isaksen og Eiler Jacobsen.
  • 7. Jóan Jakku f. 1853. Hann giftist við Elsupu Lukassen úr Skopun. Tey fingu trý børn. 

Jóannes søkti eina ferð um at festa Lítlu Dímun og ætlaði at búseta seg har. Men hetta fekk hann ikki loyvi til, tí har var so ikki búgvandi.

Fyrsti hentleikin
Emil Løbner var Føroya fyrsta amtmaður fyrst í 19. øld. Hann hevur ringt orð á sær fyri hansara jánkasliga atburð, tá ið Havnin varð álopin av Brillumannin.
Men á øðrum økjum var hann ikki so galin. Hann skipaði fyri høgdum trappum og tógverk til gelendara á Stóru Dímun. Tað lætti nógv um, hóast tað framvegis bæði var strævið og vandafult at koma uppá oynna.

Óla Jákup, oldurabbi, tekur við
Men Janusi varð ikki langt lív lagað. Tá ið hann hevði havt oynna í 13 ár doyði hann í 1820, 44 ára gamal av sjúku. Tað sigst, at hann doyði av overving.
Greta giftist aftur í 1822 við Jógvan Johannesen úr Dalsgarði í Skálavík. Greta vildi ongum lata festið uttan elsta soninum Óla Jákupi. Jógvan bleiv tískil bóndi inntil Óla Jákup oldurabbi kundi taka við.

Viderø prestur var langabbasonur teirra. Hann greiðir frá, at Jógvan var raskur sum bóndi og gudrøkin maður. Áðrenn hann fór til Dímunar, var hann røktingarmaður í Norðastahaga í Skálavík. Hendan hagan, ið hevði ligið í órøkt, fekk hann upp aftur á føtur. Hjúnarlagið við Gretu var ikki gott. Hon helt lítið um hansara gudrøkni, og um at hann sang við børnunum, áðrenn hann fór í bjørgini ella til annað arbeiði. Hon skuldi tá taka til: “Eg meini, at hasin lítli látifuglurin er farin at syngja í morgun.” Hon rýmdi fleiri ferðir av oynni, men kom aftur. Hon endaði sínar dagar í Øravík. Jógvan varð verandi í Dímun, og har doyði hann í 1857.

Tey fingu tvey børn:

  • 1. Jóannes f. 1822. Hann giftist við Árabo Viderø á Sandi, og tey búsettust undir Gerðabrekku í Skálavík. Tey fingu sonin Jógvan Mikal, sum er ættarfaðir til Viderø-fólkið.
  • 2. Anna Margretha f. 1832. Giftist til Sands.


Óla Jákup datt oman
Óla Jákup tók við festinum tann 4. september 1830. Kona hansara var Guðrun Mortensen f. 1798 úr Trøðum á Sandi. Hon var 11 ár eldri enn hann. Tey áttu trý børn, tvær gentur og ein drong. Drongurin Janus doyði um 20 ára gamal av hálsasjúku, tað mana hava verið difteritus. Hann doyði á Tvøroyri og liggur grivin har.

Í 1840 vóru 19 fólk á Stóru Dímun. Tað vóru bóndahjúnini og teirra trý børn. Hini vóru ættarfólk og sjey tænastufólk.
Eftir at Janus doyði, vóru bert tær báðar døturnar eftir. Vanlukkur hendu nærum ár um ár. Í 1845 fekk Tummas Johan Dalberg úr Sumba ein stein í høvdið og doyði. Abraham Abrahamsen úr Havn fall í bjørgunum í 1847, 29 ára gamal.

Og so hendi tað, at Óla Jákup datt oman á Dráttinum tann 10. november 1849, bert 49 ára gamal. Janus beiggi hansara, sum búði á Tvøroyri, hevði verið í Dímun og smíðað. Eisini hevði hann umvælt kirkjuna. Vanlukkan hendi, tá ið hann fór avstað aftur. Teir vóru við at taka ymiskt niður, sum skuldi sendast av oynni. Men maðurin, sum sat við línuna var óansin, og strok kom á línuna. Ein bukt kom um bóndan, so hann varð tikin útav og fór eftir høvdinum.

Tað 60 favna høga fallið á helluna niðri undir var ræðuligt. Kroppurin, sum kom standandi niður, smildraðist sundur. Eingin troystaði sær rættuliga at fara oman á helluna at taka hin deyða bóndan upp, so illa, sum hann var farin. Men húskallurin Óla Jákup Johannesen úr Dali var av grovastu monnum, tiltikin róligur og nervasterkur.

Hann styrkti seg við brennivíni, tók so eina rekkjuváð, signaði seg og gekk tryggur og róliga oman Kleivina at savna líkið av bóndanum saman í rekkiváðina.
Náttina eftir kom bóndin í dreymi til hansara. Hann takkaði Óla Jákup fyri hansara vælgerð, men ein likamspartur var eftir, fremsti liður á aftasta fingri. Dagin eftir fer Óla Jákup aftur at leita, men finnir einki.

Somu nátt kom bóndin aftur í dreymi og segði við Óla Jákup, at hann skuldi ikki leita meira eftir fingrinum, tí hann var stokkin so langt inn í eina urð, at hann fanst ikki.
Tað segðist, at Rasmus, beiggi bóndan, mundi gjørt av við mannin, sum misti línuna, men fólk fekk lagt seg ímillum.

Nógvar vanlukkur
Tað hendu ótrúliga nógvar vanlukkur í Dímun. Tað eru ikki færri enn 23, sum eru deyð av vanlukku, meðan okkara ætt hevur verið í Dímun.

Ein vanlukka á landi var, tá ið Rudolf Jensen prestur fall í Kleivina tann 24. august 1874, 42 ára gamal.
Har presturin fór vóru 5-6 høgd trin. Hann gekk undan konuni. Tá hann er komin niður á slætt á ein pall, vendi hann sær at hjálpa konuni. Onkursvegna var hann áhaldsin og datt 30-40 favnar niður og doyði av fallinum. Klivin, har hann datt, varð seinni kallað Prestklivin.
 

Abbi misti tvær konur, sjey børn, sjónina og lívið

Fyrsti partur av søguni hjá Janusi endaði við, at oldurabbi hansara datt oman í stóru Dímun, og hann varð tikin upp av húskallinum Óla Jákup Johannesen

Langabbi giftist við henni, sum fyrst ikki skoytti um hann
Hesin Óla Jákup Johannesen bleiv langabbi mín. Langabbin, sum var úr Dali, fríggjaði til ta eldru dóttrina hjá oldurabba Sunnevu Elisabeth f. 1831, men hon vildi ikki giftast við honum. Hon bað ta yngru systrina, Onnu Margrethu f. 1837, gifta seg langabba. Samstundis segði Sunneva festið frá sær, so tað kundi falla til langabba.
Tey bæði fingu tveir dreingir. Tað var abbi mín Janus Ola Jacobsen f. 1862 og Johannes Ola Jacobsen f. 1864, abbi til Jóannes á Toft úr Dali.

Tann eldra systirin bleiv verandi í Dímun eftir, at tey bæði giftust. Men so hendir tað, at Anna Margretha doyr 8. februar 1865 átta vikur eftir, at Johannes var føddur. Hon gjørdist bert 27 ára gomul.

Áðrenn Anna Margretha slóknaði, bað hon systir sína um at taka sær av børnunum. Tað lovaði hon og helt tað til lítar. Stutt eftir giftist hon við Óla Jákupi, sum hon upprunaliga ikki vildi hava.

Tey fingu ein son, kallaður Óla Jákup Ole Jacobsen f. 1867. Sunneva bleiv heldur ikki serliga gomul. Men Gudrun, mamma tær báðar, livdi eftir og tók um endan. Hon hevur tað eftirmæli, at hon var eitt sjáldsama gott fólk.

Janus abbi fekk eina harða lagnu
Abbi, Janus, varð føddur í 1862. Hann tekur so við seinast í 1880-unum, tá ið pápin leggur tað frá sær.

Janus abbi giftist við Onnu Margreth Johannesen f. 1859 úr Gerðabrekku í Skálavík. Hon var fastur til millum onnur Viderø prestin. Pápi og Kristian Osvald Viderø vóru tískil systkinabørn. Tey áttu sjey børn, men tað var bara pápi, sum livdi pápa sín av. Trý tey fyrstu doyðu sum heilt smá.

Tann fyrsti sonurin tey áttu han æt Óla Jákup. Hann druknaði trý ára gamal í einum dammi, sum var beint vestanfyri húsini. Hetta var ein dammur, sum neytini plagdu at drekka úr, tá ið tey vóru úti.

Tað, sum hendi, var, at í gomlu roykstovuni í Dímun vóru tvær útgongdir, ein á hvørji síðu.
Abbi skuldi ansa eftir soninum. Hann hevði fingið ein lítlan bát í hondina, og uttan at abbi visti av tí, var hann farin út gjøgnum hina hurðina, har tað ikki var vanligt at ganga.

Tá ið nakað er umliðið, saknar abbi drongin og finnur hann deyðan í hylinum, sum er beint norðanfyri endan á húsinum. Tætt við flýtur tann lítli báturin. Ivaleyst er drongurin farin eftir høvdinum útí. Hylurin var nærum upptornaður. Drongurin var dottin fram eftir rommum í rununa og hevur ikki klárað at reisa seg upp aftur.

Næsti sonurin æt Óla Jákup, uppkallaður eftit tí deyða beiggjanum, og so kom Jóhannes, kallaður Janus. Tað var eitt ár ímillum teir. Hann var føddur í 1893.
Anna Margretha doyði sjálv á barsilssong við tí sjeynda barninum. Janus giftist upp aftur við Onnu Sofíu, f. 21. august 1861 úr Húsavík, sum hevði verið á bóndagarði niðri og nomið sær kunnleika innan bóndaskap. Hon útvegaði nútímans tól, eitt nú sentrifugu. Anna Sofía og Janus fingu tvey børn, sum bæði doyðu. Anna Sofía doyði sjálv á barsilssong við tí seinna.

Janus giftist upp aftur á triðja sinni við Guðrun Anthoniussen úr Húsavík, f. 1880. Tey fingu seks døtur.

Janus var dugnaligur bóndi. Hann kom víst til búgvið borð, har alt var í góðum standi. Men hann helt tað viðlíka og lata gera nógv nýtt. Hann lat gera grótkast at verja fyri stormi. Tað var hann sjálvur og synir hansara Jóhannes og Óla Jákup, sum gjørdu tað mesta av arbeiðinum. Hann lat eisni vatn leggja til húsini, sum var eitt stórt framstig.

Hann gjørdi meira við mjólkineyt enn gjørt var frammanundan. Tí stóðu neytini meira inni um veturin. Talið av ungneytum og geldneytum var so tilpassa til tað.
Janus lat byggja neyst í Barminum, men tað var so óhøgligt, at tað bert varð nýtt at hava bát í um veturin. Men takkað veri neystinum misti hann ikki so nógvar bátar sum annars var vanligt.

Janus hevði gingið í skúla hjá Óla Nikláa Skaalum í Hvalba. Hann las nógv og átti eisini nógvar bøkur.
Janus hevði ónáttúrliga nógvan mótgang. Tilsamans átti hann 15 børn. Sjey av teimum misti hann, tá tey vóru smá. Tvær ferðir gjørdist hann einkjumaður.
Sjónina misti hann 40 ára gamal. Hann fór til Danmarkar at royna at bjarga sjónini men til fánýtis.

Tá ið hvalbingar settu upp í Stóru Dímun
Í 1895 hendi nakað púra óvæntað í Stóru Dímun. Hetta var, tá ið hvalbingar settu upp í oynni undir umstøðum, sum skuldu gjørt hetta ómøguligt.
Men søgan var tann, at sandoyarprestur Jørgen Falk Rønne var staddur í Suðuroy og skuldu hava skjúts úr Hvalba til Sandoyar. Veðrið var gott, tá ið farið verður. Men táið teir koma millum Stóru Dímun og Dalsfles brestur á við stormi og kavaroki av landnyrðingi.

Teir royndu at venda aftur, men hetta gekk illa. Teir fingu eitt brot, sum fylti bátin. Men tá teir koma inn í Dreingjannastøð undir Kleivini á Stóru Dímun, gjørdist so mikið kyrt, at teir kundu fáa bátin uppá turt.

Men hetta hjálpti ikki nógv, tí Kleivin sjálv var fullkomiliga avísað, so har var ikki hugsingur um at fara upp á oynna. Men tað var skjótt, at teir komu til, at gjørdu teir einki, so var deyðin undir øllum umstøðum vísur. So Niels Petur í Króki setti sær fyri at royna at koma upp á oynna, og at hjálpa sær fekk hann Palla í Røvaragili.
Niels Petur fór undan, høgdi sær spor í ísinum, hjálptur av Palla. Tað ótrúliga hendi, at tað eydnaðist teimum at koma uppá slætt. Hetta var eitt satt bragd.

So at fara til bóndahúsið, har teir bankaðu uppá hurðina. Inni blivu tey illa við, tí í slíkum útideyðaveðri skuldi einki ókunnugfólk kunnað komið hagar. Men upp varð latið, og tað var skjótt, at hendur fekst á bjargalínuni at fáa hinar upp eisini. Tað gekk væl. Ein húskallur ella bóndin, frásagnirnar eru ymiskar, varð sígdur niður á helluna, og hann bant hinar í. So vórðu teir drignir upp.

Stóripottur varð settur út á, og teir fingu alt gott frá bóndanum. Fyri at fáa hita í kroppin bað Niels Petur hinar koma at dansa. Hetta dámdi tó ikki prestinum!
Sunnudagin fóru teir í kirkjuna at takka Harranum fyri bjargingina. Men sjálvan prest sóu teir ikki. Hann mundi hava fingið nóg mikið av ferðini og setti seg ikki føran fyri at vera við. Tískil varð tað bóndin sjálvur, sum las lesturin.

Abbi fekk dannebrogsmerki, men teir, sum veruliga framdu bjargingarbragdið, fingu einki. Hetta vóru tað mong, sum hildu vera løgið.
Presturin fór til Danmarkar summarið eftir og kom ikki aftur. Hann sendi avskeðstalurnar heim til kirkjurnar at verða lisnar upp.

Men hansara samband við Føroyar endaði ikki við tað. Hann skrivaði bøkur um Føroyar, og hansara eftirkomarar komu saman við føroyingum í Danmark. Abbadóttirin giftist við Karsten Hoydal. Hetta hevur verið og er ein sera sjónlig ætt í Føroyum.

Vanlukkan við Johannes
Janus (Jóhannes) skuldi verða bóndi eftir pápa sín. Men hann slerdi út av báti. Tað hevði ein smiður verið í Dímun í 1914 og gjørt okkurt í stand. Millum annað hevði hann umvælt kirkjuna. So skuldu teir fara avstað aftur, tá var abbi blivin starblindur.

Har var ein gamal húsavíkingur, Karl, abbi Dánjal av Rana. Hann datt oman, har presturin Rudolf Jensen fall, men hann yvirlivdi. Hann noktaði at fara við úr Dímun, tí tað var ikki veður. Men smiðurin helt, at tað mundi vera hampuligt veður at fara. Abbi lurtaði eftir honum. Hann skuldi eisini onkur ørindi á Tvøroyri. Teir fóru avstað við einum fýramannafari. Báðir synirnir, pápi mín og hesin Jóhannes vóru báðir við umframt Óla Jákup, hálvbeiggi abba. Hetta eru teir sum eg veit um, ið vóru við. Teir koma nakað suður. Veðrið var toluligt, men tað ilskaðist meira og meira.

Tá ið teir vóru komnir nakað í ein útsynning av Stóru Dímun, siga bátsmenninir við abba, at nú vinna teir ikki longur. Tað var ógjørligt at rógva Suðuroynna upp. Tað var einki at gera uttan at venda undan veðrinum. Abbi helt fyri, at vóru teir mentir at andøva, so vildi sjóvarfallið bera teir í lívd av Suðuroynni. Skilamenn hildu eisini seinni, at høvdu teir lurtað eftir abba, so komu teir fram. Men bátsskipanin var blivin óttafull og vildi bert venda við aftur.

So varð gjørt. Teir drivu so undan veðrinum. Einastaðni i námd av Stóru Dímun fingu teir ein sjógv. Um Johannes stýrdi ella sat á lærinum og róði veit eg ikki. Men tá ið sjógvurin var burtur, var hann eisini burtur, og hann sást ikki aftur. Johannes gjørdist bert 22 ára gamal. Standurin var tá ringur innanborða. At fara til Dímunar var hopleyst. Teir settu tí upp í Húsavík.Tað undraði eisini mangan mann, at báturin, sum veðrið tók seg upp, greiddi hesa longu leiðina norður til Húsavíkar. Eg plagdi at spyrja mammu meira um tað, ið hendi, men hon segði, at pápi vildi ongantíð tosa um hendan túrin, so fast neyt tað honum.

Abbi dettur oman

Omaná alt so datt abbi eisini oman. Søgan var, at honum dámdi einki, at nátin nørdist so dúgliga í oynni, tí hesin fuglur avoyddi lomvigan. Hann gjørdi sær tí nógvan ómak at oyða nátan.

Ein dagin seinnapartin í mai mánaða 1918 vóru hann og svágur hansara Óla Jákup við Á úr Húsavík farnir inn eftir gøtuni inni í Grønuskor at beina fyri nátaeggum. Verður eggið fyribeint, verpur hann ikki aftur sama ár. Ein dóttir, Jana, var við og eisini pápi. Abbi, sum var blindur, styðjaði seg við hondini á økslini á dótrini, meðan hann gekk. At ganga blindur í bakkanum, har bert eitt skeivt fet kundi merkja tann vissa deyða, kundi sigast at vera sera djarvt. Men soleiðis gekk abbi ofta. Pápi plagdi at ganga frammanfyri.

Óla Jákup varð nú latin niður á lomvigarøkurnar at koyra nátaeggini útav, og abbi setur seg undir línuna. Óla Jákup hevur nú gingið fleir favnar eftir eini lomvigarók at reinsa øll nátaeggini útav. Men tá er hann áhaldsin og fer útav rókini. Abbi helt í línuna. Slakkin var so stórur, at tað kom at standa so nógv á, at abbi fór við og datt fleiri hundrað favnar niður. Tað seinasta Jana sá á abba var føturnar. Eftir teimum sást eingin slóð uttan húgvan hjá abba, sum hekk føst um ein knast í berginum. Tað var um eitt hár gjørt, at Jana ikki eisini fór við í fallinum.

Minningarorð
Dimmalætting hevði minningarorð um abba, har tað millum annað varð endurgivið úr Nationaltidende:

Jens Ole Jacobsen var en landskendt Mand deroppe baade af Færinger og Danske og havde Ry som en udmærket og belæst Personlighed. Hans Fader sendte ham i sin Tid til Hvalbø, hvor han gik i Skole, men senere udvidede han sine Kundskaber og læste alt, hvad de fjerne Vilkaar kunde fremskaffe.
Økonomisk set var han, Lejeren af den ensomme og ugæstmilde, men Græs- og Fuglerige Store Dimon velsitueret. Men Døden havde hjemsøgt hans nærmeste haardt og traf da ogsaa ham selv, før han blev 55 Aar gammel.

Jørgen Falk Rønne greiðir í hesi grein frá hendingini í 1895 og leggur afturat:
Saa er han død den brave Mand. De ved ikke, hvor intelligent og tiltalende han var, klog i sin Tale og ivrig efter Kundskaber. Han var min gode Ven og ofte – efter Forholdene – besøgte vi hinanden, og han laante Bøger hos mig hver Gang.
Alt det han har gaaet igennem! Blind vidste jeg ikke, at han var blevet, men ellers har der været meget for ham at bære.

Sjálv skrivar Dimmalætting m.a.
Dimonbonden var en interesseret og oplyst Mand. For at faa alsidig Viden abonnerede han paa Salomonsens store Konversations Leksikon, og det bedrøvede ham meget, at hans Syn forsvandt, saa han ikke kunde læse dette Værk. Han var en gæstfri Mand imod de mange, som især i sommertiden besøgte Dimon


Kendi ongantíð pápa mín

Í 1918 datt abbi Janus oman. Tað hendu framvegis vanlukkur í Dímun. Longu í 1924 hendir aftur ein deyðsvanlukka. Pápi Janus ein stein í høvdið og doyði.

Fólkatalið í Dímun var sera skiftandi. Tað hava búð upp til 32 fólk í oynni. Í 1880 vóru samb manntalinum 23 fólk í Dímun. Sjálvt húsfólkið var seks av teimum. Restin hevur verið arbeiðsfólk og teirra avvarðandi. Manntalið vísir, at tað hevur verið fitt av “óektaðum” børnum.
Umframt vanlukkurnar á landi hava eisini verið bátavanlukkur við oynna.

Við Stóru Dímun gingu í 1870 tveir bátar úr Skúvoy burtur við 3 og 4 monnum.
24 februar í 1878 gekk ein bátur úr Skálavík burtur við 11 monnum. Teir høvdu verið í Sandvík, og hildið verður, at báturin var burturgingin við Stóru Dímun. Langabbi var bóndi tá. Hann sá hendan bátin, sum kom siglandi norður eftir í ringum líkindum. Hann væntaði, at báturin fór at seta upp í eini neyðlending eystantil á oynni. Men komin hagar, sá hann ongan bát.



Kirkjan

Kirkja hevur eisini verið á Dímun, og var hon minsta kirkjan í landinum. Sagt verður, at fyrsta kirkjan varð bygd í seinnu helvt av 1600-talinum. Tað hava altíð verið bøndurnir, sum hava bygt og átt kirkjuna sjálvir. Kirkjan stóð mitt í kirkjugarðinum. Bóndafólkið var alt grivið sunnanfyri kirkjuna og arbeiðsfólkið norðanfyri.
Ì 1729 varð sagt um kirkjuna í Dímun, at hon var 6½ alin long, 5 alin breið og 5 alin høg. Í 1879 varð nýggj kirkja bygd. Hon var lagað úr gróti. Vestari endi var timbur uttan, og skjøldurin eystanfyri var eisini av timbri. Gólvið var eisini úr timbri. Kirkjan var kollut, einki torn og eingin klokka. Hon hevði vakurt málaða altartalvu, sum Jørgen Falk Rønne, prestur hevði latið kirkjuni. Bróður hansara Svend Rønne hevði málað hana. Myndin var av ferðini hjá Jesus, Johannes og Pætur til Emmaus. Altartalvan hongur nú hjá okkum í Dímun. Her er eisini dópsfatið og altarkalikur.

Kirkjan hevði trý vindeygu á suðursíðuni. Jarðarmunurin var so stórur, at eingi vindeygu vóru á norðursíðuni. Fimm bríkir vóru hvørju megin, og pláss var fyri trimum fólkum á hvørjari brík. Pláss var tískil fyri 30 fólkum í kirkjuni.

Ì 1922 var kirkjan so vánalig, at hon stóð til at detta niður. Pápi royndi at fáa stuðul frá tinginum til at fáa eina nýggja kirkju ella pening til at umvæla ta gomlu, men hann fekk ongar sømdir. Víst varð til eina gamla samtykt frá umleið 1870. Táverandi bóndin í Dímun hevði tá fingið loyvi til at byggja sína egnu kirkju móti, at hann slapp undan at lata kirkjutíggjund til aðrar kirkjur.

Kirkja datt niður í 1923 og varð ikki endurbygd. Grundin av kirkjuni sæst enn. Tað er ikki langt síðan, at eg fekk svágin hjá mær at hjálpa mær at laga grundina upp, so hon sæst heilt væl.

Prestur tvær ferðir árliga
Prestur kom fast tvær ferðir um árið. Tað var fyrsta sunnudag í juni og fyrsta sunnudag í august, treytað av at tað viðraði. Annars kom hann tann fylgjandi sunnudagin.
Tá doypti prestur børn og kastaði jørð á, sum tørvur var á tí. Tað gamla var at fáa børnini doypt sum skjótast, men hetta bar so ikki til í Dímun.

Tann seinasti prestur, sum helt fast um hetta var sandsprestur Blicher Winther, sum var á Sandi nærum alla sína tíð. Men tá ið drátturin leyp, kom hann ikki aftur til Dímunar. Tá varð so illgongt. Táið kirkjan ikki var í brúki longur, varð gudstænasta hildin heima við hús.

Prestur plagdi at taka bát við sær av Sandi. Teir bíðaðu so eftir honum og førdu hann so aftur til Sands aftaná gudstænastuna..

Annars lósu vit lestur heima at kalla hvønn sunnudag. Mamma fekk fleiri ferðir forerandi lestrarbøkur frá prestum. Men tá ið føroysku lestrarbøkurnar komu, sum til dømis hjá hjá Jákupi Dahl, høvdu vit bert lestrar á føroyskum.

Í 1923 hendir eisini tað, at oyggin verður niðurløgd sum egin sókn og løgd undir Skúvoy.

Misti pápan tveir mánaðar gamal

Mamma, Hansina, var úr Skúvoy. Hon var dóttir Filippus, sum var av Skarvanesi. Kona hansara Olivia var dóttir Hanus í Garðinum, sum var abbi Hákun Djurhuus.
Mamma og pápi giftust í 1922. Mamma hevði verið niðri og tænt. Hon kom upp í november mánaði hetta árið. Pápi fór til Havnar at vera fyri henni. Tey giftust heilt skjótt, so tey sluppu til Dímunar áðrenn jól.

Eg verði føddur tann 3. apríl 1924. Men beint aftaná hendur aftur ein vanlukka, táið eg missi pápan. Hetta var sunnudagin 1. juni 1924, beint tá lomvigin hevði vorpið.
Tað var ein útferð út á Dímun av Tvøroyri. Mamma og pápi høvdu júst bygt hús. Tað var eisini so lagaligt, at pápi fekk tvøroyramenninar at koma við sær til Skúvoyar eftir møblunum. Hetta gekk alt uppá tað besta.

Mamma og pápi vóru bæði undir oynni við gestunum. Veðrið var gott og øll hugnaðu sær óført.
Allir gestirnar vóru stásklædddir, so hetta hevur verið ein serlig vitjan. Tá kom uppá tal, at áhugavert hevði verið at víst gestunum, hvussu teir bóru seg at, tá ið teir rændu. Tað høvdu nógvir av teimum ongantíð sæð.

Pápi fór so við øllum gestunum undir oynna, meðan farið varð eftir línuni og øðrum, sum hoyrdi til at ræning. Meðan tey støðga her, sígur maður av oynni í línu og rænir bergið niður eftir, meðan øll eygleiða. Maðurin sígur so heilt niður á helluna, loysir eggjaprilluna (serligt ílat til egg) og smoyggir seg úr línuna. Pápi opnar nú prilluna og leggur eggini frá sær at vísa gestum sínum, at tað finnast ikki tvey lomvigaegg, sum eru eins í útsjónd. Gestirnir stúgvast tætt saman at skoða hesa vøkru eggjarúgvuna í øllum sínum fjølbroyttu litum.

Í miðjuni standa pápi og mamma lið um lið. Hini standa tætt rundan um tey. Meðan hetta gongur fyri seg, eru teir á eggini farnir at draga ta tómu línuna upp við eggjaprilluni, meðan øll stóðu og hugdu at.

Pápi fekk stein beint í høvdið
Ovast undir eggini var ein hella rivin leys av eggjaprilluni. Hon var nakað sum ein klíggjasteinur ella heldur stórur sátusteinur til støddar

Tað vildi so illa til, at hesin steinurin dettur við stórari ferð beint í høvdið á pápa. Pápi hoknar niður á helluna uttan at geva eitt ljóð frá sær frammanfyri mammu og øllum ferðafólkunum, sum gjørdust málleys av ræðslu. Pápi reisti seg aftur á knøini, men so var hann burtur. Hann doyði í stundini. Sýslumaðurin Christian Djurhuus, seinni løgmaður, sum eisini var við á ferðini, stóð so nær, at hann kendi suðið av steininum niður við høvdið á sær.

Pápi varð so hálaður uppá bakkan við hjálp av gestunum av Tvøroyri. Onkur av teimum fekk slysni av tí. Gullak Jacobsen í Hvalba var prestur tá. Hann kastaði jørð á pápa nakrar dagar seinni. Pápi gjørdist bert 31 ára gamal.

Av evnabestu monnum
Bløðini, serliga Dimmalætting, skrivaðu um hesa hending. Ikki minst varð nógv gjørt burtur úr, at henda vanlukkan hendi bert seks ár eftir, at Janus, pápi Óla Jákup, datt oman.

Tingakrossur skrivaði, at “Óla Jákup var av evnabestu monnum og sera avhildin. Hann verður syrgdur av mongum.”
Dimmalætting hevði m.a. hendan stubban, sum lýsir, hvussu fólk upplivdu hendingina:

Dimon-Bondens Død
Tidligt om Formiddagen den 1. juni tog en lille Skare sommerglade Borgere her fra Tveraa af Sted med Motorbaad for at benytte det smukke Vejr til et Besøg paa Store Dimon.

Da de endnu sent paa Aftenen ikke var vendt tilbage, begyndte man at ængstes, og en Motorbaad blev sendt ud for at undersøge, om der skulde være indtruffet et Uheld. Hen paa Natten kom imidlertid begge Baadene tilbage med alle Deltagerne i Udflugten uskadte, men dybt rystede over den forfærdelige Ulykke, der var sket under besøget paa Store Dimon, idet Dimon Bonden Ole Jacob Jensen, var bleven dræbt af nedstyrtende Sten. Om hvordan Katastrofen indtraf, fortæller en af Deltagerne i Udflugten:

“Vi havde turet Øen rundt i det herlige Sommervejr og vilde nu, da det begyndte at blive Aften, tage Afsked med vores Værtsfolk, der, lige fra vi satte Foden paa Land, havde vist en overstrømmende Elskværdighed og den hjerteligste Gæstfrihed. Nu have et par af af Bondens Folk i løbet af Eftermiddagen været ude efter Fugleæg i Fjeldet paa Øens Vestside, og for at vise os Resultatet af Mændenes Arbejde, bestemte Dimon Bonden sig til at gaa med os ned paa Forstranden, og hans Hustru gjorde ham Følge.

Efter ad Strandbredden at være naaet hen til Fjeldet, hvor Æg-tagningen fandt sted, stod vi en Tid og iagttog i Spænding og Beundring den fænemonale Behændighed, hvormed Manden i Line manøvrerede højt oppe i Luften. Saa lod han sig fire helt ned paa Strandbredden, og vi ilede til for at beundre Fangsten, alle staaende i en tæt Klynge omkring Ægdyngen, og saa skete det forfærdelige!.

Vi hørte en uhyggelig Susen i Luften, og i det næste grufulde Sekund hørte vi, hvorledes én blev ramt af en nedstyrtende Sten. Efter at være kommet saa nogenlunde til Besindelse efter Chocket saa vi, at den ulykkelige var vores vært Ole Jacob Jensen. En Sten af Størrelse som en stor Mandenæve havde med voldsom Kraft ramt ham i Hovedet, og han døde paa Stedet.

Ulykken rystede os alle saa voldsomt, at jeg hverken kan eller vil beskrive de følgende Timer. Jeg kan kun sige, at der er ingen af os, der nogensinde vil glemme denne Ulykkens Dag, og sammen med det Tunge Minde vil altid hos os leve den dybeste Medfølelse med en dræbtes ulykkelige Hustru.



Mamma dreiv garðin

Mamma sat so einsamøll eftir í Dímun við einum pinkulítlum barni. Elsti mammubeiggi hennara Dánjal Johannes, sum seinni varð giftur til Hovs, var í Dímun tá, og hann bleiv verandi eina tíð.

Mamma dreiv garðin í heili 38 ár. Hetta er tað longsta, sum nakar hevur staðið fyri garðinum út í eitt. Sjálv bleiv hon knapt 90 ár, tað restaðu bert tveir mánaðir. Hon doyði í 1989.

Mamma giftist annars aftur við einum systkinabarni pápa, Óla Jákup. Hann var sonur abbabeiggja mín Johannes, sum giftist til Dals.
Tey fingu fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir. Tann yngta gentan Ása og tann yngri drongurin Jóannes eru deyð, so tvey teirra liva enn.
Tað elsta av hesum hálvsystkjunum er trý ár yngri enn eg, so mamma giftist nakað skjótt aftur.
Pápi og Óla Jákup vóru annars javngamlir, báðir føddur í 1893.

Frá handamegi til rossamegi

Tey fyrstu nógvu árini varð handamegi nýtt til nærum alt. Ross vórðu bert nýtt at reiða tøð við. Øll velting og slíkt fór fram við handamegi. Men onkur nýhugsan var tó. Í Skúvoy høvdu teir plógv, men tað var upprunaliga drigið við handakraft, einir 5-6 mans drógu plógvini. Teir komu einaferð við manning til Dímun at velta. Annars var øll vøra drigin og lora niður við einum krana. Hesin kranin var nokk so langt frá lendingini, so tað var fittur teinur at bera. Fyrstu árini drógu vit upp við handamakt og tey seinnu við rossi.

Viti kemur í Dímun
Tekniska menningin kemur umsíður eisini til Dímunar. Í 1927 verða smáir vitar bygdir í Stóru Dímun, Porkerisnesi, Slættanesi og Kallinum.
Hetta gav eitt ískoyti til inntøkuna hjá bóndahúsinum, tí bóndin skuldi passa vitan. Fyri hetta fekst ein rímiliga góða løn, nevniliga kr. 105 um ársfjórðingin.
Fremsta uppgávan var at syrgja fyri, at vitin alla tíðina hevði nóg mikið av brennievni. Hetta var gass, sum vitin nýtti nokk so nógv av. Gassið var í fløskum, sum tóku 112 kg hvør. Tað var sjálvsagt sítt stríð at fáa gassið uppá pláss. Fyrst skuldi tað fáast uppá bakkan, og síðan dragast eftir jørðini niðan á vitan. Víst er hetta ikki langt, tá gingið verður leysur, einir 10 minuttur. Men hetta tók sjálvsagt nógv longri tíð, táið fløskan skuldu dragast.
Nýttar vóru einar fimm fløskur um árið. Seinastu árini undan krígnum komu fýrskip við gassinum. Áðrenn tað kom tað við postbátinum. Ansast skuldi eisini eftir, at vitin lýsti. Men her lá so væl fyri, at vit sóu glæmuna frá húsum av.


Glaðaðu og fingu post aðru hvørja viku

I seinasta parti greiddi Janus frá, hvussu hann sum nýføðingur misti pápa sín. Hesa ferð greiðir hann frá síni skúlagongd, og tá ið einasti samskiftismøguleiki var glaðing

Skúlagongd í Skúvoy og Dímun

Í Dímin var altíð nógv fólk í húsi. Tað mundi vera sjáldan, at vit vóru niðanfyri 10. Tað vóru húsfólk og so arbeiðsfólk afturat. Ofta vórðu eisini fólk send til Dímunar, sum høvdu tað, vit í dag kalla atferðartrupulleikar. Eitt dømi var ein, sum kom til Dímunar í 1928, og sum fór avstað aftur í 1943. Hesi fólkini arbeiddu so fyri føðina. Tey artaðu seg væl úti í Dímun, og vanliga eisini, tá ið tey komu heim aftur.

Við skúlagongd var tað soleiðis, at trý tey fyrstu árini gekk eg í skúla í Skúvoy, har eg átti ommu og abba. Tá var tað ikki soleiðis, at tað slapst heim hvørt vikuskifti! Eg fór heim til Dímunar í summarferiu. Tað, sum eg kann minnast, fór eg gjarna ikki aftur til Skúvoyar fyrr enn upp undir jól. Lærari í Skúgvi var alla mína tíð Malvina Clementsen, ættað úr Húsavík. Hon var eisini í Hesti áðrenn tað. Malvina var kend sum ein sera markant kvinna.

Eg var nógv í Skúvoy sum óviti, so eg minnist akkurát læraran, sum var undan Malvinu. Tað var Martin Joensen Næss. Hann var skúvoyingur, men hann fór tá til Vágarnar. Eg kom tískil at kenna allar skúvingar eins væl sum eg kendi dímuningar. Fleiri av teimum var eg eisini í ætt við.
Tað var einki telefonsamband til Dímunar, so vit vistu ikki av hvørjum øðrum í Dímun og Skúvoy.

Men so søkti mamma um at fáa lærara til Dímunar. Men tað kravdi, at tað vóru tvey skúlabørn. Jóannes í Malthúsi, sum búði nógv í Dímun tá, átti eina gentu, sum var hálvtannað ár eldri enn eg. Hann tók hana so til Dímunar. Nú vóru vit tvey, og soleiðis fingu vit tann fyrsta læraran. Tá var eg 11 ára gamal. Lærari var í Dímun út í eitt líka til míni systkin vóru liðug at ganga í skúla í 1951. Skúlin var í eini stovu uppi á loftinum hjá okkum. Fyrsti lærari, sum eg annars hevði í Dímun, var Elisabeth Olsen úr Vestmanna. Hon var fyrra kona Einar Waag, kendur frá Føroya Bjór. Hon var lærari í Dímun 1934/1935. Hon doyði longu í 1941. Aftaná hana gjørdist tað Leivur Tróndarson úr Skálavík. Hann var ferðalærari í Dímun frá 1935-1938. Hann gjørdist seinni lærari í Skálavík.

Telefon og ruta
Fyrsta eg minnist var sambandið til Dímunar meira at kalla vánaligt. Serliga minnist eg veturin 1936/37 sum sera ringan við liggjandi vánaligum veðri.

Tá var leingi einki samband við oynna, so vit vistu einki um, hvat ið var hent í allari verðini. Einaferð slapp lærarin ikki í jólafrí fyrr enn á føstulávint. Eg meini, at tað var hálvan november, at tann seinasti fartur var.

Tað var sami bátur, sum sigldi til Dímunar, Skúoyar og Sand. Eg minnist, at tey snakkaðu um tað, at tað var eingin dagur, at tað var so frægt veður, at tað var siglandi báðar vegir.

Eina ferð tað varð gjørd ein roynd at fara úr Skúvoy til Sands eftir posti, lógu teir veðurfastir á Sandi eina heila viku. Tað var sami postmaður, sum førdi postin millum Sand og Skúvoy og so til Dímunar.

Tað var Óla Jákup Hentze, seinni saman við soninum Johan Hentze. Hann var fyrsti postmaður í Skúvoy. Seinni tók sonur Óla Jákup, Kjartan, við postinum, og Johan beiggi hansara var ofta við honum. Tað fasta postsambandið var tvær ferðir um mánaðin. Men um veturin vóru vit nøgd um vit kundu fáa post eina ferð um mánaðin.
Postbáturin var eitt vanligt áttamannafar við maskinu. Tá tað gekk væl, kom postmaðurin upp gjøgnum Kleivina, og vit vistu ikki av, fyrr enn postmaðurin kom og pikkaði á dyrnar.

Men so væl gekk ikki altíð. Eina ferð mátti postbáturin seta upp í Dímun. Hann slapp ikki avstað fyrr enn dagin eftir. Eg royndi í 1946 at fáa postverkið at lata okkum fáa post eina ferð um vikuna, men hetta lat seg ikki gera. Men í 1971, tá ið vit bert búðu í Dímun summarhálvuna, fóru vit at fáa post tvær ferðir um vikuna. Við tyrluni er tað nú 3 ferðir um vikuna. Hetta er líka nógv nú sum hjá øllum øðrum í landinum.

Máttu glaða í neyðstøðu
Vit fingu ikki telefon fyrr enn í 1938 í Dímun. Hetta var radiotelefon Men áðrenn telefonin kom máttu vit glaða, um tað vóru bráfengisboð. Tað varð gjørt í einum føstum plássi eystan frá húsinum. Haðani sást so væl inn á Nes í Hvalba. Eg minnist einar tríggjar ferðirnar, at tað bleiv glaðað. Vit settu eld á hoyggj. So kom bátur út. Tað var vanliga ein deksbátur úr Sandvík, sum kom at spyrja, hvat ið bagdi. Var tað læknahjálp, sum kravdist, fór hann til Sands eftir lækna. Á vegnum til Sands legði hann at í Skúvoy at boða frá, hvørji ørindini vóru. Tá ið báturin kom aftur við læknanum, fleyt ein bátur útfyri við skúvoyingum í. Hesin bátur varð sleipaður við til Dímunar, so hann kundu føra læknan í land.

Tað var ofta fjøruveður øðrumegin oynnna og brim hinumegi. Men tað vóru tvær lendingar, onnur eystanfyri og hin vestanfyri. Vanliga var tað lendingin vestanfyri, sum varð nýtt.

Slík læknaørindini kundi taka langa tíð. Báturin bíðaði í Dímun, til læknin hevði gjørt tað, sum skuldi gerast. So fóru teir avstað aftur til Skúvoyar og Sands, har læknin fór í land, og so gekk leiðin gekk aftur til Sandvíkar.

Ta einu ferðina bleiv so ringt veður. Tað var ein mostur mín, sum hevði mist svøvnin. Hetta var í 1935. Tað var eitt ringt skil. Sámal Jákup pápabeiggi helt henni alla náttina. Men læknin kom so av Sandi. Hann gav henni sproytu, so hon sissaðist og fekk svøvnin aftur. Tað var ikki veður at fara til Sands við læknanum, so teir máttu fara við honum til Sandvíkar.

Mostur lá nakrar dagar í Dímun, áðrenn hon slapp avstað fyri veður

Rætting til seinasta part: Tað var beiggi Hansinu, Sámal Johannes, sum hjálpti systrini við garðinum eina tíð eftir, at Óla Jákup doyði í 1924.


Hvítusunnuferð til Stóru Dímun

Í 1921 skrivaði fyrrverandi sandsprestur Jørgen Falk Rønne eina áhugaverda frásøgn um eina ferð til Dímunar. Henda søga er eitt frálíkt ískoyti til okkara lýsing av Dímun

Klokken er kun fire, men Pinsesolen er længst oppe paa Himlen i Nordøst og letter nu over Fjeldkammen kastende sit lys over den engfriske Dal, der er saa grøn og kraftig, at ingen Maler ejer Farver til at gengive den.
Gaarde og huse ligger endnu søvndrukne; en enkelt hvid Røgsøjle stiger lodret mod Himlen og fortæller om vaagnende Liv, og nede ved Fjeldsøen staar en flok Køer ude i Vandet og drikker ganske stille, som nænner de ikke at slaa dette blanke Spejl i Stykker eller bryde denne Stilhed.
Havet er blankt. Ikke en Krusning, ikke en Skygge over den vældige Flade, der vugger i brede sagte Dønninger og kaster Sollyset som et blankt poleret Skjold.
Vi 12 Mand staar nede i Fjæren ved Baaden. Der er de 8 Baadsmænd i Helligdagspuds. Skindklæder og Overtræk bliver der næppe brug for i Dag. Paa St. Dimon venter herligt Traktement, saa der behøves ikke megen Tanke paa den side af Udrustningen.
Endelig er der to Passagerer. Der er altid vældig Konkurence om at komme til Dimon, og der ansøges længe i Forvejen. Disse er altsaa de lykkelige, og Lykken straaler om kap med Solen – for en Pinsetur dog!

Hugt verður eftir prestaflagginum
En lille Flok Morgenduelige har samlet sig for at vinke Farvel. Præsteflaget sættes, Aarerne falder i Vandet og Baaden skærer frem i Søspejlet.
I Aften vil hele Bygden staa dernede og spejde efter Baaden, og de vil især se efter Flaget. Thi det er hændt, at Baaden ikke kom, og det er hændt, at den er kommet uden Flag med Lig i Skuden. Der sidder en Præsteenke i København, der har oplevet det, og det var endda hendes egen Mand (Rudolf Jensen,) der laa Død og Knust i Baaden.

Ude paa den brede Bugt stryger Huerne af, og medens de lysegrønne Fjelde staar andægtigt omkring, medens Edderfugleflokken lytter, og Sælen løfter sit tavse Hoved med de undrende Øjne og det vaade Overskæg over Havspejlet, istemmes Pinsesalmen af kraftige Mandsrøster:

Ære være Gud i Himmerig
Sit Lys han paa Jord mon Tænde
Sendte os sin Helligaand
At Hjertet i Brystet mon brænde

samle efter salme, og efter at Aarerne har begyndt deres rappe Slag, er vi ude paa det store Atlanterhav. 4 Mil at ro eller deromkring, men Strømmen bærer.

Hetta hevði eingin arkitektur kunnað gjørt
Derude ligger den underlige Ø med de lodrette Stenvægge. Om dens øverste Toppe ligger en Hvid Taagesky. Den synes saa nær, og dog gaar Time efter Time, inden vi er inde under disse vældige Sider, hvor man endnu paa ½ Mils Afstand maa lægge Hovedet tilbage for at se op til den øverste grønne Top.
Endelig naar vi helt ind under Øen. Mægtige Stenpiller, vældige Kapitæler, Stenflader af uhyre imponerende Størrelser, saa Straatage, Buer og Fremspring – ingen Arkitekt i Verden har udtænkt noget saa storstilet og gribende som denne tause Vælde, der faar Mennesket til at blive lille og synke hen i Andagt. Der er herinde i Skyggen en Alvor og en Højhed, som talte Gud selv i den mægtigste Domkirke. Og ganske sagte akkompagnerer Havet med dybe Orgeltoner. Her har jeg set selv de letteste Verdensmennesker blive stille, som stod de for Guds Ansigt, ikke Ord kom over deres Læber.

Fuglur í milliónatali
Men derude, hvor Pinsesolen straaler og bager ind i Fjeldvæggene, der er der Liv, et Myldrende flagrende, skrigende, spillende Liv af Millioner af Fugle. Dér dukker de og fisker og slaas, der flagrer de som Fluer i Høst. Den tykke Lunde med sit røde Næb, den tunge Lomvi, der kan æde saa ustyrlig mange Sild uden at revne, og Tusinder og atter Tusinder af hvide Maager, hvis hvide Vinger breder sig som en Sky over os og tager af for Solbranden.

Rede ved Rede saa langt Øjet naar. Række efter Række fredeligt efter hinanden, atter finder Fuglen den gamle Plet, naar den kommer tilbage om Vaaren, og de Aargamle Fugle, der endnu ikke er blevet Familiefædre, ligger trofast paa Havet foran det gamle Hjem.

Var Fjeldet dernede i Skyggen som den vældige Domkirke, saa er Fjeld og Hav som en Torveplads, en Markedsplads af de allerlivligste med et evindeligt Skrig og Skraal, saa man bliver ganske ør i Hovedet.

Se, højt deroppe paa Kanten staar Dimonbonden og hans Folk og ser efter os. De ser ud som Fluer, saa bitte smaa – nu kommer vi, blot om Pynten, saa er vi ved det eneste Sted, hvor man kan lande paa Øen – om da ellers Vejr og Hav holder sig stille, for der skal rigtignok ikke meget til at lukke denne smalle Klipperevne, hvor man kryber op paa Strømpesokker over slibrige, plaskvaade Klippeblokke.

En halv Fjerdingsvej under Øen, op over vældige Blokke, ned i dybe Huller med Bøjet Ryg, ned gennem smalle Kroge ud og ind, paa Knæerne eller oprejst, snart krybe, snart springe, det er en overordentlig Gymnastik, her hvor Solen bager, og saa endelig op ad den berømte eller snarere berygtede Dimonopgang, Rundetaarns Højde 6 Gange eller maaske 7, ad Stien i den bratte Klippevæg med Afgrunden under sig, uden skærmende Rækværk eller noget af den slags, somme Tider kun 2 Planker ved siden af hinanden dækkede med Græstrøv, og saa Trappen til sidst, inden man dukker op i det grønne deroppe paa den underlige Ø. Aa! Man kunde vride sin Skjorte, men nøjes med at kaste sig ned i al denne Frodighed, thi intet Steds er der vel saa Frodigt som her, hvor tykt saftigt Græs vælder frem af en Jordbund, der bestaar af Fugleguano.

Nej, hvor er her dejligt. Dernede under ens Fødder, det store, store Hav, der synes uden grænser med høje Bjergøer, svømmende i graa Dis, og heroppe en lille bitte Verden for sig selv. En eneste Gaard med Græstørvtag og svære Kampestensmure, hvor Mennesker fødes, lever, dør, lider og fryder sig saa ganske udenfor den store Verden, ganske afskaaret fra Menneskeheden Aarets 8 Maaneder og i Sommertiden kun besøgt enkelte Gange.

Sermerkt hvítusunnugudstænasta
Der er saa trangt i Kirken – den har kun Plads til 20 – saa vi samles alle paa den grønne Vold og holder vor Pinsefest og Pinseprædiken midt i Guds jordske Herlighed. Maager flyver os ganske nær, lægger Hovedet paa siden og lytter. Lunden staar uden for sin Husdør ikke 5 Favne Borte og ser paa os, mens Bækken springer ud over Fjeldranden syngende sin lille Melodi med sølvklar stemme.

Mod Aften gaar det hjemad. I Nord staar Solen luende rød., mild, og klar ligger den lyse Nat. Sejen springer paa den blanke Bugt, men rundt om den staar de tause tusindaarsfjelde mørke og alvorlige.


Vi havde kongeligt besøg allerede i 1844

I morgen er der, hvis alt går efter planen, kongeligt besøg på Store Dimon. I den anledning bliver denne artikel skrevet på dansk til ære for dansktalende. Vi kan nemlig fortælle om et kongeligt besøg på øen så langt tilbage som i 1844

Vi har i denne artikelrække berettet om Store Dimons historie. Artiklerne er baseret på samtaler med den 86 årige forrige bonde på Dimon, Janus úr Dímun, suppleret med andre kilder. Janus har en god hukommelse og er en god fortæller. Man kan sige, at Store Dimon har en 1000 år lang og dramatisk historie. Livet på øen har været farligt. Som eksempel kan nævnes, at udover flere andre slægtninge er både Janus’ far, bedstefar og tipoldefar omkommet på grund af ulykker.

I morgen er der en stor dag på Store Dimon. Da kommer regentparret nemlig på besøg. Men dette er ikke første gang, Dimon får kongelige gæster. Regentparret var nemlig også på besøg i 1990. Som tronfølgerpar var de også på Færøerne i 1971. Dengang havde man planlagt et besøg på Store Dimon, men dette blev aflyst på grund af dårlige vejrforhold. I 1996 var kronprins Frederik alene på Færøerne. Da aflagde han også Dimon et besøg. Det kan også nævnes, at Dimon også har haft præsidentbesøg. Det var i 1980, da den islandske præsident Vígdis Finnbogadóttir besøgte øen.

Fik besøg af Frederik 7.
Men mest interessante er dog, at Janus kan fortælle, at Dimon allerede i 1844 havde et kongeligt besøg. Det var den senere kong Frederik 7., som dengang besøgte Færøerne. Dette er et besøg, som er ret kendt på Færøerne. Men det er dog næppe kendt, at kronprinsen også var på Store Dimon.

Men i 2002 blev der på Kong Frederik VII’s Stiftelse på Jægerspris holdt en udstilling med malerier og tegninger fra denne rejse. Det var så heldigt for denne historie, at Janus, sønnesøn til den “gamle” Janus, har et program fra denne udstilling, skrevet af museumsinspektør Bente Jønsson. Dette program giver sammen med de andre kilder et godt billede af det formentligt første danske kongelige besøg på Færøerne.

Historien er, at sommeren 1844 var Danmarks 36-årige kronprins Frederik 7. på rejse til Skotland og Færøerne. Med på rejsen var et større følge. I dette var også maleren Frederik Theodor Kloss, hvem vi kan takke for, der findes billeder fra denne tur, også fra opholdet i Dimon. Efter besøget i Skotland gik turen til Færøerne. Den 22. juni dukkede sydspidsen af øerne frem i tågen. Ved Store Dimon kom amtmand Pløyen ombord for at byde velkommen. Det har måske været synet at Dimon, som har vækket kronprinsens interesse for at besøge øen under sit ophold. Herfra gik turen mod Tórshavn og den officielle modtagelse med æresport, taler, hjemmegjorte sange og hurraråb. I Thorshavn var der bygget en bro, Prinsebroen, til modtagelsen.

Rejsen til Færøerne var et officielt besøg med blandt andet fremlæggelse af sager og andet fra amtmanden. Men der var også tid til besøg og sejlture rundt til øerne og til at nyde den imponerende natur. Besøget var en stor succes for såvel færinger som kronprinsen, der allerede som ung lagde grunden til sin kongetitel som ”Frederik Folkekær.”

Spisebordet på Store Dimon var en sten
Men det, som har speciel interesse for denne artikel, er, at kronprinsen også kom til Store Dimon. Om dette skriver Bente Jønsson: “Efter et par dages hvil i Tórshavn gik turen sydpå til Sandoy, hvor selskabet gik på jagt. Herfra fortsattes til Stóra Dímun, der med sine 100-396 meter høje klipper og flade top ligger som en fæstning i havet. De stejle skrænter udgør et sandt eldorado for fugle. Fra klipperne nede ved havet fik de besøgende demonstreret fuglefangst af en lokal beboer. Fra toppen af den høje skrænt lod han sig langsomt fire ned i et reb langs den stejle klippevæg, mens mængder af fugle fløj omkring ham. Blandt fuglen var det især lunden, også kaldet søpapagøjen, der var attraktiv. Efter den flotte og farefulde demonstration gik turen over Skúvoy til Sandoy og tilbage til Tórshavn.”
Det kan nævnes, at besøget på Skuø stadigvæk er kendt på øen.

Kronprinsen kom ikke op på øen, hvor bondegården ligger, hvad årsagen så end har været til det. Han er måske ikke turdet at forcere den stejle opgang de 100 meter op til bondegården, som dengang har været mere utilgængelig end den er i dag. Opgangen ligger også ret langt fra landingspladsen.

Kronprinsen med sit følge fik sin mad serveret ned ved stranden på en flad sten, som siden blev kaldt “kongebordet”. Den sten findes dog ikke mere, da den er skjult under senere stenskred.

Det er særdeles interessant, at Kloss også fik tegnet et billede fra besøget på Store Dimon. Efter dette billede at dømme, har der været fem personer i land.
Værten ved kronprinsens besøg var den 34 årige kongsbonde Óli Jákup Jensen og hans 11 år ældre hustru Gudrun f. Mortensdatter. Ved folketællingen i 1840 boede der 19 mennesker på Store Dimon. Det har formentligt været nogenlunde det samme i 1844.

Bonden fik selv en dramatisk død, da han i 1859 selv faldt ned fra den høje skrænt. Han var i øvrigt tipoldefar til vores kilde Janus úr Dímun.

Var også med til grindedrab
En kilde til kronprinsens besøg er en dagbog, som blev skrevet af Christoffer Michael Olsen, som dengang arbejdede hos den kongelige monopolhandel i Klaksvig.
Han beretter følgende i 1844:

Løverdag 22. juni kom Kronprindsen til Færøerne med Fregatterne Gefion og Tetis. Vi hørte Kanonernes Torden her til Klaksvig. 30. sidst i denne Maaned kom en Grind paa Vaagø, hvor Kronprindsen var tilstede og stak selv med. 14. juli rejste han afsted igen

Der er ikke tvivl om, at kronprinsens deltagelse i et grindedrab har bestyrket opfattelsen af ham blandt færinger som “folkets mand.” Under kronprinsens besøg på Vágar forsøger to mand forgæves at bestige Trøllkonufingur, som kronprinsen døber Kongespiret, et navn der dog aldrig slår an.

På Eiði bor kronprinsen hos Poul Joensen, som ejer landets eneste beboelseshus i to etager. Bygden er i anledning af besøget rengjort, alle huse er vasket udvendigt, alle vandløb renset op og alle møddinger tømt. Det flere dages besøg på Eiði benyttes også til at bestige landets højeste fjeld Slættaratindur på 882 m. Der var stil over besøget. En beretning siger, at da kronprinsen tog til Kirkebø var der i følget 50 ryttere til hest.

Opgav enevælden
Lademanns leksikon skriver bl.a. om Kong Frederik 7.: Frederik 7. (1808-63) var konge 1848-1863. Han var søn af Christian 8. Efter tøjlesløse ungdomsår, forvisning til Fredericia og to opløste ægteskaber indgik han varig forbindelse med Louise Rasmussen, der i 1850 blev hans hustru som Grevinde Danner. Frederik yndede ikke alvorligt regeringsarbejde, men hans valgsprog “Folkets Kærlighed min styrke” var oprigtigt ment, og den popularitet, han havde vundet som prins, steg yderligere, da han i martsdagene 1848 godvilligt opgav enevælden, afskedigede det gamle ministerium og udnævnte det frisindede Martsministerium. Han underskrev grundloven 5. juni 1849. Frederik, som var barnløs, blev den sidste Oldenborger i kongerækken

Betydning for Færøerne
Bente Jønsson afslutter sin beretning om kronprinsens besøg således:

“Efter en måned måtte kronprins Frederik sige farvel til Færøerne. Opholdet havde prentet sig dybt i kronprinsens hjerte, og som konge talte han altid varmt for færingernes sag ud fra det, han havde set og oplevet på turen, men desværre ofte for døve øren.” Frederik 7. kom dog at have den direkte betydning for Færøerne, at han den 26. marts 1852 underskrev loven om det færøske lagtings genoprettelse. Dette kom til at have stor betydning for Færøernes politiske udvikling. Det var også under hans regeringstid, at den kongelige monopolhandel blev ophævet i 1856. Det kan have haft betydning, at amtmand Pløyen, som var kongens vært på Færøerne i 1844, var en ivrig fortaler for monopolhandelens ophævelse. Dette har han næppe holdt skjult for kronprinsen. Monopolhandeles ophævelse blev indledningen til en helt ny tid på Færøerne, godt hjulpet af danske købmænd og tilrejsende danskere, som bosatte sig på Færøerne, og hvis efterkommere har sat sit præg på det færøske samfund.

Udfordringer som konge
Det som endvidere ses om Frederik 7. i Christoffer M. Olsens dagbog er følgende:

1848: Den 20de Januari døde vor Konge Christian den Ottende. Han var bleven forkølet ombord paa et Skib, hvorpaa han blev aareladt. Inflamation kom i Saaret. Han laa en 14 Dage. Han regjerede i 8 Aar. Hans Søn Frederik den 7ende er udraabt til Konge. Der tales om, at vi skulle faa Constitution i Danmark.

5. april: Der er indbyrdes uroligheder næsten over hele Europa. Alle forlanger friere forfatning, Constitution. Holstenerne med Hertugen af Augustenborg hos dennes Broder Printsen af Nøer i Spidsen gjøre oprør imod vor nye Konge Frederik den 7ende. De ville ikke længere være under Danmark. Den danske flåde og Landfolket er sat paa Krigsfod.

Lidt af Store Dimons historie
For at give et indblik i Store Dimons historie skal her gengives en artikel i Nationaltidende 5. juni 1924 skrevet af Oliver Effersøe, som var en kendt politiker:

”Mellem Syderø og Sandø paa Færøerne ligger to smaa, men høje og stejle Øer: Store Dimon og Lille Dimon. Den først nævnte er beboet hele Aaret, men Folketallet udgør kun omkring 10 Mennesker (en Familie). Det er ikke gaaet helt nemt at faa Folk til at bo der, uagtet Øen er rig og god. Utallige Søfugle omsværmer den i den lyse Sommertid og bygger i dens Fuglefjælde. Græsningen er herlig for Køer og Faar. Dimon Ost og Dimon Smør er berømte.

Dødelige ulykker
Men Pladsen er afsides og dertil farlig. Der er kun en Opgang til Øen. For nogle Aar siden omkom Sognepræsten her ved Nedstyrtning. Fuglefangsten er som bekendt farlig, og mange Mænd har ladet Livet i Fuglebjergene. Nylig meldte Telegrafen , at den unge Dimonbonde Ole Jacob Jensen, Janus úr Dímuns far, den 1. juni 1924 var blevet knust af nedfaldende Sten under Ægsamling. Hans Fader gik det paa lignende Maade. Faderen var yderst intelligent, kundskabssøgende og driftig, men Fuglefangsten var dog No. 1. Han blev i en forholdsvis ung Alder efterhaanden blind, en sørgelig Skæbne for en Mand af hans Beskaffenhed og i hans Stilling. Men han gav ikke op og vedblev at røgte sin Dont. En dag tog han til Syderø med Baad, men paa Turen opstod der Uvejr, og man maatte vende om. Den blinde Mand, som før plejede at sidde agter ved Roret som Hovedsmand, maatte nøjes med at holde i en Aare, medens hans nylig voksne Søn havde taget Pladsen agter i den lille Robaad. Imidlertid ramtes Baaden af en Braadsø, og denne tog Sønnen over Bord. Han druknede, uden at det var muligt for nogen at yde Hjælp. De øvrige bjergede sig til en af Østbygderne paa Sandø. Senere tog Bonden paa Fuglefangst tillige med en Ledsager, en ung Mand. Bonden kendte hver Sten, og alt syntes at gaa godt. Ledsageren blev firet ned i Bjerget, og Bonden sad tilbage og holdt paa Linen. Mere ved man ikke, thi begge forsvandt. Den unge Mand er øjensynlig gledet ud, og har revet Bonden med sig. Denne fik saaledes en haard Død midt i sin kæreste Gerning, og Havet, det uendelige, blev hans Grav.

Jørgen Falk Rønne mirakuløst reddet
Det ligger ikke mange Aar tilbage i Tiden, at Sognepræsten paa Sandø, Jørgen Falk Rønne, der var paa Tur med Robaad fra Syderø, maatte søge Tilflugt paa Store Dimon midt om Vinteren i Storm og Kulde, hvor han og alle hans Ledsagere blev bjergede ligesom ved et Vidunder

Tidligere benyttedes Store Dimon meget som frivilligt Forvisningssted til stor Gavn for alle Parter. De Forviste foryngedes og blev sunde, helt ukendelige, men Bonden fik den haardt tiltrængte Arbejdskraft. Nu er man saa human, at den Slags Forvisning er hørt op.”

Speciel oplevelse
Der er ikke nogen tvivl om, at Store Dimon er et specielt og betagende sted til trods for sin dystre historie. Dette vil de danske gæster også kunde sande, hvisde kommer til Store Dimon. Endnu i dag er dette ikke nogen selvfølge, selv om man næppe risikerer som i gamle dage at ligge i uger og endda måneder uden forbindelse med omverdenen. Men der ønskes regentparret med følge samt de gæve indbyggere på Store Dimon lykke til med dagen. I næste uge fortsætter denne artikelserie med blandt andet en beretning om, da Janus, vor kilde, som lille dreng blev reddet fra samme skæbne som flere at sine forfædre af en hund!
 

Hundurin bjargaði mær

Tað hava verið nógvar deyðiligar vanlukkur í Stóru Dímun, men tað vóru eisini merkisverdar bjargingar, sum tá ið hundurin hjá teimum bjargaði Janusi frá tí vissa deyða

Í seinasta parti høvdu vit frásøgnina um kongaligu vitjanina á Stóru Dímun í 1844. Hetta varð gjørt í samband við ta ætlaðu dortningavitjanina seinasta hósdag. Men henda vitjanin gjørdist av ongum. Í øllum góðveðrinum, sum drotningin hevði, skuldi tað júst vera ta løtuna, at ætlanin var at vitja Skúvoy og Dímun, at tað ikki gjørdist veður at fara hagar. Hetta var sjálvsagt eitt vónbrot, tí í báðum plássum høvdu tey fyrireika seg væl og virðiliga at taka ímóti gestunum. At veðrið fór at arta seg soleiðis samsvaraði væl við veðurfrásøgnunum. Tí verður eisini spurt, um ikki ein slík skrá kundi verið so mikið ligilig, at hon tók hædd fyri slíkari støðu. Men tað vísti seg at vera lættari at koma til Dímun í 1844 enn í 2010. Men avlýsta drotningavitjanin gjørdi so tað, at kongaliga vitjanin í Dímun fyri 166 árum síðani gjørdist alment kend. Harvið fekst eisini eitt íkast til ein lítið kendan part av søguni hjá Stóru Dímun.



Bjargaður av hundinum

Nú verður so komið aftur til gerandisdagin og frásøgnina hjá Janusi: Eg kundi sjálvur dottið oman bert fá ár eftir, at pápi mín var deyður. Eg var tá 3-4 ára gamal. Mamma hevði sagt við arbeiðsgenturnar, at hon fór at hvíla seg, og hon bað tær um at ansa eftir mær. Tá ið hon vaknaði og kom upp aftur, var eg ikki at síggja. Genturnar høvdu snøgt sagt gloymt meg. Mamma fór so at leita. Tá hoyrdist hundahvin niðri við bakkan. Mamma fer oman eftir ljóðinum. Komin oman á skráningina, sær mamma, at hundurin stendur og heldur í mær. Eg havi eftir øllum at døma verið um at fara útav, og hundurin hevur bjargað mær í seinastu løtu. Hann hevur so hildið í meg, samstundis sum hann hevur sent “neyðarróp”. Eg var tá komin so langt oman, at mamma tordi ikki at fara oman eftir mær. Tá kundi lættliga endað galið hjá okkum báðum, ikki minst um hundurin so eisini slepti. Mamma fekk rópt eftir mannninum Óla Jákupi, sum við eini fleygastong fekk um meg og fekk meg drignan niðan frá bakkatromuni. Tá var troyggjan heilt uppetin, sum hundurin hevði hildið í hana. Hesin hundur man hava fingið ein góðan bita fyri bragdið!

Hans í Malthúsi druknaði
Tað gingu tó ikki nógv ár, til feigdin aftur vitjaði í Dímun. Hetta var í 1931, tá ið 14 ára gamli Hans, sonur Jóannes í Malthúsi í Dali, druknaði í Brimgjónni. Eg var um sjey ára gamal tá, so eg minnist tað væl. Hetta var í rituungatíð, teir vóru nakrir farnir eftir rituungum. Hans saman við einum øðrum skuldu taka rituungar á helluni. Har áin rennur oman í gjónna var sera hált niðri við. So Hans er áhaldsin og fer á sjógv. Her var høgt niður fyri, einar 4-5 favnar. Sofus og Tummas vóru til staðar har, men kundi einki gera, tí teir stóðu uppi á bakkanum. Teir róptu á Hans um at taka í taran og halda fast. Tað royndi hann eisini. Men tað var sjóvarfalsbrim og tí ókyrt. Hans misti tískil takið, og teir náddu ikki at bjarga honum. Hann varð seinni funnin sum lík og varð jarðaður í Húsavík. Tað var systir hansara Ebba, sum gjørdist arbeiðsgenta hjá amerikanska oljukonginum Rockefeller sum greitt er frá í røðini Hendur ið Sleptu og í teimum útvarpssendingum, sum hava verið fyri kortum “undan grønu torvu.” Tummas plagdi at koma til Dímunar at ferðast. Sofus var tann seinasti av teimum, sum varð sendur til Dímunar. Honum feilti ikki annað enn, at hann var nakað seint mentur. Hann dugdi at lesa og skriva, men hann dugdi ikki 2+2. Hann hevði als ikki skil fyri tølum. Hann fór seinni til Íslands, men kom aftur sjúkur. Hann doyði nokk so skjótt. Tann seinasti, sum skuldi sendast til okkara, var annars ein drongur úr Vágum, sum hevði gjørt seg sekan í onkrum Men tá kom hann at liggja veðurfastur í fleiri vikur í Skúoy á veg til Dímunar. Tá fekk hann blindtarmsbruna. Tað tók sína tíð at gerast frískur aftur. Tá var tíðin farin, sum hann annars skuldi verið í Dímun, og hann kom ikki. Harvið endaði hesin parturin av Dímunar søgu.

Aftur nærum vanlukka
Tá ið eg var 12 ára gamal kundi aftur ein stór vanlukka hent í Dímun. Hetta var í samband við ræning í einum sigi í Fútagili, sum eitur Flágin yvir Loftshill Gunnar í Toft úr Dali var í línuni. Hetta var beint við gjónna við lendingina. Óla Jákup, stjúkpápin, og eg sjálvur vóru settir soleiðis, at vit skuldu síggja hann. Vit skuldu varskógva teir, sum sótu við línuna, tá ið tað skuldi sígast, haldast og dragast inn.

Mannagongdin var annars tann, at línan varð løgd um tveir hælar, sum vóru settir niður í bakkan, so helvtin kom uppúr.. Ein hali var um ein metur til longdar. Abbi mín Filippus sat undir, sum tað varð sagt. Hann slakkaði línuna og dróg inn, sum hann fekk boðini frá okkum. Óla Jákup í Hvanngarðinum og Beda í Stórhúsi í Dali sótu niðri við tromina og ansaðu eftir línuni, so ólag ikki kom á hana. Gunnar var í mittastu rókini, einar 20-25 favnar uppi frá helluni. Hann hevði gingið nakað langt eftir rókini. Gunnar hevði fullar eggaprillur, 200 egg í hvørjari, tá hann rópti á hinar um at síga seg niður á helluna.  Vit róptu á teir á bakkanum at draga slakkin, tá ið hann fór móti teimum aftur. Teir drógu til tað stóð á. Men knappliga gleið hann, og tað var tað seinasta hann mintist. Hann raknaði ikki við aftur fyrr enn á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.

Tað var ein slakki í línuni, tá ið Gunnar datt, tí hann var ikki náddur at koma beint undir monnunum á bakkanum. Hetta gav eitt slíkt sett, at línan fyrst fór upp av hælinum, og strok kom á hana. Óla Jákup, sum var av allarknappastu monnum, legði aftur um hælin. Men tá skrædnaði hælurin oman úr. Allir tríggir á bakkanum blakaðu seg eftir línuni, men tá var Gunnar komin niður á helluna.

Endaði á eggjaprillunum
Um fallið var størri, kundu allir eins væl verið farnir útav. Tað hevði verið tann vissi deyði. Teir á bakkanum hildu eisini Gunnar vera deyðan. Men tað vildi so væl til, at tá ið Gunnar fall niður á á helluna, hevði hann eggjaprillurnar undir sær, so hann datt niður á tær.

Eggjasleivin, sum hann hevði í hondini, var tað fyrsta sum tók, og hon fór í trý. Eggjasleivin er ein stong við króki í øðrum endanum at toga seg gjøgnum bergið og lítlum glúpi í hinum endanum at nýta til at taka eggini.

Eggjaprillurnar teir brúktu, vóru ikki heilt av tí gamla slagnum. Hetta vóru avkvettir kýkar. Gunnar datt tískil niður á báðar prillurnar. Tær virkaði sum ein fjøður, so hann støkk upp frá aftur og kom niður aftur eftir liðini. Tá tók tinningurin, hetta var einasta sárið hann fekk. Hann var eisini heppin á annan hátt. Niðri undir var ein stór urð. Gunnar kundi eins væl dottið í hana, tá hevði hetta ikki spælt so væl av.

Ein bátur av Gørðunum í Vági hevði verið eftir eggum og var beint farin avstað. Tað varð rópt eftir honum, men hann hoyrdi ikki. Tað vildi so væl til, at tveir snarubátar lógu út fyri Gjónni, tá ið hetta hendi. At veiða fugl við snaru var ein vanligur veiðuháttur, men hann varð tó ikki nýttur av díminingum. Hesir fingu samband við bátin av Gørðunum, sum vendi aftur og tók Gunnar inn á sjúkrahúsið á Tvøroyri, har hann kom fyri seg aftur. Henda hending var sjálvsagt ein ræðuligur hvøkkur fyri okkum øll, og enn einaferð sóu vit, hvussu lættliga tað kundi enda galið.

Konfirmeraður
Eg bleiv konfirmeraður á Sandi.Tað eru vit øll systkini. Vit hoyrdu nú til tað prestadømið. Prestur var Blicher Winther. Hann var leingi prestur á Sandi. Hann kom í 1930. Hann var so líka til hann fór frá fyri aldur í 1970. Familjan hjá honum fór niður aftaná kríggið. Hann átti fýra børn, tvey av hvørjum slag. Foreldrini hjá honum vóru deyð undir krígnum. Hann segði, at hann tímdi ikki at fara niður aftur, nú foreldrini vóru burtur. Hann var einsamallur eftir, men fekk sær eina húshaldirsku, sum var úr Skúvoy. Hóast hann var so stóran part av lívinum í Føroyum, so tosaði hann ikki føroyskt, men hann vildi helst, at tað varð tosað føroyskt við hann.

Stjúkpápin doyr
Enn eina ferð skuldu vit uppliva eina deyðavanlukku, hesa ferð í Dali. Pápi doyði sum áður nevnt í 1924. Men í 1927 giftist mamma aftur við Óla Jákup í Toft úr Dali. Hann festi ongantíð men virkaði tó sum bóndi í Dímun. Mamma sat sjálv við festinum. Tað gingu bert 17 ár frá tí pápi doyði, til mamma missir seinna mannin, av eini heilt serligari vanlukku. Hann doyði nevniliga av eini spronging í Dali í 1941. Óla Jákup var farin til Dals og hann ætlaði at fáa menn við sær at fygla eftir lomviga. Fygling fer fram eftir at pisan er komin út, og oyðufuglurin kemur uppá rókina. Hetta er tann ikki kynsbúni fuglurin, sum fyrst á sumrinum heldur seg til sjós. Tá hann kom uppá rókina setti hann seg ytst at tromina. Tað vóru serligar reglur fyru fygling. Endamálið við fyglingini var fyrst og fremst at fáa oyðufuglin. At veiðan skuldi vera burðardygg lá djúpt í fólkinum, sum skuldi liva av fugli. Tí var ásett, at tað skuldi ikki takast meira enn ein triðingur av fuglinum. Heldur ikki mátti rókin røkjast meira enn triðja hvørt ár.

Óla Jákup var komin til Dals tann 14.juli. Tað var av fagrasta veðri. Fyrrapartin var Óla Jákup farin niðan á Sýn eftir torvi. Hann kom aftur við einum 200 punds sekki av torvkonglum.

So var tað ein drongur í Dali, sum kom inn og segði við Óla Jákup, at hann hevði funnið nakað niðri á Møl. Hann visti ikki, hvat tað kundi vera. Óla Jákup fór við dronginum at vita, hvat hetta var fyri nakað. Hetta var eitt hylki, um einar 60 cm til longdar, minti um eitt flatt lomvigaegg. Ùr øðrum endanum var ein veirkustur um hálvan metur til longdar. Óla Jákup hevði so skrúvað hylkið sundur og tikið eitt stykki úr tí. Hann var farin til hús við tí og hevði tikið tað inn í skúlan at hyggja nærri at hesum. Orsøkin til at hann fór í skúlan var, at loftið tá ikki var innrættað og tí ofta varð nýtt til ymisk umvælingararbeiði. Teir báðir dreingirnir, sum høvdu verið í fjøruni, fylgdu við honum, men hann vildi ikki hava teir við inn í skúlan.

Óla Jákup fór uppá loft at seta seg og fór at skrúva hetta sundur. Tá brestur. Annar drongurin var tá komin uppá loftið. Hann var funnin millum skins og hold í skúlanum. Hin var deyður í gongini. Óla Jákup var sum skilst heilt illa farin. Dreingirnir vóru 15 og 19 ára gamlir. Tað doyðu tískil tríggir av hesi vanlukku. Tað merkiliga var, at dreingirnir sum doyðu, vóru báðir tvíburðar, men ikki við hvønn annan.

Óli hjá Vitussi systkinabarn pápa átti annan drongin. Óla Jákup í Hvanngarðinum var abbi at hinum dronginum.

Óla Jákup gjørdist 48 ár og varð jarðaður í Húsavík. Tá var ikki kirkjugarður í Dali. Tað vildi verið ov óhøgligt at jarða hann í Dímun.

Óla Jákup var jarnsmiður og sera hegnigur. Hann lærdi á Tvøroyri hjá Jørgen Smið og var útlærdur í 1916. Hann var uppfinnsamur og fekk ótrúliga nógv at bera til. Millum annað gjørdi hann sum sveinastykki eina lítla kanón, sum kundi standa á einum borði sum prýði. Hon kundi bæði løðast og skjóta. Hon er enn til í ættini.

Óla Jákup var av prúðastu monnum. Tiltikin var hann fyri dirvi, eitt nú í bjørgunum. Hann var ikki kendur fyri at vera skilaleysur ella óansin. Tað var heldur hinvegin. Kortini skuldu tað gangast sum tað gekk.


Ættin hjá mammuni úr Skúvoy, Lorvík og Norðragøtu

Í hesi røð er greitt væl og virðiliga frá faðirættini hjá Janusi. Men mamman Hansina hevur eisini eina áhugaverda ættarsøgu. Men fyrst greiðir Janus frá bóndaskapi í Dímun

Mamma sat á garðinum
Seinasti partur endaði við, at Óla Jákup, stjúkpápi mín, í 1941 doyði av eini spreingivanlukku í Dali. So nú sat mamma aftur einkja. Tá var hon 41 ár. Børnini vóru framvegis ung. Eg var 17 ár, og hini systkini vóru frá 14 til 4 ár. Mamma sat tá framvegis við garðinum. Hon sat eisini við honum fleiri ár eftir, at eg var giftur. Hon vildi ikki lata festið frá sær fyrr enn øll børnini høvdu lært. Báðar døturnar vóru sjúkrasystrar. og Ritleig lærdi jarnsmíð hjá Hans Arge. Tann yngsti beiggin Jóannes lærdi til snikkara hjá Zakarias Bech í Havn.

Sjálvur borin til garðin
Men eg var so borin til garðin. Hetta merkti, at mítt lívsvirki gjørdist í Dímun. Men eg var so á háskúla veturin 1944/45. Símun av Skarði var deyður í 1942, og Jóannes, sonur hansara, hevði tikið yvir. Rasmus á Háskúlanum livdi framvegis tá, men hann var ikki í skúlanum. Mourits Mohr hevði avloyst hann í rokning og øðrum leirigreinum. Pápi hevði verið tveir vetrar á háskúlanum.

Festibrævið
Festibrævið hjá pápa segði, at vit kundu hava 35 neyt og ein galtur, sum er svín av kallkyni. Mamma hevði grís fyrsta árið. Hetta var ov stríggið, serliga vit teirri serligu føði, sum svín skuldu hava.

Tá eg festi var hetta við galti slept. Um galtur ikki var, kundu vera 36 neyt. Umframt kundu vera 500 áseyðir. So nógv var kortini ikki. Men vit kundu so hava úti ímóti 300.

Í Dímun eru 13 merkur. Hóast oyggin altíð hevur verið eitt festi, so hevur hvør mørkin við hálvmørkum hvør sítt navn. Bøurin liggur í tveimum, Eystaribøur og Vestaribøur, húsini standa í millum. Ein mørk kallaðist Gøtuteigur. Hvør bøur er býttur upp í átta partar við hvør sínum navni. Sum vanligt var í Føroyum fyrr, vóru bøgarðarnir av flagi. Men seinni vórðu grótgarðar lagaðir um allan bøin.

Vit sluppu eitt sindur lætt við hoyggi í mun til aðrastaðni. Neytini gingu úti mestsum alt árið. Tá ið illveður kundi koma í oktober, stóðu neytini inni um náttina, men vit loystu tey út hvønn einasta morgun, tá ið tað var so frægt veður. Tað var gamalt í Dímun, at tað skuldu bert 12 byrður av hoyggj til hvørja kúgv, meðan tað aðra staðni kundu krevjast 60 byrðar.

Men kortini var tað nógv hoyggj sum kravdist til so nógv neyt umframt tey fýra rossini. Tað var heldur ikki altíð, at tað bar til at hava neytini úti so stóran part av vetrinum. Tá ið tað fall á ringar vetrar við illveður og nógvum kava var ofta trongligt við hoyggi aftur móti vári.. Tá var onkuntíð roynt at skera lundasinu, deyðasina, til teirra. Tað kom fyri, at neytini doyðu í raki, men hetta var áðrenn mína tíð. À oynni var bara vatn í einum staði. Tað var tí ofta torført at fáa nóg mikið av vatni. Tað vóru brunnar bygdir at goyma tað vatn, sum kundi fáast. Men nú eru vatnleiðingur lagdur oman úr erva til húsini úr Hestakeldu. Hetta arbeiðið lat abbi, tann blindi Janus, gera. Fyrr var vatnið borið niðan úr Kleivini, har hon kemur upp.

Mjólkin í Dímun var kend fyri at vera sera feit. Sagt varð, at á rómastampi var rómin næstan tummatjúkkur omaná. Neytaslagið mundi vera sera gott.

Neytadrongur
Vanligt varð eisini altíð at hava neytadrong at ansa eftir neytunum, tá ið tey vóru uppi á oynni. Har var vandi fyri, at tey fóru fyri bakka. Rasmus í Rennuni í Dali, elsti beiggi langabba, Óla Jákup, hevði tað arbeiði burturav at sita hjá neytum. Hann var vist ikki heilt fullførur. Hann endaði sínar dagar sum neytadrongur í Dímun í 1880-unum. Hann var kortini ikki tann seinasti at ansa neytum. Tá neytini vóru so nógv úti, var eisini gjørt nógv við at ganga til neyta. Oyggin er 396 metrar høg, meðan vit búgva uppi á 110 metra hædd. Tí var tað nokk so bratt at ganga niðan á oynna. Uppi á oynni var eisini ein støðil, gyrðing, har neytini vórðu rikin inn at verða mjólkað. Konufólkini ræddust eisini nokk so illa tarvin, og tí máttu tey hava mannfólk við sær eftir neytunum. Men so komu tey eftir, at hundurin Savn gjørdi somu nyttu. Hetta líkaði ikki monnunum. Men hundurin var sum eitt fólk. Onkur skuldu bert teska “neytini” í oyra hjá honum, so streyk hann avstað og kom aftur við teimum.
Neytini plagdu at koma oman av oynni um Mikkjalsmessu. Har var so aftur ein støðil, ein girðing, har neytini vórðu savnað um náttina, tá ið tey kundu vera úti.

Ostur úr Dímun
So nógv neyt góvu eisini nógva mjólk, sum tað ikki kundu sleppast av við. Men mjólkin varð gjørd til ost, og tað var nógvur ostur gjørdur í Dímun. Mamma seldi nógvan ost. Tað byrjaði, tá ið mittasta konan hjá abba kom til Dímunar. Hon hevði sum áður greitt frá verið niðri sum ung genta. Hon hevði eisini arbeitt á einum meiarí niðri og kendi til ostagerð. Hon fekk sentrifugu og byrjaði ostagerðina. Ostur í Dímun varð kendur um landið fyri sína góðsku, sum eisini Oliver Effersøe greiddi frá í greinini vit høvdu í 5. parti..

Vit gjørdu eisini smør, men tað var mest til húsbrúk. Man sá ikki margarinpakka í Dímun í mínari tíð.

.............................
Ættarsøgan hjá Hansinu, mammu Janus

Sum Janus hevur sína ættarsøgu frá pápanum, so hevur hann eisini sína søgu frá mammu síni. Her skal lýsast ein partur av henni

Byrjar í Leirvíksfirði í 1727
Hendan søgan hjá Hansinu byrjar í 1727 í Leirvíksfirði. Ein bátur av Blankskála hevði verið yviri á Vík við Leirvík eftir torvi. Á vegnum heim øtlaði veðrið. Báturin drakk sjógv og sakk, og fleiri druknaðu. Millum teirra vóru feðgarnir Pætur og tann ungi Niclas Petersen, sum vóru úr Lykkerhúsi, einum av teimum fýra húsunum á Blankskála. Niclas var trúlovaður Elsebeth Hansdatter úr Fuglafirði, og tað vísti seg, at hon var við barn. Hon fekk eina dóttir, sum tann 19. november 1727 varð doypt Suniva Niclasdatter. Hennara eftirkomarar er útgreinaðir av Freydis Poulsen í Varðanum 2000 og 2001, har hon hevur staðfest fleiri hundrað av eftirkomarunum hjá Sunnivu, millum hesi sovæl tann, sum skrivar hesar reglur, og Janus úr Dímun.

Ættin kom í Tjørnustovu
Sunniva giftist í 1764 við Ísak Joensen í Heimistovu í Fuglafirði. Hann var 16 ár yngri enn hon.Tey fingu fimm børn. Eitt av teimum var Elsebeth Isaksdatter, f. 1767. Hon giftist við Jákupi Heinesen, bónda í Guttastovu í Leirvík.

Tey fingu seks børn. Tað elsta var Anna Jacobsdatter, f. 1794. Hon giftist við Óla Jacobsen, bónda í Tjørnustovu í Norðragøtu. Ein onnur dóttir var Sunneva Jacobsdatter, sum giftist við Høgna Jacobsen, beiggja Óla Jákup. Tey búsettust í Leirvík, og nógv, sum eita Høgnesen eru ættað frá teimum. Anna og Óli í Norðragøtu áttu 8 børn. Sunnuva og Høgni í Lorvík áttu 5 børn. Hesi vóru tískil dupult systkinabørn.

Her kemur Skúvoy inn í myndina
Nú byrjar søgan í Skúvoy. Keldan er munnligar frásagnir og Skúvoyar søga. Søgan byrjar við, at Andrass á Vattóli í Skúvoy hevði lagt ástir saman við Marjun, f. 1815, sum var bóndadóttir niðri í Stovu. Hon stóð til at taka festið. Andrass átti ikki sýru í vegg, so hann var sera óynsktur sum versonur. Men ráð vóru fyri tí. Tey senda dóttrina til Norðragøtu saman við einari arbeiðsgentu, sum var haðani. Tað riggaði heilt væl. Skjótt var Andrass gloymdur, og Marjun varð trúlovað við Óla Jákup, elsta bóndasoninum í Tjørnustovu, sum stóð til at fáa festið her. Men tá tað nú stóð Óla Jákupi í boði at fáa eitt enn størri festi í Skúvoy, tað var 5 1/2 mørk móti tveimum í Tjørnustovu, valdu tey bæði at taka við tí, og tey flyta til Skúvoyar. Tey giftust í 1841 og hann festi í 1845.

Hetta var so byrjanin til eina rættiliga innrás av systkjunum hjá Óla Jákupi í Skúvoy. Tað fóru nevniliga ikki færri enn 5 systkin tilsamans til Skúvoyar. Umframt Óla Jákup fóru:

  • a. Johan Frederik, f. 1820, g.v. Malenu Danielsdatter í Skúvoy. Hann kom til Skúvoyar sama ár sum Óli Jákup at vera húskallur hjá Dánjali í Jógvansstovu.
  • b. Elsebeth Sofie, f. 1826, g.v. Jógvan Hansen í Skúvoy. Hon kom í 1848.
  • c. Hans Peder, f. 1831. Hann kom í 1849. Hann var ógiftur og datt oman í Skúvoy í 1863. Tað sigst at hann var trúlovaður í Skúvoy við Onnu úti í Stovu, og ætlaði at búsetast her.
  • d. Hans Jacob, f. 1834. Hann kom í 1853. Kona hansara var Marin S Gregersen. Og tað kanska løgna er, at hon var úr Kunoy, so tey vóru bæði tilflytarar.

Í ætt við flestu skúvingar
Umframt hesi fimm systkini flytur Pól Høgnesen f. 1820 um somu tíð til Skúvoyar. Hann var sum nevnt dupult systkinabarn við umrøddu systkini. Hann giftist fyrst við Onnu í Garðinum, og tá ið hon doyði við Bernhardinu Magnusdóttir av Sandi. Tað er nærliggjandi at halda, at Poul hevur frætt frá sínum systkinabørnum, hvussu gott tað var í Skúvoy, so hann er farin aftaná teimum. Tað var jú altíð nógv samband millum Lorvík og Norðagøtu.

Anna og Poul fingu fýra børn. Elstur var Hendrik f. 1845. Hann gekk burtur undir Dímun skaðadagin 30. apríl 1870. Tað fórust sjey skúvoyingar við tveimum bátum hendan dagin, eftir at annar báturin hevði sett ein mann av í Dímun. Tað var gott veður hendan dagin, tí vóru nógvir bátar úti. Men knappliga brast á av landnyrðingi norðan við stormi og kavaroki. Hetta er ringasta ætt í Suðuroyafirði.

Hendrik var giftur við Marionnu Katrinu Poulsen úr Skopun. Hon flutti aftur til Skopunar við dóttrini Onnu, sum tó doyði longu í oktober sama ár. Næstur var Hans Desiderius Poulsen f. 1847. Hann giftist við Súsannu Uppí Garði f. 1857, sum var systkinabarn hansara. Tey bæði fingu 10 børn. Elst av teimum var Olivia Kristina f. 1878. Hon giftist við Filippus Joensen f. 1872 av Skarvanesi. Tey búsettust í Skúvoy. Tey bæði fingu 12 børn. Næstelst av teimum, og tað elsta, sum vaks til, var Hansina, mamma Janus. Tað kann verða nevnt, at ein beiggi Hansinu, Johan Hendrik, var pápi Hákun Djurhuus, kendur politikkari. Mamma hansara var Armgarð, systir Áarstovubrøðurnar í Havn.

Eisini kann verða nevnt, at ein systir Hansinu, Súsanna f. 1915, giftist við Kjartan Hentze, langabbason Óla Jákup, tann fyrsti av systkjunum í Norðragøtu, sum fluttu til Skúvoyar. Tað var hann, sum kom at hava postflutningin til Dímunar í nógv ár.

Poul fremri enn aðrir menn

Tað verður sagt um Poul Høgnesen, langabba Janus, í Skúvoyar søgu, at hann var í mangar mátar fremri enn aðrir menn. Eitt dømi um tað er, at hann var fyrsti maður í Skúvoy, sum fann uppá at fara uppá land undir oynna at fleyga lomviga. Fyrr høvdu teir bara fleygað frá báti. Hann hevði ein úthandil í Skúvoy fyri Mortensen á Tvøroyri. Seinni fór hann at handla fyri egnu rokning og bygdi pakkhús, sum enn er til. Hann var eisini limur í taxatiónsnevndini, sum virðismetti jarðirnar í Sandoyar sýslu.

Ættin niðri í Stovu
Her skal greiðast eitt sindur frá ættini hjá Óla Jákupi og Marjun. Óla Jákup hevur uttan ivað verið álitismaður. Hann var ein av tveimum skúvoyingunum, sum varð valdur í skúlanevnd í 1850-unum.

Tey bæði fingu bert eina dóttir, Sunniva, f. 1842, uppkallað eftir ommuni í Skúvoy. Óli Jákup doyr longu í 1861. Marjun doyði í 1895.

Sunneva giftist í 1863 við Johan Mikael Hentze Mikkelsen, føddur í Skopun í 1841. Tískil verður Johan bóndi.

Johan og Sunniva fingu trý børn. Sonurin Óli Jákup Hentze, uppkallaður eftir abbanum úr Gøtu, verður bóndi. Hann giftist í 1894 við Sissal, dóttir Janus Úti í Stovu.
Tey fingu 9 børn. Tann elsta av teimum var Sunneva, sum giftist við Poul Müller í Havn, hvørs ætt er umrødd í Miðvikuni. Hetta merkir alt, at Janus og hansara eru í ætt við flestu skúvoyingar.
 

Tá ið húskallurin mátti vera jarðarmóðir

Sjálvt í mun til aðrar fjarskotnar bygdir var tað øðrvísi í Dímun. Øll onnur høvdu í hvussu er grannar. Men í Dímun høvdu tey bert seg sjálvan

Í Dímun var sera langt til alt. Ikki minst, tá ið tað galt jarðarmóður ella til lækna, serliga tá ið umstøðurnar ikki vóru eftir vild. Tað vóru eisini uppá seg nógvar konur, sum doyðu í barsilssong. Millum hesar vóru tær tvær fyrstu konurnar hjá abba mínum. Men Gudrun, tann seinasta konan hjá honum, føddi trý børn í Dímun.

Sum frá leið varð skipað fyri, at tá ið konur skuldu eiga, fóru tær burtur í góðari tíð. Eg meini at Elin Sofía, mamma Jóannes á Toft, var tann síðsta, sum átti í Dímun.  Tað var ein serlig hending í 1906, sum lýsir, hvussu tað kundi ganga. Tá skuldi jarðarmóðir koma til Gudruna. Nærmasta jarðarmóðir var í Skúvoy. Um hesa tíðina var tað Greta, kona Mikkjal undir Brekkunum, sum hevði hetta starv. Hon var úr Skopun og giftist til Skúvoyar. Hon var jarðarmóður mína tíð í Skúvoy.

Tá var einki beinleiðis samskifti millum Dímun og Skúvoy. Men tað var ikki verri enn so, enn at jarðarmóðirin visti tíðina, tá ið konan skuldi eiga. Undan “termin” fór hon so til Dímunar at vera til reiðar.

Skúvoyingar róðu hana so til Dímunar, og hetta var vanliga ein hampiliga stutt ferð. Men júst hendan dagin køvdi hann av í mjørka, og báturin viltist á veg til Dímunar. Tað fyrsta, teir sóu, var Skálhøvdi millum Húsavík og Skálavík.

Tá ið jarðarmóðirin loksins kom fram til Dímunar, hevði Gudrun átt. Men hetta spældi væl av. Karl á Rana, sum var húskallur, hevði tikið ímóti barninum. Hann var jú vanur at taka ímóti kálvum, so grundleggjandi var eingin munur, um tað var eitt barn! Barnið var Jana, fyrsta barn hjá Gudrun. Hon var fødd 24. januar 1906.

Mamma fór altíð avstað væl frammanundan, at hon skuldi eiga. Skuldi kona eiga á vetrartíð, so mátti farast í góðari tíð, kanska mánaðir frammanundan. So hon kundi vera burtur ein ársfjórðing.

Mamma plagdi at fara til Skúvoyar, haðani hon var ættað. Her vóru øll hennara børn fødd. Tað var eisini høgligt, at her eisini var jarðarmóðir.



Soleiðis gjørdu vit ost
Seinasti partur endaði við ostinum í Dímun. Her skal greiðast eitt sindur frá framleiðsluni. Ostur varð gjørdur á tann hátt, at mann súrgaði mjólkina við at halda henni á um 38 hitastig. So varð koyrt í nakrir dropar av sundurløgu. Tá leyp mjólkin sundur, og tað fasta tilfarið varð lagt undir trýst í formum. Tá fekk mann tað so turt og hart. Tað varð lagt eitt toystykki i formin. So varð press lagt á. Tað stóð í einar 12 tímar fyri at pressa so nógv av vætuni burtur úr sum gjørligt. Ostur kundi liggja 14 dagar til 3 vikur. Tað var eisini so ymiskt, sum fólki dámdi hann. Summi vildu heldur hava ostin í feskari lagi.

Serliga undir krígnum var nógvur gravgangur eftir osti til viðskera. Mamma seldi nógv av øðrum viðskera sum kjøtpylsur og rullupylsur. Hon hevði fastar avtakarar. Serliga var tað AT, Arbejdernes Trawlerdrift á Tvøroyri, sum eisini hevði stóran handil, sum var góður kundi. So var tað eisini fólk, sum kom at ferðast. Tey keypti vanliga eisini ostar heim við sær.

Turkaðu fisk
Vit høvdu sjálvir bát. Vit fingu neyst á Gjónni summarið í 1935. Abbi hevði havt neyst í Barminum. Tað var nógv óhøgligari. Báturin mátti tá dragast 100 metur og síðan 10 metur niðan í neystið. Har var eisini ábart. Tað hendi seg, at neystið fór av brimi. At hava egnan bát uppá seg so høgliga var eisini ein lætti hjá okkum.
Áðrenn mína tíð róðu teir nokk nógv út og fingu eisini fisk. Í einum staði undir oynni, beint har sum vitin er, er eitt loft undir. Har høvdu teir borað hol og settu trækílar uppí. Her var fiskurin hongdur at turka. Hetta var tó mest til húsbrúk.

Sum vanligt í øðrum bygdum komu ókunnugfólk eisini til Dímunar at biðja um mat. Tá varð ofta boðið viðkomandi turran fisk. Tað hevur ikki verið nógv gjørt við seiðaberg, men onkuntíð havi eg tó verið á seiðabergi.

Smiril bumbaður við Stóru Dímun

Sum áður greitt frá vóru samferðsluviðurskiftini óhøglig. Men tað skal sigast um Smiril, at hann var sera makaleysur. Var tørvur á tí, og tað annars vóru líkindi, var hann altíð fúsur at steðga út fyri Dímun, so vit kundi rógva umborð við ella eftir vøru. Tá kundu ferðafólk eisini sleppa við.

Tann 14. apríl 1941 varð Smiril álopin av týskum flogfari tríggjar fjórðingar eystur úr Stóru Dímun. Flogfarið helt beint móti Smirli, rendi seg á høvdið dygst niður móti sjónum og slepti fýra bumbum, sum fullu um stýriborð. Samstundis varð skotið við maskinbyrsu. Skipið skakaðist illa og lyftist upp úr sjónum, tá ið bumburnar brustu. Maskinan var steðgað, og bátar vórðu loraðir á sjógv at kanna, um nakar skaði var. Skipið lak so ikki og sigldi á Skálavík. So nógv hevði staðið á, at Smiril mátti á beding. Hann kundi nevniliga ikki bakka. Umvælingin tók 14 dagar.

Ein seyðamaður hjá okkum úr Hósvík hevði verið burtur í haga hendan dagin. Hann hevði sæð tilgongdina og kundi greiða frá henni, tá ið hann kom heim aftur.
Tá varð avgjørt, at Smiril mátti kunna verja seg, og hann varð útgjørdur við maskinbyrsu. Tað var eisini skjótt, at brúk gjørdist fyri henni. Tá ið teir ólavsøkudag sama ár vóru millum tær báðar Dímunar kom ein flúgvari eftir skipinum. Ove Mikkelsen, sum var ein av manningini, leyp fram á hvalabakið og skeyt eftir honum. Hann helt undan og sást ikki aftur.

Annars merktist ikki nógv til kríggið í Dímun. Tað kundi hoyrast okkurt buldur, tá ið ein mina brast onkunstaðni.

Seyðurin
Tann gamla skipanin í Dímun var 648 áseyðir. Skipanin var í 1831 broytt 500 áseyðir. Men nú var seyðurin eisini størri. Upprunaliga var tað tann svarti seyðurin, gamla seyðaslagið, sum varð minni.

Av fyrstu tíð vóru níggju fylgi við frá 20 til 100 seyðum. Men nú eru fylgini fimm. Hvørt fylgi hevur sítt egna mark. Men alt verður rikið í somu rætt við bóndahúsini.
Tað krevst ikki tann stóra fjallmanningin. Tað gamla var 5-6 mans. Men nú plaga vit at vera 2-3 á fjalli. Men teir reka bert eitt fylgi hvønn dagin. Hetta er eisini nóg strævið. Eftir hvørja fjallgongu verður flett út á náttina. Eitt fylgi var í Skálvíksrók, sum varð rikið í eina rætt fyri seg. Her høvdu teir verið og rikið ein leygardag áðrenn eg minnist. Dagin eftir koma skúvoyingar út í Dímun. Tá fortaldu teir, at rættin var burtur. Hon var opinbart farin av einum skriðulopi. Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur, tí hetta kundi eins væl hent, tá ið fólk var á rættini dagin fyri.

Við so nógvum seyði var eisini stór framleiðsla av kjøti. Men vit høvdu ein stóran keypara gjøgnum fleiri ættarlið, eisini tað nógva av mínari tíð. Tað var Mortensen á Tvøroyri. Eisini var tað AT á Tvøroyri ta tíð, hetta vardi. Teir, sum keyptu, komu vanliga sjálvir eftir kjøtinum við egnum báti.

Skinsapylsa
Seyðurin varð allur slaktaður í Dímun. Men vit royndu at sleppa av við kjøtið so skjótt sum møguligt. Kjøt varð sjálvsagt eisini hongt upp at turka. Her var eisini nógvur innvølur. Mørur og lundir blivu saltað til vetrarføði. Vit gjørdu nógva blóðpylsu, so gjørdi vit eisini nakað úr blóði, sum kallaðist skinsapylsa. Har kom einki søtt í. Men feit skuldu hon vera. So har skuldu nógv tálg í. Hana kundu vit goyma í hjallinum í minst tveir mánaðir eftir, at pylsan var kókað. Hon skuldi bara hitast upp. Tá ið mamma var í vælmaktini, plagdu vit at slakta gott 200 seyðir. Men nú er talið 3-400.

Tað komu altíð fólk út til at ganga á fjall. Áðrenn telefonin kom bar sjálvsagt ikki til at geva fjallboð. Men tað var ein standandi avtala, at menninir komu, tá ið líkindini vóru, tá tíðin var komin at fara á fjall. Mest komu teir úr Skúvoy. Hetta var eisini hampuliga høgligt. Tað vóru bert 50 minuttir at sigla. Tað eru 2 fjórðingar millum oyggjarnar.

Tað hava eisini verið vanlukkur í samband við fjallgongu. Á heysti 1884 vóru froðbingar komnir út til Dímunar eftir seyði. Tað var kyrt, tá ið teir komu. Tveir menn vóru eftir á bátinum, meðan hinir fóru til menninar, sum vóru í ferð við at reka. Men tá fór at øtla veðrið, og tað fór at brima. Menninir fóru í skundi oman á Gjónna at vera hinum til hjálpar. Teir fingu eisini bátin upp á helluna, men tá tók eitt óløgi bátin út á Gjónna og holvdi hann. Báðir menninir í bátinum druknaðu. Teir eru jarðaðir í Dímun. Tann eldri æt Christian Ludvig. Tann yngri kallaðist Frederik Christian Aagaard Skaarup. Hann gjørdist bert 19 ára gamal.

Ullin fingin til høldar
Ullin varð øll fingin til høldar. Skinnini lógu, til ullin var rotað burtur av. Tey vóru millum annað brúkt til rotuskógvar, og tann rotaða ullin varð nýtt til bátsmanstroyggjur. Øll ullin varð spunnin. Allar troyggjurnar vóru seldar til handlar um landið.

Hjá mammu var tað soleiðis, at Filippus, pápi hennara, var handilsmaður í Skúgvi. Hann byrjaði nokkso tíðliga at handla, tað var vist fyri teir hjá Thomsen á Tvøroyri. Tað vóru tveir handlar í Skúgvi, hin handlaði fyri Mortensen. Seinni fór abbi at handla fyri seg sjálvan. Abbi keypti eisini fisk, sum tað tá var vanligt hjá handilsmonnum.
Ta handilsvøru, sum mamma brúkti, var frá abba. So seldi hann eisini troyggjur fyri hana. Tað varð spunnið og bundið allan samlaðan veturin. So tað var einki við at keða seg.

Tá ið tær bundu bátsmanstroyggjur um hesa tíðina vóru tær altíð tvær um hvønn bulin. Tær sótu yvir av hvørji aðrari. So vítt eg minnist fingu tær millum fýra og fimm krónur fyri eina troyggju. Hetta var nakað tá og munaði til húsarhaldið. Várullin varð eisini øll brúkt til klæðir, buksur, undirbuksur, undirtroyggjur, alt var føroysk klæði, sum vórðu nýtt.

Torv
Torv var nógv av, bæði nógv og gott. Tað var kolsvart næstan sum kol. Men torv var bara uppi á oynni, heilt uppi á slættanum. Við húsini er bert mold fleiri manshæddir niður. Tá farið varð eftir torvi tók tað eini trý korter, til ein var aftur. Tað var ikki so galið. Tað var nógva aðra staðni longri at ganga enn tað. Men tað var nakað tungt at koma niðan. Eg fekk so gjørt ein rennistrong oman til hús. Rennistrongurin var 500 metur langur, og hann kom beint oman í hjallin. Torvið varð koyrt í smáar sekkir, 50 pund. Hetta var sum rímiligt er ein stórur lætti, tí hetta spardi tunga bering.



Garðurin

Sjálvur hevur greinskrivarin bert verið á Stóru Dímun ein tíma millum tvær tyrluferðir í samband við hesa greinarøð. Steðgurin var stuttur men gav sjálvsagt hug eftir at fáa meira av tíð eina aðru ferð.

Men her skal verða greitt eitt sindur frá garðinum. Tað eru tvær lonir hvør 62 alin langar. Onnur er hoyløða og hin er sethús og fjós. Millum lonirnar er eitt hellulangt tún, 4-5 alin breitt, og fyri báðum endunum er ein veggur við einum portri í. Hetta túnið er rætt, tá ið farið verður á fjall. Har umframt eru fleiri úthús. Pápi bygdi húsini av nýggjum, tá ið hann tók við í 1920. Húsini hann bygdi vóru 12x14 alin. Upprunaliga búðu øll saman bæði húsfólk og tænastufólk, tað bar væl til.

Nú eru so tvær íbúðir til tær tvær familjurnar, sum búgva á oynni. Eva og Jógvan Jón við teirra børnum búgva í størru íbúðini. Janus, beiggi hennara, og Erla búgva í hinari. Tey bæði eru júst komin til Dímunar fyribils fyri eitt ár. Tað er hugaligt fyri framtíðina hjá Dímun, at yngra ættarliðið hevur hug til at taka við.
 

Gentan bleiv konfirmerað, gift og barnið doypt sama dag

Nógvar serligar umstøður hava verið í Stóru Dímun. Ein serlig søga er um gentuna, sum sama dag bleiv konfirmerað og gift. Samstundis varð barnið hjá nýgiftu hjúnum doypt

Tá ið arbeitt verður við eini slíkari røð sum hesi kemur ymiskt undan kavi. Kom av tilvild um dagarnar fram á bók hjá Jørgen Falk Rønne, sum var prestur á Sandi 1889-1895. Bókin kallaðist Færøerne og var ein lýsing av “landet og dets Beboere. Fra det daglige Liv.” Hetta er ein áhugaverd lýsing av Føroyum um hesa tíðina, tá ið Falk Rønne virkaði í Føroyum. Hann lýsir eisini umstøðurnar hjá prestum. Reglan var, at prestur skuldi koma til hvørja kirkju 6-8 ferðir árliga. Tá kundi eisini vera tørvur á at hava gudstænastu gerandisdagar.

Um umstøðurnar í Dímun skrivar hann: Til enkelte meget vanskelige øer kommer præsten sjældnere, til St. Dimon f. Eks kun to Gange om Aaret, til Myggenæs tre Gange. Fra St. Dimon fortælles der, at Præsten i lange Tider ikke havde været paa Øen, da han paa Grund af Svimmelhed ikke kunde bestige den bratte Opgang – for øvrigt den samme opgang, fra hvilken Pastor Jensen i 1874 faldt ned og slog sig ihjel.

Da der endelig kom en Præst derop, noterer denne: I dag confirmeret Pigen NN og annammet hende til Skrifte og Guds Bord, hvorefter jeg copulerede (gifti) hende til velagtede Ungkarl N.N. Siden døbte jeg sammes Barn, hvorhos hun holdt sin Kirkegang. I Sandhed en højtidsdag for samme pige. Tað hava eftir øllum at døma verið fleiri ár síðan prestur var seinast, og tí mátti alt hetta gerast um eina leið.

Av fjalli at giftast
Man ser, at Vanskelighederne ikke er saa faa, især for de smaa øers vedkommende, hvor der maa tages hensyn til Vejr og Vind, Sø og Brænding og hvor Præsten ikke kan sende bud i forvejen om sit komme. Naar vejret er godt, maa det benyttes. Saa kommer Præstebaaden paa Vandet, og han sejler ud til Øen, hvor han maaske kommer ret uventet. Maaske skal brudgommen hentes hjem fra Bjærget eller Bruden fra Køerne i Haugen. Forældre faar travlt med at skaffe Faddere til deres udøbte lille, og Slægten samles for at gaa til Graven, som der skal kastes Jord paa.

Hetta er eisini tað, sum prestar hava upplivað í Stóru Dímun. Falk Rønne leggur afturat, at eitt er at koma til oynna, eitt annað kann vera at sleppa avstað aftur, tá ið líkindini kunna vera ivasom og “de fleste Præster kunde vel ikke lade være med at blive nervøse, naar Baadføreren stiller sig nede i Kirkedøren for stiltiende at mane til Afslutning. Thi kommer der forandring i Vejret, da gælder det om at slippe bort fra Øen, ellers kan Præsten og hans Mandskab komme til at ligge vejrfaste der ude i Dage, maaske i Uger.”

Janus og Jóhannes fara fyrstu ferð at fleyga
Í somu bók hevur Jørgen Falk Rønne nakrar stuttsøgur úr Føroyum. Ein av teimum er úr Stóru Dímun. Søgan snýr seg um brøðurnar tann 12 ára gamla Johannes og tann 11 ára gamla Óla Jákup. Bæði nøvn og aldursmunur samsvara við pápa Janus, Óla Jákup og beiggja hansara Jóhannes, eisini kallaður Janus. Falk Rønne var jú skald og gjørdi tí nakað nógv av, men henda søgan sigur tó, hvussu tað var at vera barn í Dímun. Dreingirnir høvdu “aldrig været uden for deres Ø. Ude i det blaa Hav svømmede de andre Øer, som de hver dag maatte se paa, og i de lange Vinteraftener havde de hørt om Byer, hvor mange Folk boede tilsammen, om Dans og um Lystighed – det lød som et Eventyr for dem. Med store Øjne hørte de til og længtes mod det blaa Land derude.

Alligevel var de glade, hvor de var. Her var friskt og frit og nok til at tage vare paa for raske Drenge. Først var der nu de to store Tyre, Køerne og de smaa Kalve, der gav meget Arbejde og megen glæde. Saa var det de store Faarehunde, der næsten var saa kloge som Mennesker. I Selskab med dem og Faarehyrden havde de mangen en anstrengende, men dejlig Dag, naar det gik over Flader og Skraaninger i lystig Fart for at fange de vilde Væddere, eller naar de krøb ad bratte, trange Stier for at faa et vildfarent Faar op. Og saa i Baaden under Øen, naar Vejret var godt – især om Sommeren, naar Smaafisken stod her i store Stimer, saa man fik Bid blot man kastede Angelen ud, eller om Høsten, naar Torsken var saa stor, at de begge maatte lægge alle Kræfter i for at faa den over Rælingen. Men allerbedst var det dog i Fugletiden – det glædede de sig til hele Aaret rundt. Hvor var det en Fryd at sidde paa Eggen og ved et behændigt Kast fange den forbiflyvende Fugl i Nettet paa den lange Flejestang – og saa komme hjem med hundrede, to Hundrede, maaske tre Hundrede Fugle. Og hvor var det spændende, naar en af Mændene, som havde været nede i Bjærget i Line, skulde hejses op, naar de sled i det tykke Tov og gættede efter Tyngden, hvor mange Storfugle, han vel havde med sig.

Men søgan sigur, at nú eru dreingirnir komnir í ein slíkan aldur, at teir vilja sjálvir sleppa at draga lunda, og teir biðja pápa sín um loyvi til tess. Hann var eitt sindur ivasamur. “Den gamle Bjergbestiger og Fuglemand var ængstelig, naar han tænkte paa sine Øjenstene i det bratte, høje Fjæld.” Men hinvegin, “det skulde jo være deres Levebrød at hænge i Linerne med Flejestangen og klatre ad de farlige Veje – de maatte jo dog til det en Gang. Saa sagde han alvorligt: “Gaa da i Guds Navn, Drenge, men forsigtige og raadsnare.” Tað sum ikki náddi at koma við í hesi søgu, at báðir brøðurnar doyðu av vanlukkum, sum áður er greitt frá. Hetta var eisini ein partur av lívinum í Stóru Dímun.

.....................

Fuglurin kom til sættis
Fuglur hevði stóran týdning í Stóru Dímun. Hesum greiðir Janus eisini frá:

Tað var so nógvur fuglur í Dímun, og hann hevði sjálvsagt sín stóra týdning fyri húsarhaldið. Gamalt var, at ein tunna av saltaðum fugli skuldi vera árliga til hvørt fólk. Ein tunna var knapt 600 lundar ella 250 lomvigar. Lomvigin plagdi at koma í bergið á kyndilsmessu fyrst í februar. Hagreiðingin av lunda og lomviga var ymisk. Lomvigi var kruvdur, men lund bert skuldi magadragast. Til døgurða varð roknað við einum lomviga ella trimum lundum til hvønn persónin. Á jóansøku kom fyglingin fyri. Til tess kravdist nógv manning og komu teir millum annað úr Sandvík og Dali at hjálpa til. Bjargalínurnar vóru ymiskar til longdar. Tann longsta nevnd Stóralína var 120 favnar. Tað skuldi hegni til at síga í Dímun. Nógva staðni er loft í berginum, og tá hongur fleygamaðurin í leysari luft.

Fleygalínan var um veturin í síni tíð goymd á kirkjuloftinum, so stórt var tað. Har kundu fólk enntá sita. Á Stóru Dímun var ein gøta, sum gongur allan vegin kring oynna. Á hvørjum ári, áðrenn fuglatíðin kom fyri var farið eftir gøtuni við hakkara og spaka fyri at beina burtur eyr og grót, sum rutt var niður um veturin. Tað var eisini tað serliga á Dímun, at har vóru teir ikki mannaðir at draga fleygamannin við fongi uppaftur. Hann var tí línaður niður á helluna. Fleygamaðurin kom tá upp gjøgnum Kleivina og veiðan varð drigin upp í Dráttin. Lundin kom á summarmála 14. apríl. Tá hann var komin í holuna um miðjan mai var farið at draga lunda. Hvør maður hevði sítt serstaka stað. Tá kundi bóndin við at kanna holurnar finna fram til, hvør ið fór illa um holurnar. Húskallarnir høvdu sum setning at draga 100 lundar um dagin, og setningurin hjá arbeiðskonunum var eisini at royta 100 lundar.

Á jóansøku var hildið uppat at draga lunda, og tá var farið at fleyga bæði lunda og lomviga. Við fleyging kundi fáast eitt stórt tal av lunda. Dømi eru um, at tað kundu fáast yvir 1.000. Tað vóru tó fáa støð, har lomvigi fekst á flogi. Tað kundi fleygast á øllum ættum uttan eystri. Eisini kundi fáast væl av havhesti, og tað bleiv eisini sligið havhestaungar. Teir uttanoyggjamenn, sum komu at hjálpa, fingu fugl afturfyri.

Ræning-tøka av eggum
Vit gjørdu nógv av at selja egg. Tað er tiltikið, at lomvigareggini skuldu vera so øgiliga sterk. Tað hevur verið sagt, at dettur eitt lomvigaregg við nóg stórari ferð niður í ein bát, kann tað bróta seg gjøgnum bátin. Hatta havi eg nú ikki upplivað sjálvur. Teir á Gørðunum í Vági tóku fast egg frá okkum, teir komu sjálvir eftir teimum við báti. Men vit plagdu sjálvir at fara við báti til Tvøroyrar at selja egg. Tað vísti seg, at tað var serliga fiskafólkið, sum hevði áhuga fyri at keypa, so har plagdu vit at leggja at. Eggini hildu sær nokk so leingi, ein mánaða. Tey kundu vera saltað og kundu eisini nýtast til vetrarføði. Vit plagdu at fáa 8-10 oyru fyri eggið. Eg minnist, at vit í 1936 fingu eina 60 favna langa bjargalínu. Hon kostaði kr. 600. Mamma segði, at ræningin hetta árið betalti hesa línuna. Hetta merkir so, at vit hava selt eini góð 6.000 egg. 600 krónur hevur verið eitt gott ískoyti tá í tíðini, ein heil fiskimannaløn. Bjargalínur vóru annars keyptar úr Bretlandi. Tær vóru um 4 tummar í ummát. Tað var eitt krav, at festarin skuldi halda línuna. Tað var tað trygga við bjargalínum, at tær slitnaðu ikki. Tær kundu í ringasta fall togna.

Kol fyri lunda
Línurnar til Dráttin at draga vøru upp frá helluni vóru úr manilla. Tær kundu í ringasta føri slitna. Mamma hevði ein fastan mann Gøtu Símun. Hann var ættaður úr Norðragøtu men búði á Tvøroyri. Teir vóru tveir beiggjar og eisini tvær systrar giftar til Suðuroyar. Beiggjarnir vóru Símun og Magnus og systrarnar Olevina og Elsa. Pápi teirra var Liða Dávur (Poulsen.) Símun átti eitt seksmannafar við motori. Hann sigldi út til Dímunar í fleygatíðini. Hann tók fuglin frá fleygingarmonnunum, sum teir blakaðu á sjógv, og so seldi hann fuglin fyri okkum á Tvøroyri óroyttan. Tað var mest lundi, sum varð fleygaður í Dímun. Fuglur varð royttur í oynni til húsbrúk. Fjøðurin varð eisini nýtt til dýnur og tílíkt. Hetta var bert lundafjøður, tí lomvigafjøður var so grov og tung. Fjøður varð eisini seld. Hon fór vist av landinum.

Fyrst eg minnist var havhestur eisini royttur. Tann fjøðurin fór í hvussu er av landinum. Tað komu menn aðra staðni frá at fleyga. Millum hesar vóru hvalbingar. Teir høvdu ofta nakrar sekkir av koli afturfyri. Hetta lætti eisini um. Arne Nørrevang hevur í síni frálíku bók “Úr bjargasøguni” eisini forvitnisligar frásagnir um fuglaveiðu í Stóru Dímun. Her eru eisini áhugaverd gomul skjøl, sum lýsa hesa søgu. Umframt lunda og lomviga vóru eisini onnur fuglasløg veidd. Eitt dømi var rituungar. Ritan eigur ymsastaðni í berginum, og har verða pisurnar sitandi til tær eru floygdar. Beint áðrenn hetta hendir vórðu tær tiknar.

Arne skrivar eisini, at fuglatíðin endar seinast í august mánaði við at farið varð eftir náta og líra. Seinast í juni var skarvsungin farin at gerast so stórur, at tað lønti seg at fara upp í skarvaurðarnar. Reiðrini vóru rættiliga løtt at finna, og eisini vistu teir, hvar tey plagdu at vera ár um ár. Við einum húki, har agnhaldið var avfílað, á eini sneis, fingu teir fatur á ungunum, sum lógu í reiðrunum inni ímillum teir stóru steinarnar. Tað eru eisini fleiri mans, sum eru deyðir í bjørgunum.

Johannes Johannesen nevnir í síni bók nakrar tilburðir. Á sumri 1886 fóru tríggir dalbingar niðan til Dímunar, sum tað varð kallað har. Teir høvdu fingið loyvi til at draga lunda, hóast tað var farið av lundadráttartíð. Hans Petur á Braðnum fall tá norðuri í Braðnum. Hann var fingin aftur á lívi. Men komin til Dals doyði hann, 27 ára gamal.
Í 1891 fall tann 15 ára gamli sonur Johonnu og Heina Joensen, Óli Jákup.


Kinna kemur til Dímunar

Nú fer at nærkast nútíðini í hesi frásøgn úr Dímun. Janus er so heppin at finna eina konu, sum vil vera saman við honum í Dímun



Kinna og eg giftust í Havnini í 1950. Hon var dóttur Elisabeth og Niels Mørk í Sandvík. Tað lá væl fyri at vit komu at hittast, tí tað var so nógv samband millum Dímun og Sandvík. Tey úr Sandvík komu nógv til Dímunar. Tað var eisini onkur úr Sandvík, sum var fastur ræningarmaður í Dímun. Vit komu eisini nógv til Sandvíkar.

Niels Mørk hevði ein leiklut í flaggmálinum, sum greitt frá í bókini hjá Niels J. Arge um Merkið. Tað var í oktober 1922, at Niels Mørk hevði Merkið á stong, tá ið hann við motorbátinum Tórgrimi fór suður á Tvøroyri eftir brúður síni, sum var ættað frá Gjógv. Niels helt, at hetta mundi vera fyrstu ferð, at eitt deksfar hevði føroyskt flagg.

Men leikluturin hjá Nielsi í flaggmálinum var ikki úti við hesum. Hann slapp ikki til Grønlands í 1931 við sluppini “Vestmanna” hjá N.J. Mortensen. Orsøkin var, at hann hevði flaggað við Merkinum. Niels greiddi frá: “Nógvir skiparar høvdu hug at flagga við Merkinum, men tú mátti gera tær greitt, at øvrigheitin var eftir tær beinanvegin. Tað var ikki so lætt, tá tú ikki átti skipið sjálvur. Hetta árið førdi Óla Johan Viberg, Viberg á Sevmýri, skonnartina “Honnu” hjá J. Mortensen. Kvøldið fyri, sum “Hanna” skuldi fara á Suðurlandið, komu vit ásamt um, at Viberg skuldi heysa føroyskt flagg, tá ið hann fór avstað, og vit skuldu heilsa honum við føroyskum flaggi, sum siður var tá í tíðini, tá ið skip fóru.”

Niels bað reiðaran um loyvi til at flagga, men fekk einki greitt svar. Hann spurdi tí hina gomlu, Josefinu Mortensen, einkjuna eftir Niels Juel. Hon bað hann bara flagga.
Men tá ið “Hanna” fór út eftir fjørðinum heysaði Óla Johan danskt flagg. Tað vildi Niels ikki, men knýtti tað føroyska flaggið í flagglínuna. Johan, pápi Steinbjørn B Jacobsen, motorpassarin, sum eisini var úr Sandvík, styðjaði Niels í hesum.

Sýslumaðurin, Christian Djurhuus, frætti um flaggið, og boð fóru straks til reiðaran Gudmund Mortensen um at taka flaggið niður. Gudmund sendi boð oman á “Vestmanna” til Niels, men hann helt, at tá hann ikki kom sjálvur, so mundi hann ikki meina so nógv við tað. Sýslumaðurin sendi politistin Stóra Martin oman við boðum um at strúka flaggið. “Strúka flaggið,” sigur Niels, “tað kann eg ikki gera, tí eg havi einki strúkijarn umborð. So má tað fara heim til seymikonuna Mariu í Skorti at strúka!” Flaggið bleiv tó hangandi uppi allan dagin.

Tá ið teir komu aftur úr Grønlandi fekk Niels at vita, at nú sluppu teir ikki aftur til Grønlands. Hetta mundi vera tøkkin. Hetta gjørdi ikki so nógv, tí teir gjørdu tað eins gott undir Íslandi. Vestmanna flaggaði tískil alt árið við føroyskum flaggi.

Hetta dámdi ikki yvirvøldini, og pápa Johan, Óla Jákupi, varð álagt ein bót. Men hann svaraði, at teir kundu seta seg í skansan, men bót rindaði hann ikki.
Annars førdi Niels skip heilt fram til seinna heimsbardaga. Tað lá væl fyri hjá honum. Kinna og tey vóru fimm systkin. Tað vóru fýra sum komu til. Tríggjar systrar liva eftir.

Ein ættargrein hjá Kinnu gongur aftur til Barbaru Simonsdatter f. 1799, sum giftist inn í Barbustovu í Syðrugøtu. Barbara var ættað av Blankskála, dóttur Simon Poulsen, sum doyði ungur.

Blankskálamenn vóru farnir í torranum á Skallarnar við seksmannafari í 1803. Tað kom illveður, og teir fingu harðan andróður til lands. Teir høvdu 27 tímar til Viðareiðis. Tveir av teimum doyðu av overving, eftir at teir vóru komnir til lands. Hetta vóru brøðurnir Poul, 30 ár og Símun Poulsen (45 ár.) Sagt varð, at hesir vóru teir raskastu av monnunum. Símun doyði frá seks børnum, og tey fóru í ymiskar ættir. Tríggjar døtur komu til Gøtu, Barbara var so ein av teimum. Tvær døtur hennara giftust til Gjáar. Poul og Símun eru tískil við á minnisvarðanum í Syðradali K.

Ættarfólkini hjá Kinnu var nógv og ferðaðist í Dímun. Esther, systir hennara, greiðir frá, at hon hevur hildið jól í Dímun. Døtur hennara Elisabeth og Torgerð greiða eisini frá, hvussu stuttligt tað var at koma út hagar.

Ravmagn
Viðvíkjandi ljósi høvdu vit petroliumslampur sum øll onnur. Men vit fingu ravmagn í 1949. Hetta var við motori og javnstreym. Hetta var í hvussu er fyrr enn nógv staðni í landinum. Tað kom av teirri grund, at vit høvdu radio og telefon, sum varð drivið av akkumulatori. Hesir máttu sendast av oynni at løðast upp. Hetta var eisini eitt stríð. Jógvan Skýlindal, kendur telefonmaður av Eiði, var tann, sum ferðaðist mest til Dímunar at hyggja at telefonini. Hann bjóðaði sær til at skaffa okkum motor og battaríir, um vit vildu. So skuldu telefonverkið orðna restina.

Soleiðis fingu vit ravmagn. Tá slapp mann eisini undan at senda akkumulatorar av oynni. At fáa ravmagn var eitt framúr framstig hjá okkum sum hjá øðrum. Ikki var motorurin stórur. Hann var sum ein kaffimylla. Vit keyptu hann frá Radio Karl. Motorurin koyrdi uppá bensin. Vit brúktu kanska einar tvær tunnur av bensini um árið. Nú hava vit ein størri motor, sum verður rikin av SEV.

Fremmandafólk
Tað komu nokk so nógv fremmandafólk til Dímunar. Tað mesta eg minnist var ein dag seinast í 40-unum, tá komu umleið 170 fólk. Tað komu fimm bátar ymsastaðni frá, líka frá Tvøroyri, Havnini og Vágum.

Janus Djurhuus plagdi at koma til Dímunar. Helst ta seinastu ferð, hann var haruppi, hugleiddi hann soleiðis um Dímun:

Á Føroya prúðu bringu søgutímin
teg festi sum eitt prýði, Stóra Dímun,
í tínum brekkum jótra júgurtungar kýr,
í tínum skorum bjargaseyður býr,
teg prísar Atlantshav við villum urgutónum
í samljóði við fuglamilliónum-
- men nornan stranga høgt frá Øssursdrangi
- sum áður – boðar enn frá feigdarfeingi

Ein fastur gestur, sum kom á hvørjum ári var Carl Johan Bech, djóralækni. Tað var kanska eins nógv av hugi enn sum djóralækni, hann kom. Men vóru tá nakrir “sjúklingar”, so tók hann sær sjálvandi av teimum. Tað koma framvegis nokk so nógv fremmandafólk til Dímun, og hetta er partvíst fíggjarliga grundarlagið undir Dímun. Nú eru eisini skipaðar útferðir, og fólk kunnu støðga nakrar tímar.

Allar atkvøðurnar til javnaðarflokkin
Inntil fyri nøkrum árum síðani var Dímun eitt valstað. Mong val fóru allar tær 5 atkvøðurnar til javnaðarflokkin, so tað kundi ikki sigast at vera nakað serliga loyniligt val, tí hetta vóru almenn tøl, sum komu í bløðini. Seinni er Dímun sum valstað lagt saman við Skúvoy, og tað er samlaða talið fyri sóknina, sum kemur alment fram. Tað var annars ikki fyrr enn mitt í 40-unum, at vit sluppu at velja í Dímun. Áðrenn tað máttu vit fara til Skúvoyar at velja, men eg minnist einki til, at tað varð gjørt. Tað kundi sikkurt havt verið valt við brævatkvøðu, men tað varð heldur ikki gjørt.

Fingu eplir fyri hvølpar
Vit royndu at velta epli, men tað fruktaði illa. Vindur gjørdi altíð meira ella minni fortreð. Slokkarnir toldu ongan vind. Vit keypti eisini nógv eplir av Sandi. Vit høvdu hundar, og vit lótu nógvar hvølpar til seyðahundar, serliga til Sandoynna. Prísurin var ein sekk av eplum fyri hvølpin. Tað var bíligt. Hvølpar verða framvegis seldir, men nú er tað kontant.

Vit høvdu eisini altíð hønur og gæs. Gæsnar vórðu turkaðar, og so fingu vit turra gás. Hetta var fastur morgunmatur, tá ið gásin var tornað í februar og mars og úteftir. Turr gás við heitum drýli, tað var gott. Um summarið fingu vit rómastamp til morgunmatar saman við nýbakaðum drýli.

Um veturin kundi vera til morgunmatar saltaðir havhestaungar, turr gás, gásarístur, garnatálg ella fløt, altíð drýl afturvið. Til døgurða var oftast saltaður lundi ella annar fuglur við eplum.

Tað vóru eisini serligir kjøtdagar. Høgtíðsdagar var altíð kjøt, fyri tað mesta neytakjøt. Tað, sum ikki kundi etast feskt, varð saltað. Vit fingu eisini seyðakjøt, men tað mesta av seyðakjøtinum varð selt. Nátturðin var ofta súpan, bótin var seyðaføtur og kjøtbein út á mjøl og grýn. Um heystið fingu vit eisini seyðarhøvd.

Allir tarvskálvar vórðu settur við, og teir vórðu dripnir trý ára gamlir. Teir vórðu seldir feskir av oynni sum fjórðingar. Teir vóru dripnir sama dag, sum mann slapp av við hann, feskari kundi tað ikki vera.

Goymdu jólatræið
Høgtíðir royndu vit altíð at halda. Vit høvdu jólatræ og fingu tað vanliga úr Skúvoy. Tá so jólini vóru farin, var jólatræið vanliga goymt, sjálvt um nálirnar duttu av. Fekst so einki jólatræ tey komandi jólini, so var tað gamla tøkt. Gjarna átti mann gips. Tað varð so smurt uppá træið, so tað gjørdist hvítt. Tað var fast, at vit ótu skinsakjøt um jólini. Vit høvdu altíð einar 4-5 seyðir, sum vit lótu ganga til jólaseyð. Teir blivu dripnir ikki seinni enn 14 dagar undan jólum. So varð kjøtið kókað og hongt í hjallin. Tá fekk kjøtið ein serligan smakk.

Man keddi seg ikki at eta tað sama dag um dag. Jólaaftan var tað fast at eta høvdini av jólaseyðinum. Tjógvini vórðu steikt. Ofta fingu fólk jólagestir aðra staðni, men tað var ikki vanligt hjá okkum. Tað hevði vist eisini verið ov óhøgligt.Mann kundi hugsa sær til, at lívið í Dímun var einsligt, men tað kom okkum als ikki til hugs. Sjálvt ta ferðina, vit einki samband høvdu við útheimin í 13 vikur, hugsaðu vit ikki um tað.

Jarðarferðir
Sum ískoyti til frásøgnina um kirkjuna kann eg greiða frá, at tað vóru tríggjar jarðarferðir í Dímun innan tvey ár um ta tíðina, eg var føddur í 1924. Pápi var tann síðsti. Ein mánað, áðrenn eg var føddur, doyði ein skúoyingur Johan í Jógvanstovu, sum var gamal drongur, og so ein tey kallaðu Lisa Magnussen. Hon doyði í 1922, 81 ára gomul. Hon var úr Suðuri og var ein av teimum, sum hevði verið send til Dímunar og bleiv verandi alt lívið.

Gott kornpláss
Dímun var eitt gott kornpláss, tí tað var góður sólargangur. Tað var eisini velt nógv korn í Dímun. Roynt var at hava eina tunnu av korni til hvørt vaksið fólk, men tað eydnaðist ikki altíð. Kom vindur um heystið, slaktaði hann akurin niður, og so fekst lítið burtur úr. Tað síðsta vit veltu korn, var í 1943. Tað, sum annars er kent um kornvelting aðra staðni í Føroyum, var undir fyrra veraldarbardaga, tá ið korntrot var. Men eg minnist kortini, tá ið eg var óviti í Skúgvi, at korn varð velt har. Vit høvdu sornhús, og kornið varð malið til mjøl. Abbi hevði fingið sær maskinur bæði til at rafsa kornið við, tá ið tað var turkað, og so eina hondmyllu til at mala tað til mjøl. Hetta hevði hann fingið frá Thomsen, tí upprunaliga einahandlinum á Tvøroyri.

Filmsbrúdleyp í Dímun
Eg minnist eisini svenska filmsmannin Sten Nordenskiøld, sum gjørdi filmar úr Føroyum. Hann var sera nógv í Skúvoy, har hann hevði nógv samband við Johan Hentze. Nordenskjold var eisini í Dímun í 1929-30 og tók film upp. Hann gjørdi eisini film um eitt par úr Dímun, sum giftist. Brúdgómur var Johan Hentze. Tá ið parið kom til Dímunar eftir víglsuna stóð pápi brúðgómin, spældur av Óla Jákup, pápa Johan, á helluni og tók ímóti. Nordenskiøld var eisini í Dímun og ferðaðist eftir, at eg var tilkomin. Honum dámdi so væl í Føroyum. Hann var tvær ferðir giftur við somu konu. Men hann skiltist eisini tvær ferðir frá henni. Nordenskiøld hevði ynskt, at øskan av honum skuldi stroyðast í hagan í Skúgvi, men hesum loyvdu prestur ikki. Tá gjørdist tað til, at øskan fór til sjós. Tá fór kanska okkurt av henni at reka í land í Skúvoy og kanska eisini í Dímun!. Sum fyrr greitt frá, var nógv samband millum brøðurnar Kjartan og Johan Hentze og okkum í Dímun. Nú mánadagin fór Thomas Krogh til gravar. Hann var tann seinasti í teirra ættarlið. Thomas var giftur við systir teirra Jensiu.




Kúgvin leyp í deyðan undan fyrstu tyrluni

Nú eru vit komin til seinasta partin av hesi frásøgnini hjá Janusi úr Dímun. Tað sum bjargaði búsetingini á oynni var tyrlan

Í 1971 var Stóra Dímun fyri fyrstu ferð í okkara ætt manntóm um veturin. Tað var snøgt sagt ov strævið og uttanhandað. Seyðurin kláraði seg eisini um veturin. Men sumrini vóru vit tó framvegis á oynni. Tað sum broytti alt, var tyrlan. Her var tað í fyrsta umfari danska sjóverjan, sum vit fingu gleði av. Men tað byrjaði tó eitt sindur óheppið. Neytini á Dímun vóru ikki von við allan hendan gangin av tyrluni. Fyrstu ferð, tyrlan kom, gjørdist eitt ungneyt so bangið, at tað leyp fyri bakkan og fór í knús!

Tað var eitt upplivilsi fyrstu ferð, vit vitjaðu umborð á verjuskipinum við tyrluni. Kaj Nolsøe Bang, stjórin á marinustøðini, skipaði fyri, at tyrlan hjá teimum kom til Dímunar minst 14. hvønn dag. Millum annað høvdu teir við sær øll bløðini, sum tey høvdu lisið umborð á verjuskipunum. Aftaná Bang kom Osberg Jacobsen. Teir vóru báðir sera dámligir menn. Eg hevði eini veðrahorn hangandi í gongini. Osberg var so serliga forliptur í hesum horninum, tað skilti eg á honum. Eg hevði so gjørt honum eini horn og sent tey niður til hansara í Danmark. Hetta var áðrenn jól. Beint eftir jól í januar kom hann ein dagin við tyrluni. Tá var tað at takka fyri hornini. Vit sótu so og prátaðu aftur og fram um veður og vind. Hann fekk at vita, hvussu óheppið tað var, at vit ikki vóru sloppin av við slaktið orsakað av veðri, nú vit vóru komin út í januar mánaða.

So fóru teir avstað á eina kanningarferð vestanfyri Suðuroynna. Men eina løtu seinni kemur tyrlan aftur. Tá hon kom, fóru vit altíð út at vita hvørji ørindini vóru. Annar flogskiparin kemur í land. Hann hevur tilboð frá stjóranum um at flyta okkum alt slaktið suður til Vágs. Eg visti als ikki, at tað bar til, so eg takkaði sjálvsagt fyri. Tað gekk bert ein løta. Teir komu við einum troli at fylla kjøtið uppí. So tóku teir kjøtið umborð á verjuskipið og fluttu tað suður til Vágs. Teir á Gørðunum, sum høvdu keypt kjøtið, kundu nú fáa boð um, at skip var á veg suður við kjøtinum. Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu nyttu av tyrlu á hendan hátt. So hetta var munur á. Í 1985 kemur fast samband við tyrlu Óla Jákup hevði fest í 1980, og tá flytir hann út aftur alt árið. Tyrlan var ein stór broyting í ferðsluviðurskiftunum til Dímun, nú ferðasamband er 3-4 ferðir um vikuna. Hetta er tó framvegis treytað av veðri, sum drotningin eisini fekk at sanna.

Eg veit ikki um nakran, sum hevur verið dímuningur so leingi sum eg. Eg var borgari á Dímun í knapt 79 ár, tá flutti eg til Havnar. Men eg vitji tó javnan út í Dímun og steðgi nakrar dagar. Við tyrluni liggur eisini væl fyri hjá teimum á Dímun at fara av oynni nakrar dagar, og tað gera tey eisini.

Dímun í dag
Í tí seinasta FF-blaðnum, sum kom út í januar 2007, hevði Óli Jákup Jacobsen eina frásøgn frá vitjan í Dímun. Vit fara at enda hesa røð um Stóru Dímun við at endurgeva hansara grein tillagað til dagin í dag. Myndirnar tók hann eisini ta ferðina. Greinin vísir, hvussu ein ungur drongur hevur upplivað oynna. Hann skrivaði millum annað:

Tað var ikki við sørt spenningi og væntanum at farið varð út á Stóru Dímun. “Hvussu munnu tey liva har úti? Hvussu munnu fólkini vera? Munnu tey hava eitt siviliserað lív?” Og so framvegis. Tað var heilt klárt, at forvitnið ikki var minni enn spenningurin.

So gott sum einasta ferðasamband til oynna er við tyrlu, sum flýgur tríggjar ferðir um vikuna, fríggjadag, sunnudag og mikudag, á sumri eisini mánadag. Bara tað at flúgva við tyrlu er eitt heilt serligt upplivilsi. At síggja okkara vøkru oyggjar frá luftini og síggja, hvussu havið spælir sær móti berginum, tað var heilt ótrúligt. Henda vetrardagin vóru tað átta fólk, ið skuldu við tyrluni. Á Dímun var øll bygdin komin at taka ímóti teimum báðum ferðafólkunum. Fyri framman lá eitt spennandi, øðrvísi og hugtakandi vikuskifti.

Eru sum hini
Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen eru tvey heilt vanlig ung fólk. Sum pør flest, so hava tey fest sær búgv, nomið sær útbúgving og fingið sær børn. Eva er 31 ár og Jógvan Jón er 37, og eiga tey børnini seks ára gomlu Døgg og Sprota, sum er fýra ár. Einasti munurin á Evu og Jógvan Jón og flest onnur er, at tey hava valt at búsett seg úti á Stóru Dímun, har einans teirra familja býr. Somuleiðis býr Óli Jákup, pápi Evu, har umframt Janus, beiggi Evu og genta hansara Erla, ættað úr Vestmanna. Ein vanligan gerandisdag eru tey sostatt sjey fólk, ið búleikast á hesi lítlu oynni.

Sunniva, kona Óla Jákup, arbeiðir í Havn. Hon er dóttir Evu og Líggjas Sørensen av Kirkju. Hennara ætt varð í síni tíð eisini lýst í FF-blaðnum. "Tað fyrsta, sum fólk spyrja okkum, er, hvat vit fáa tíðina at ganga við. Vit eru ikki øðrvísi enn hini, og gera vit alt tað sama, sum øll onnur", sigur Jógvan Jón, tá ið prátið fellur á teirra sermerktu støðu.

Tað skilst, at tað er ein vanligur hugburður, ið fólk hava, at fólkini úti á Dímun ikki kunnu liva sum onnur. Men so er ikki. Í bygdini eru bert tvey sethús, og eru tey samanbygd til eitt. Hóast húsini eru gomul og lág til lofta, so eru tey eins modernað sum húsini inni á meginlandinum. Tey hava tey trý týdningarmiklastu tingini fyri eitt húsarhald, nevniliga sentralhita, streym og rennandi vatn. Somuleiðis hava tey øll møgulig nútímans tól bæði til húsbrúk og til børnini. Ikki munnu Døgg og Sproti vera minni forkelað enn onnur føroysk børn. Tey hava Lego, glasmáling, videofilmar sum Tarzan 1 og 2, Bamsa og Kjúla, elstýrdan bil, bóltar o.s.fr.

Ikki einsligt
Ein tanki, sum liggur nógvum í huga, er, um tað ikki kann vera sera einsligt sum familja at búgva einsamøll á einari lítlari oyggj. Serliga kundi tað kanska tykst einsligt fyri Jógvan Jón, tí hann er uppvaksin á Sandi og er fluttur út sum vaksin. “Tá vit eru millum fólk í Havn, síggja vit, at tað eru mong menniskju í Havn, ið eru nógv meira einsamøll enn vit,” sigur hann. Tað er eingin ivi í Evu, at hatta er hugburður, sum er heilt av leið. Tað sama sigur Jógvan Jón, ið stórtrívist í síni nýggju heimbygd. Nú er ferðasambandið eisini blivið so gott, at tað er eingin trupulleiki at sleppa til og av oynni. Tey eru av oynni umleið fjórðu til sættu hvørja viku.

Nógv djór
At tey eru bøndur hevur við sær, at tey hava nógv djór og kríatúr. Á oynni hava tey umleið 400 seyðir. Somuleiðis hava tey sjey neyt, harav eitt til tvey mjólkneyt. Eisini hava tey ross, gæs, dunnur, tvær kaninir og tríggjar hundar, har tey bæði síðstnevndu kunnu roknast húsdjór. Tá Døgg og Sproti ikki hava onnur børn, er tað gott at hava tvær fittar kaninir at spæla við. Serliga Døgg nýtir nógva tíð saman við kaninunum. Tað er eingin ivi, hvønn leiklut hundarnir hava. “Uttan hundarnar hevði tað verið ógjørligt at verið bóndi her úti. Ein trýr ikki, hvussu dugnaligir hundarnir eru, áðrenn ein hevur sæð tað,” sigur Eva.

Vanligur dagur
Hjá bóndunum úti í Dímun er tað einki, sum eitur fastar arbeiðstíðir. Arbeiðið má leggjast eftir náttúruni, og kunnu arbeiðsdagarnir hjá teimum tí gerast sera langir og drúgvir. Kúgvin skal mjólkast tvær ferðir dagliga og djórini skulu fóðrast fyri at nevna nøkur dømi. Dagurin byrjar tíðliga á morgni, tá ið kúgvin skal mjólkast fyrstu ferð. Tað er sera umráðandi, at kúgvin verður mjólkað soleiðis rímiliga fast, tí annars kann hon gerast sjúk og gevast við at framleiða mjólk. Av tí sama má fólk altíð vera úti í Dímun. “At hava mjólkneyt er øgiliga bundisligt,” sigur Óli Jákup.

At vera bóndi er eitt sera hart og strævið arbeiði. Tað er eisini tí, teir eru tveir bøndur, Jógvan Jón og Óli Jákup nú við hjálp frá Janusi, yngra. Teir eru á einum máli um, at arbeiðið als ikki hevði latið seg gjørt bert við einum bónda. Áðrenn Jógvan Jón kom inn í Dímunarmyndina vóru teir eisini tveir bøndur, nevniliga Óli Jákup og pápi hansara, Janus, ið røktu festið.

Arbeiðsdagurin strekkir seg ofta líka frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Sjálvsagt verður tað ikki arbeitt alla tíðina, men tey ymisku tingini skulu gerast, tá náttúran krevur tað. Tað er tó ikki nakað, sum Eva og Jógvan Jón tykjast at vera nívd av. “Tá ein sjálvur eigur bóndagarðin, so er einki beinleiðis mark millum arbeið og frítíð,” sigur Eva. Men sjálvsagt taka tey sær eisini onkran frídag inn ímillum, har tey bara taka sær av løttum. Eva sigur, at tey bera ongan ótta fyri, at tað onkuntíð skal koma soleiðis fyri, at tey gerast arbeiðsleys.”Her er altíð nóg mikið at takast við.”

Garving
Tað skerst ikki burtur, at bóndaarbeiðið er sera víttfevnandi og tengt at árstíðini. Um summarið er hoyggingin, um heystið er fjallgonga og flettingin á skránni o.s.fr. Um veturin verður nógv gjørt við at garva skinn. Tað merkir, at tey taka seyðaskinnini, sum tey hava goymt síðan heyst, og reinsa tey. Hetta arbeiðið er eitt sindur torførari og meira tíðarkrevjandi, enn tað tykist í fyrsta umfari. At garva eitt skinn tekur umleið átta dagar, til tað er heilt liðugt. Áðrenn tað kann latast út til handlarnar, skulu tey liggja í nógvum ymiskum løkum, spulast, reinsast, skerast til og til síðst eisini greiðast. Jógvan Jón og Óli Jákup gera tað mesta av tí likamliga tunga arbeiði av garvingini, meðan Eva greiðir tey flestu skinnini. Tey skulu greiðast eitt og eitt við hond, og tekur tað umleið hálvan tíma at greiða hvørt skinn. Tilsamans skulu gott 200 skinn garvast, og garva tey eini 25 í senn í hvørjari arbeiðsgongd.

Garvingin er eitt slag av verkætlan hjá teimum, har tey byrjaðu so smátt at garva í 2006. Sum tað nú sær út, tykist tað at vera heilt fittur eftirspurningur eftir tílíkum garvaðum skinnum. Bæði føroyingar og útlendingar keypa garvað seyðaskinn. Við tí nýggja virkishúsinum rokna tey við at kunna gera meira burtur úr garvingini.

Trívast væl
Tað er eingin ivi um, at Dímun er teirra heim alt árið. Her dámar teimum sera væl, og tey hava ongar ætlanir um at flyta inn á meginlandið. Men Eva og Jógvan Jón leggja áherðslu á, at tey á ongan hátt eru øðrvísi enn onnur. Tey hava júst somu áhugamál og liva á sama hátt sum teirra javnaldrar. So tað verður spennandi at fylgja, hvussu lívið á Stóru Dímun fer at laga seg. FF-blaðið kundi enda sína tilveru við at ynskja øllum á Stóru Dímun góða eydnu vit vón um, at oynni verður leingi lív lagað. Óli Jákup endaði greinina við takka fyri eitt gott, spennandi og ógloymandi vikuskifti.

Tøkk til Janus
Hetta var so frásøgnin um Stóru Dímun. Sum ofta er, tá byrjað verður við eini slíkari frásøgn, kemur meira undan kavi, sum so eisini verður tikið við. Tískil er eydnast at fáa eina nøkulunda fullfíggjaða Dímunarsøgu úr enda í annan, serliga hjá ættini, sum nú býr í oynni. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík søga er skrivað. Tað skilst eisini, at lesarum okkara hevur dámað hetta væl.

Tað er tó meira, sum er skrivað um Stóru Dímun. Her er til dømis talan um bókina hjá Johannes Johannesen um húsini í Dali, har fitt eisini verður skrivað um Stóru Dímun. Eisini hevur Viderø prestur skrivað nakað um søguna hjá oynni.

Tað hevur verið stuttligt at hitta Janus og eisini hansara børn og abbabørn, sum eisini hava givið íkøst til hesa frásøgn. Her kann verða nevnt, at Stóra Dímun eisini hevur eina heimasíðu, sum er verd at vitja hjá áhugaðum. Tað er bara at fara inn á www.storadimun.fo


« Aftur / Back