Starvsvenjing

22. november 2013


Vit hava júst havt tvær fittar og raskar gentir í starvsvenjing á garðinum. Tær eita Elsa og Elspa, og koma úr 10. Flokki frá Skúlanum við Løkin.

Tær hava roynt alt tað arbeiðið, ið hoyrir hesi árstíð til á Dímuargarði. Alt frá at ambæta seyði og neytum, mjólka, taka upp røtir og mangt annað.

Vit halda tað vera óføra hugaligt, tá ung fólk vísa áhuga fyri, og ynskja at royna eitt sindur av okkara arbeiðið.

Vit vóna sjálvandi at áhugi fyri landbúnaði og hugur til slíkt arbeiði kann vekjast við slíkum upplivingum og royndum tey ungu nema sær.




Elsa gevur seyðnum súrhoyggj. Seyðinir komu inn fyrst í vikuni.

Niðanfyri sæst Elspa, ið situr og mjólkar kúnni Gerdu.



« Aftur
Deil á Facebook
Deil á Twitter
Deil á Google+
Send sum teldupost
Ella printa út