Góð manning
sunnudagur, 15. mars 2009
Hetta vikuskiftið høvdu vit vitjan av manningini á Argjabátinum og Teiti, sum gjørdu eitt megnararbeiði.
Stórur partur av leygardegnum, fór við timburarbeiði í vinnubygninginum og væl sást eftir tá dagurin tók at halla. Somuleiðis spardu teir okkum fyri nógvar arbeiðsdagar.
Henda manning hevði eisini nógv annað gott á skránni.Teir vóru undir oynni og aðrar túrar.
Nakrir tímar fóru eisini til at skjóta leirdúgvir. Sigast skal at kappingin var spennandi og vinnarin gjørdist Uni.
Eftir ein góðan døgurða leygarkvøldið var hugnin í hásæti til svøvnurin beit á okkum.
« Aftur